Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. januar 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 3 - 5. januar 2002 Nr. 3 - 5. januar 2002 13 Takkað verði størsta altjóða hjálpartiltakinum seinastu 40 árini sleppur afghanska fólkið eftir øllum at døma undan hung- ursneyð í vetur. ÚTLAND Fartekst Seinastu tríggjar mánað- arnar hava afghanar fingið meira enn 200.000 tons av mati og aðrari neyðhjálp. Um- leið tveir triðingar av hjálpini er komin úr USA. Matvøruhjálpin hjá ST, WFP, hevur lagt flutningin og býtið til rættis, og hetta hevur verið tað truplasta og vandamesta arbeiðið, sum WFP hevur havt, síðani deildin varð skip- að fyri 40 árum síðani. Neyðhjálpin til Af- ghanistan hevur verið støðugt veksandi, síðani kríggið byrjaði eftir yvirgangsatsóknirnar í USA tann 11. september í fjør. Longu í september komu 11.000 tons av mati og øðrum neyð- synjarvørum til Afghan- istan, í oktober var nøgdin 27.000 tons, í november 55.000 tons, og í síðsta mánað vórðu heili 116.000 tons av neyðsynjarvørum send til tað illa stadda landið. Umframt mat og aðrar neyðsynjarvørur hava afghanar fingið umleið 20.000 útvarpstól. Tey eru komin úr USA, men talsmaðurin hjá ameri- kanska hjálparstovn- inum USAID sigur, at ætlanin við tólunum var ikki at lata afghanar hoyra amerikanskar pro- pagandasendingar um kríggið ímóti Taliban og al-Qaeda. Tvørturímóti skuldu útvarpstólini gera tað møguligt hjá fólki at frætta tíðindi um hjálpartiltøk og støðuna í landinum, eins og fleiri sendingar um heilsumál hava verið á skránni. Færri flóttafólk Ein orsøk til at veturin ikki er vorðin tann van- lukkan, sum fólk og felagsskapir stúrdu fyri, er, at talið á afghanskum flóttafólkum er ikki so stórt sum upprunaliga hildið. ST roknaði í sep- tember við, at umleið hálv onnur millión fólk fóru at flýggja orsakað av krígnum, men sam- bært amerikanska uttan- ríkisráðnum eru flótta- fólkini um 150.000 í tali. Her er bert talan um teir afghanararnar, sum flýddu heiman, men sum tó ikki rýmdu av land- inum. Talið á afghanskum flóttafólkum, sum fóru til grannalondini og ser- liga Pakistan, er nógvar ferðir størri. Amerikanska flog- vápnið hevur økt rannsóknarferðirn ar yvir afrikanska landinum og fyri- reikar álop á støðir hjá al-Qaeda. ÚTLAND Fartekst Tað er blaðið Washing- ton Times, sum ber tíðindini um eitt ætlað amerikanskt álop á Somalia. Blaðið sigur seg hava tíðindini frá keldur í verjumálaráð- num Pentagon, sum siga, at Somalia er tað næsta álopsmálið, tá bumbu- álopini í Afghanistan eru av. Sambært amerikanar- um eru umleið 100 menn úr al-Qaeda sædd- ir í Somalia. Teir eru limir í felagsskapinum Al-Ittihad Al-Islam, sum sigst vera undir leiðslu av av somaliska ættar- bólkaleiðaranum Huss- ein Mohammed Aideed. Sambært Washington Post hava amerikansk, bretsk og fronsk flogfør økt rannsóknarferðirnar yvir Somalia seinastu vikuna. Uppgávan hjá flogførunum er at skrá- seta møgulig bumbumál, skrivar blaðið. UTTAN ÚR HEIMI Afghanistan sleppur undan hungursneyð USA fyrireikar álop á Somalia Seinastu tíðina er maturin blivin eitt sindur bíligari, men hinvegin er húsaleig- an hækkað nokk so fitt KOSTNAÐARSTØÐI Áki Bertholdsen Tað eru kanska ikki øll sum trúgva tí, men hesa seinastu tíðina er tað blivið eitt sindur bíligari at búgva í Føroyum. Tað vísa tey turru tølini hjá Hagstovu Føroya. 1. apríl í fjør fingu 4. ársfjórðing 2001 fór prístalið 0,7 prosent niður, soleiðis at tað 1. januar 2002 er 99,3. Eins og ársfjórðingin frammanundan er tað mun- andi rentulækking á set- húsalánum og lægri brenniolju- og bensinprísir, ið togað prístalið niðureftir. Talvan niðanfyri vísir, hvussu gongdin hevur verið í 12 høvuðsbólkum síðan 1. apríl, tá nýggja prístalið varð roknað fyrstu ferð. Mat- og drekkavøruprís- irnir eru lækkaðir 0,3 pro- sent. Tað eru serliga lægri grønmetisprísir, ið hava ávirkað prístalið niðureftir fyri henda bólk. Prísirnir á klædnavørum og fótbúnaði eru farnir 0,3 prosent upp. Sama er gald- andi fyri bólkin innbúgv og húsbúnað. Prístalið fyri býli er farið góð 6 prosent niður. Hesin bólkur er samansettur av húsaleigu, rentuútreiðslu á sethúsalánum, viðlíkahaldi á bústað, ravmagn og hita. Tað er rentulækkingin, sum hevur havt størstu ávirkan- ina í hesum bólki. Húsaleigan, sum verður gjørd upp eftir gongdini í sethúsaprísunum, er har- afturímóti farin 4 prosent upp. Útreiðslurnar til við- líkahald eru vaksnar gott prosent. Meðan prísurin á brenniolju til húsarhald er farin 5,6 prosent niður. Prísurin á bensini í bólk- inum flutningur er lækk- aður góð 3 prosent. At prís- talið fyri henda bólk samanlagt kortini er farið nakað upp kemst serliga av, at prísirnir á bilum og verkstaðartænastum eru uppfarnir. Eisini gjøld fyri aðrar tænastur, so sum postgjøld í bólki 8, frítíðarferð uttan- lands í bólki 9 og barna- ansing og hárfríðkan í bólki 12 eru farin upp. Prístalið útgreinað á 12 høvuðsbólkar, 1. apríl 2001 = 100 Nr. Vørubólkur Lutfall 1.juli 2001 1.okt. 2001 1.jan. 2002 01 Matur og drekka 21,3 101,3 102,4 102,1 02 Rúsdrekka og tubbak 5,9 100,0 100,1 100,1 03 Klædnavørur og fótbúnaður 5,4 99,9 100,8 101,1 04 Býli 20,2 100,8 98,6 92,5 05 Innbúgv, húsbúnaður o.l. 6,0 100,6 100,6 100,9 06 Heilsa 2,8 100,0 100,0 99,8 07 Flutningur 13,1 99,7 96,1 97,7 08 Samskifti 4,6 94,8 94,7 95,9 09 Frítíð og mentan 11,9 102,0 101,6 103,3 10 Útbúgving 0,1 100,0 104,1 104,1 11 Hotel og matveitarar 3,6 102,6 105,7 106,3 12 Ymiskar vørur og tænastur 5,3 100,4 100,7 101,6 Samanlagt 100,0 100,5 100,0 99,3 Nú er aftur bíligari at liva í Føroyum Fingu 340.000 pund av upsa í fýra dagar! – Tað er í minsta lagi eitt ár, síðan skipini landaðu uttanlands seinast, men nú fara vit so aftur at gera eina roynd, sigur Tummas Justinussen. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Í nøgd var hetta ein góður túrur hjá Polarhavi og Stjørnuni, ið helst vóru tey einastu føroysku ísfiska- skipini, sum fóru útaftur millum jól og nýggjárs. Ætlanin var at fara 26. desember, men neyðugt varð at boðsenda elektrik- arum at gera onkrar smá- vegis umvælingar umborð á Polarhavi, áðrenn teir kundu loysa. Skipini fóru tí ikki útaftur fyrr enn 28. desember.- Skipini fiskaðu í fýra samdøgur. Tey royndu eystanfyri, og nú Polarhav og Stjørnan stevndu móti Hanstholm, vóru 340.000 pund av upsa í lastini! Tummas Justinussen sig- ur, at rættiliga nógvur upsi var at fáa, men at fiskurin var smáttfallandi. Eingi føroysk skip vóru á leiðini, men ein norskur línubátur setti tann eina dagin á somu leið. Ein roynd Hann sigur, at tað er í minsta lagi eitt ár, síðan Polarhav og Stjørnan land- aðu uttanlands seinast, og tí er ilt at meta um, hvussu sølan verður.- Tað kann fara báðar vegir, men hetta er so ein roynd. Hetta skuldi veriðbesta tíð, men eg tori einki at siga fyrr enn mánadagin, tá ið vit kenna prísirnar. Tað eru einir 30-40 tímar longri at sigla til Hanst- holm enn til Scrabster, men sum skilst á Tummasi, er upsamarknaðurin í Dan- mark munandi betri enn í Skotlandi. Spurdur, um teir kundu vænta sær betri prís í Før- oyum nú beint eftir ársskiftið enn fyri jól, held- ur Tummas, at tað høvdu teir ivaleyst, tí nú er eingin fiskur á føroyska marknað- inum. - Men hetta er so bara ein roynd, sigur hann og endur- tekur, at tað er íminsta lagi eitt ár, síðan skipini land- aðu uttanlands seinast. Tvær manningar Ætlandi skuldu skipini verða í Hanstholm fríggja- morgunin. Tey steðga stutt; fara helst útaftur longu fríggjakvøldið. - Um farið verður bein- leiðis nýggjan túr — ella, um farið verður til lands at skifta fólk, veldst um, hvussu fiskiskapurin verð- ur, tá ið skipini koma aftur í føroyskan sjógv. Tummas Justinussen sig- ur, at tríggjar manningar eru knýttar at Polarhavi og Stjørnuni, og eftir røttum skuldu teir skift fólk, tá ið hesin túrurin er av. Polarhav og Stjørnan rokfiskiskap - Um farið verður beinleiðis nýggjan túr — ella, um farið verður til lands at skifta fólk, veldst um, hvussu fiskiskapurin verður, tá ið skipini koma aftur í føroyskan sjógv, sigur Tummas Justinussen ELDSBRUNI Ingrid Bjarnastein Hóskvøldið um 19.30 tíðina kom eldur í eini hús í Sigmundargøtu í Havn. Jólatræið í stovuni við liv- andi ljósum var koppað, og eldur var komin í teppið og breitt seg uppeftir veggin- um. Eitt gamalt par búði í húsunum. Av tí, at brandmenninir av tilvild vóru á mánaðar- ligari venjing á brandstøð- ini hetta kvøldið, gingu bert tveir minuttir frá tí, at eld- urin varð fráboðaður, til teir vóru á staðnum. Um allir brandmenninir ikki av til- vild høvdu verið samlaðir, hevði tað tikið minst fimm minuttir meira til teir komu fram, og er hetta rættiliga nógv tá talan er um elds- bruna. – Men tað er abbasonur- in, sum eigur allan heiður og æru fyri, at húsini standa, sigur vakthavandi á brandstøðini í Havn. – Hevði abbasonurin ikki verið so kvikur við eld- sløkkjaranum, so høvdu húsini verið nógv verri far- in. Hann hevði fyrst roynt við vatni, og síðani var hann farin eftir einum eld- sløkkjara, og harvið megn- að at dempa eldin og hildið honum niðri inntil vit komu á staðið. Stovan er rættiliga illa farin av eldi og hita, meðan restin av húsunum hevur fingið stóran roykskaða. Vakthavandi á Brand- støðini sigur, at óvanliga nógvir eldsbrunar hava ver- ið í Havnini seinastu tíðina. Annars er talið á eldsbrun- um farið niður í helvt síðani í 80´unum, men bert í des- ember-mánaði hava verið tríggir eldsbrunar í Havn, har húsini eru so at siga vorðin totalskadd. Vakthav- andi heldur, at grundin til, at talið av eldsbrunum er minkað er, at fólk hava roykávaringar, og fólk eru vorðin meira tilvitað um sløkkiútgerð. Minst ein roykávaring og sløkkiútgerð skuldi verið í øllum húsum, sigur vakt- havandi. – Um eldurin hevði verið inni í tunnlin- um, er ringt at ímynda sær, hvat vit høvdu kunnað gjørt, sigur Petur Seloy, brandmeistari. Ongin útgerð er til eldsløkk- ing í tunnlunum, og tí kundi skaðin verið nógv størri um bussurin brendi inni í sjálvum tunnlinum TRYGD OG TUNNLAR Ingrid Bjarnastein Eldurin í liðbussinum hjá Bygdaleiðum nýggjárs- aftan hevur rør uppundir eitt upplagt orðaskifti: Er trygdin í tunnlunum í Før- oyum nóg góð? Petur Seloy, sum er brandmeistari, sigur, at í Føroyum hava vit onga greiða linju yvir tunnlarnar, og at ein vanlukka sum henda varð væntandi. – Vit hava arbeitt við ein- um uppskotið til betri trygd í tunnlum nú í eini trý ár, sigur Petur Seloy. – Hetta uppskot varð tó ikki liðugt fyrr enn nú beint fyri jól. Men tað vísir seg, at tað er ofta langt frá hugs- an til handling. Ongi úrslit eru komin burturúr enn, og tað er eisini ringt at siga, hvør tað er, sum eigur at taka avgerðirnar um, hvat tað er, ið skal gerast. Trygdarútgerð Í teimum føroysku tunnlun- um er ongin trygdarútgerð. Petur Seloy sigur, at um eldurin hevði verið inni í tunnlinum, so er ringt at ímynda sær, at brandmenn- inir yvirhøvur høvdu kunn- að gjørt nakað. – Onki vatn er í tunnlun- um, og heldur ongin onnur trygdarútgeð sum heild, greiðir Petur Seloy frá. – Tá ið okkara brand- menn fara inn í tunnilin missa vit eisini radio- og telefonsambandið, so vit fáa ikki tosa saman. Tað sum vantar er trygdarút- gerð, sum til dømis neyð- telefonir, vatn, ventilatións- skipan, neyðútgongdir, bummar, sum fara niður tá ov nógvur roykur er í tunnl- inum og líknandi. Alt hetta skuldi verið gjørt tá tunnl- arnir av fyrstan tíð vóru bygdir, men slíkt er tikið burtur vegna ov lítið av peningi, og trygdareftirlit- ið, sum hevur verið tikið í er, hvussu nógvir bilar koyra gjøgnum tunnlarnar í miðal um dagin. Ábyrgdin ikki hjá kommunum Tunnlarnir liggja undir Landsverkfrøðinginum, men tað tykist hóast alt, at teir eru eitt slag av onga- mannalandi. Kommunurnar hava ikki pening ella orku til, at serútgera seg innan tunnlarnar, og tað hevði eisini verið órættvíst, um til dømis Kvívíkar Kommuna skuldi goldið fyri allar útreiðslurnar bæði av Undirsjóvartunnlinum og Leynatunnlinum. Hetta skuldi verið eitt lands- uppgáva, har myndug- leikarnir taka ábyrgdina og seta krøvini. Brandlógin sigur, at Lan- dets Brandinspektion kann fara inn og stilla krøv til Landsverkfrøðingin um, at trygdin í tunnlunum skal betrast. Men tá Landets Brandinspektion liggur, sum ein deild undir Lands- verkfrøðinginum, ger tað ikki altíð so lætt at seta krøv til egnan stjóra. Serútbúgvið fólk Fyri at fáa eina so góða trygd sum møguligt, er brúk fyri at hava serútbúgv- ið fólk at sløkkja eldar í tunnlum. Men í Føroyum eru ongi fólk, sum eru ser- útbúgvin til hetta endamál- ið. – Hetta er eisini ætlanin at fáa, sigur Petur Seloy. – Ætlanin er at útbúgva fólk, sum so kunnu gera eitt samlað útkall, og síðani eis- ini kunnu fara út og læra onnur um hetta. Fólkini skulu vera serút- búgvin til at fara inn í tunnlarnar, men tað er ikki nóg mikið við fólkum, tí tað ber, væl at merkja, ikki til, at sløkkja eld við ong- um vatni. Rætta trygdarút- gerðin er eisini alneyðug í hesum sambandi. Haraftur- at skulu tað eisini aðrir tekniskir hentleikar stillast upp soleiðis, at brandmenn- inir fáa tosa saman – eisini tá teir eru í tunnlunum. Tosað hevur verið um at taka tunnlarnar stig fyri stig, og soleiðis byrja við einum tunnli og gera hann til ein modelltunnil, og síð- ani breiða tað út til restina av tunnlunum kring landið. Abbasonurin bjargaði húsunum Eldur var í einum húsum í Sigmundargøtu í Havn hóskvøldið. Hevði abbasonurin ikki verið so kvikur við eldsløkkjaranum, høvdu húsini verið nógv verri farin Mynd: Álvur Haraldsen Petur Seloy, brandmeistari: Kundi verið verri Petur Seloy, brandmeistari sigur, at um eldurin hevði verið inni í tunnlinum, høvdu brandmenninir neyvan kunnað gjørt nakað, vegna vantandi trygdarútgerð C M Y K 13 12