Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 63 - 31. mars 2010 - Vit eru ikki vitandi um nakra vinnu ella samfelag, sum er komið fyri seg við at áleggja eyka byrð- ar og skattir, siga Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskin meist ara- felagið Vinnupolitikkur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú orðaskifti hevur tikið seg uppaftur, hvørt tað er rætt at stuðla okkara fiski­ vinnu ella ikki, hava feløg­ ini, sum geva út blaðið Mið & Magn, tikið henda spurn­ ing upp. Tað eru feløgini hjá navigatørum og maskin­ fólki, sum geva blaðið út og odda greinin í seinastu út gávu, sum er fyri apríl, er skrivað vegna bæði feløgini. ­ Fyri okkara limir eru tað inntøkutrygdin og sjó­ manna frádrátturin, sum hava týdning. Løgmaður hev ur sagt, at hetta eru stuk tur el l ir skeivleikar, sum forða fyri einari løn­ samari vinnu. Eisini eru upp skot frammi um at álegg ja tilfeingisgjald, eyka skatt og oljuavgjald á okkara hart kroysta fiski­ skipa flota. Men higartil er einki komið fram um, hvus­ su hesi átøk skulu gagna vinnuni. Løgin politikkur Í oddagreinin í Mið & Magn siga feløgini seg ikki vera vitandi um nakra vin­ nu ella samfelag, sum er kom ið fyri seg við at álegg­ j a eyka byrðar og skattir. Tey vísa á, at inntøkutrygdin verð ur ásett út frá tíma løn­ ini hjá arbeiðarum og verð­ ur bert latin fyri tíðina, sjó­ fólk eru umborð. ­ Tí má tað vera øllum greitt, at eingin verður ríkur av minstuløn, og skips yvir­ menn fáa ikki hægri inn­ tøku trygd enn dekkarar. Lagt verður aftrat, at sam felagið eigur at hava ein áhuga í at varðveita ein fjøltáttaðan fiskiskipaflota og eina javna rávøru ti l­ gongd til føroysku fiska­ virkini. ­ Ein tanki hevur verið, at reið ar in skal gjalda in n­ tøku trygdina. Trupulleikin við hesum er bert, at tað er júst tann veikasti parturin av flotanum, sum hevur størs ta tørvin á inn tøku­ trygd ini, nú fiskiskapur og fiska prísur er á so løgum støði, siga fel øgini. Stórir trupulleikar Føroya Skipara­og Naviga­ tør felag og Maskin meist­ ara felagið vísa á, at nýtslan til inntøkutrygd var meiri enn 40 miljónir krónur í 2009. ­ Fleiri siga hetta vera ein stóran trupulleika fyri lands kassan. Men hetta er bert eitt symptom uppá ein nógv størri trupulleika, nevni liga ta stóru katastofu, sum stórur partur av okkara flota hevur verið fyri. Línu­ skipini klára ikki fleiri ár sum 2009. Útgjaldið til minstu løn og dagstudning fer at minka heilt av sær sjálv um. Annaðhvørt við, at avreiðingarvirði hækkar ella við, at skipini gevast. Feløgini vísa eisini á, at sjó mannafrádrátturin nú hev ur virkað í nøkur ár. ­ Gamaní er hann lækk­ að ur tvær ferðir, men hann er framvegis 14% av í mesta lagi 470.000 krónum. Øll okkara grannalond hava ser staka skattaskipan fyri sjó fólk og fiskimenn. Vit hava ikki frætt um, at hesar skulu avtakast ella lækkast. Heldur hoyra vit um, at neyðugt er at økja um áhugan fyri sjóvinnu, eitt nú við serligum skatta­ skipa num. Ein útreiðsla Í oddagreinini siga feløgini, at tað tykist eitt sindur mein ingsleyst at skula taka av sjómansfrádráttin, so leingi vit hava FAS­skatta­ skip an, tí serskipanin hjá fiski monnum er hon, sum gevur minst í skattalætta – og sum gevur mest til tær lægru hýrurnar. ­ Ein av grund gevi ng un­ um fyri sjó mans frá drátti­ Eyka byrðar og skattir loysa ikki trupulleikarnar - Inntøkutrygdin verður ásett út frá tímalønini hjá arbeiðarum og verður bert latin fyri tíðina, sjófólk eru umborð. Tí verður eingin ríkur av minstuløn, og skipsyvirmenn fáa ikki hægri inntøkutrygd enn dekkarar, siga umboðini fyri navigatørar og maskinfólk Myndir: Vilmund Jacobsen Serbia harmast Screbrenica Serbiska tjóðartingið hevur samtykt eina yvirlýsing, har Serbia formliga biður um umbering fyri hópdrápið í Screbrenica í 1995, har fleiri túsund bosniskir muslimar vórðu myrdir. Í yvirlýsingini biður tjóðartingið eisini um umbering fyri, at serbisku myndugleikarnir ikki gjørdi nóg mikið fyri at forða hópdrápinum. Kanningar hava víst, at umleið 8.000 muslimskir menn og dreingir vórðu myrdir í hópdrápinum í Screbrenica. Tað vóru bosniaserbiskir hermenn, sum framdu illgerðina. Oddamaður teirra, generalurin Ratko Mladic (myndin), gongur framvegis leysur. Nógv avrættað í Iran Tær fyrstu átta vikurnar aftan á forsetavalið í Iran seinasta summar vórðu í hvussu er 112 iranar dømdir til deyða og tiknir av døgum. Tey 112 vórðu avrættað millum valið tann 12. juni, tá Mahmoud Ahmadinejad bleiv afturvaldur, og tann 5. august, tá hann bleiv tikin í eið. Tað stendur at lesa í einari nýggjari frágreiðing, sum Amnesty International hevur skrivað um deyðarevsing. Sagt verður, at tey flestu, sum vórðu dømd til deyða og avrættað í Iran, høvdu fingið dóm fyri ymiskt politiskt virksemi. Vanliga eru avrættingar í Iran almennar, men tær standa ikki í teimum almennu hagtølunum, sigur AI.