Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 63 · 31. mars 2010 9 VIKUSKIFTI páska Um tú trýrt, at tað virkar, so virkar tað! Um tú ikki trýrt, at tað virkar, so virkar tað kanska allíkavæl Kim Larsen 10 tIng um Albert einstein Flýddi til Amerika undan Hitler Albert einstein varð føddur 14. marts 1879 og doyði 18. apríl 1955. SKemTArIn Johan (í Kollafirði i) DalsgaarD vIl IKKI HoyrA um íTróTT og AldumáTIngAr. HAnn eFTIrlýSIr meIrA DýpD í miðlunum og vIl Sjálvur veljA, HvAT HAnn vIl FáA AT vITA. MiðlArnir og eg lagt tIl rættIs: eydna Skaale lagt tIl rættIs: Inna Törnroos Hann var føddur í Týsklandi, men søkti síðani um statsborgaraskap í Sveits. Hann flýggjaði til Amerika stutt undan seinna heimsbardaga, tá Hitler skuldsetti hann fyri at skapa »jødiska evnafrøði«. Hann fekk fleiri deyðshóttanir og endaði í new jersey. Hann giftist tvær ferðir. Annað hjúnalagið var barnleyst, meðan seinna konan gav honum 3 børn. yngsti sonur einstein hevði skizofreni og doyði ungur á einum stovni. Tá einstein varð obduseraður, varð heili hansara stolin og var burturi í fleiri ár. Bilførarin, sum koyrdi heilan aftur til rætta eigaran, hevur skrivað eina bók: »Sjaførur fyri Albert einstein – gjøgnum uSA við heilanum hjá flogvitinum í eini plasteskju.«. einstein kom við fýra slóðbrótandi ástøðum: um ljós, mýl (molekyl), atom og so tí, hann er serliga kendur fyri, relativitietsástøðinum. »Alt er relativt, segði einstein«. Av teimum stóru trúarrætningunum dámdi honum best buddismuna. Hann var sannførdur um, at gud fanst í náttúrinnar javnvág. Víðagitnasta arbeiðið hjá einstein er líkningurin: e=mc2, sum lýsir samanhangin millum orku og massa. líkningurin var eitt týdningarmikið stig í menningini av atombumbuni. longu áðrenn 2. heimsbardagi byrjaði, skrivaði einstein til amerikanska presidentin og vildi hava hann at fara undir arbeiðið við atombumbuni. Hann var bangin fyri, at Hitler skuldi koma við atomvápnum fyrst. Til sín deyða var einstein ógvuliga virkin pacifistur. 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Mítt blað - dag og VIKUblað: einastu bløð, eg lesi, um eg fái hendur á teimum, eru tey hjá Jehovas Vitni. ikki tí eg eri ein Jehova vitni, men tí tey altíð fara í dýpdina, og tí tann skrivandi er sannførdur um tað, sum hann skrivar. so dag- og vikubløð lesi eg ikki, heldur ikki ókeypis bløðini. Mín heIMasíða: mín byrjunarsíða vil altíð vera ein uppslagssíða, til dømis google. eg vil vita tað, sum eg vil vita, og ikki tað, sum onkur annar vil hava meg at vita. eg vil til dømis ikki vita, at nú er ein vanlukka hend í onkrum landi, har eg ikki eingang havi ráð til at eftirkanna, um landið yvirhøvur finnst. so eg ansi væl eftir ikki at fara inn á tíðindasíður. Mín tónleIKUr: tónleikastílurin er ragtime og 50'ini, og so tað, sum er sprotti burtur úr tí - blues, be boop, rock'n'roll, skifle, rockabilly. tann, sum spælir, má kunna undirhalda fólki við einum brotnum klaveri ella einari tómari spann, umframt hava okkurt uppá hjarta. Mítt sosIala netVerK: Facebook er gjøgnumbrotið, sum eg havi bíðað eftir og sum gevur internetinum meining. nústaðni hevur man interaktivitet. eg havi tættari vinir kring heimin, enn eg havi hinumegin vegin, og tað er dei- ligt, tí eg havi longst eftir tættleika, men ikki funnið hann í Føroyum. Mín dVd: eg eigi onga dvd, men »beautifull mind« er mín yndis. Mítt MagasIn: eg haldi tvey magasin: uCb andaktshefti (et ord til dagen) og mart- inum kosmologi: Kosmos. eg hevði vilja hildið magasin sum til dømis illustreret Videnskab og Psykologi, men sum Aksel sande mose (og Prædikarin) segði: tá man hevur lisið tey í seks mánaðar, so byrjar alt umaftur. Á jørðini er bara informatión til eitt hálvt ár, og so eru tað endurtøkur. Mín sjónVarpsrøð: eg havi onki sjónvarp. Mín bóK: eg havi altíð gingið á bókasavni og havi akkurát funnið uppá nakað snilt. eg spurdi bókavørðin: Hvat heldur tÚ er gott til mÍn? Hann gav mær eina íslendska roman, sum eg ikki kundi droymt um at lænt, og nú liggi eg í skellilátri hvørt kvøld. eg gleði meg at vita, hvat hann gevur mær næstu ferð. Higartil bestu bøkur: Den 9. indsigt, sofies Verden, Det kosmiske verdensbillede, teosofi og en flygtning krydser sit spor. Mítt útVarp: mítt dreymaradio er at hoyra viðhvørt: radio Kolla- fjørð, Atlantic radio og Hanky Panky. restina brúki eg til ammunitión. men eg haldi, at føroyskt radio er sera vánaligt, og eg veit, at eg ikki eri kompetentur at úttala meg um gott radio, tí eg havi hoyrt føroyskt radio so leingi. eg eri blivin eitraður. mín fyrimynd er amerikanski verturin Howard stern. Ája: Armgarð Arge og Jákup magnussen er gott radio. Mín telefon: tann bíligasta nokia, sum er at fáa. tær brotna annaðhvørt ár. hVat VIl tú IKKI brúKa MIðlatíð Uppá? eg nokti at lesa tað, sum onkur hevur hurrað ígjøgnum, áðrenn hann fekk frí klokkan trý, óansæð um tað er 100% rætt. til dømis hvussu nógvir bilførarar blivu tiknir í gjár. Paratvitan til ongan nyttu er spill av heilakapasiteti. og so tann stóri spurningurin: Hví skal eg allatíðina hoyra um ítrott og aldumátingar? eg vil ikki, at mítt lív skal handla um tað. eg blívi illur, hvørjaferð tað er: spyr ongin seg sjálvan, hví penga- dominerandi fótbólturin krevur mína attention? langt úti! Fótbóltur er jú onki mætari enn undirmetta ítrottargreinin »At hoppa lastik«. hVat IrrIterar teg í MIðlUnUM? Hvat er ein miðil til? er tað fyri, at øll skjótast gjørligt kunnu fáa onki at vita? eg eri púra paff av at vera vitni til og partur av allari hesari útbreiðsluni av ongum. miðlarnir í dag minna meg um miDi í 80'unum ella internetið í 60'unum: tað virkaði, sum um tað var uppfunnið til onga nyttu. men tað var bara tí, at tað vantaði at knýta alt saman til ein hægri meining. hVat VIl tú haVa MeIrI aV í MIðlUnUM? eg vildi ynskt, at alt handlaði um at lata eyguni hjá mær og øllum øðrum upp. Hví eru vit her? Hava vit verið her fyrr? Koma vit aftur? etiska filosofi osv.