mikudagur 31. mars 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 63 - 31. mars 2010
- Eg taki fult undir við, at
tað fleiri almennar sparingar
verða settar í verk.
Tað sigur Anfinn Kalls-
berg,
løgtingsmaður
og
formaður í fíggjarnevndini.
Í morgun legði Jóannes
Eidesgaard
uppskot
um
fíggjarkarmin næstu árini
fyri Løgtingið og tá ið tað
hevur verið til viðgerðar í
tinginum, verður tað lagt í
fíggjarnevndina til víðari
viðgerð.
Sum formaður í nevndini
fær Anfinn Kallsberg sítt
stóra orð at siga í teirri
viðgerðini.
Men hann vil ikki gera
tær stóru viðmerkingarnar
enn.
- Eg fái onki sagt, fyrrenn
tingið hevur viðgjørt málið
og tað er komið í fíggjar-
nevndina, tí tað er ikki
fyrrenn tá, at eg fái at vita,
hvørjar tankar hinir nevnd-
arlimirnir gera sær, sigur
hann.
Hinvegin dylir Anfinn
Kallsberg, at hann tekur
fult undir við Fólkaflokki-
num í hesum málið.
Og Fólkaflokkurin krev-
ur, at skulu avgjøld leggjast
á borgarar og vinnulív, skal
tað almenna eisini spara
meiri enn tað er lagt upp til
í uppskotinum, sum varð
lagt fyri tingið í morgun.
- Eg eri ein partur av
uppskotinum hjá Fólka-
flokkinum og eg fari sjálv-
andi at gera mítt til at fáa
meiriluta fyri so nógvum av
teimum
sjónamiðjunum,
sum gjørligt, sigur Anfinn
Kallsberg.
Løgreglan fylgir
gjølliga við gongdini,
nú býráðið í Eystur
kommunu hóttir
við at steingja vegin
í sambandi við
Norðoyatunnilin
NorðoyatuNNiliN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Løgreglan hevur eitt vakið
eyga við, um býráðið í
Eysturkommunu ger álvara
av hóttanini um at steingja
vegin í sambandi við Norð-
oyatunnilin.
Í fleiri ár hevur verið
tosað um at gera nýggjan
veg ígjøgnum Leirvík í
sambandi
við
Norðoya-
tunnilin, men hóast Løg-
tingið longu fyri fýra árum
síðani samtykti at gera
arbeiðið, er onki hent enn
og sum støðan er nú, røkist
heldur ikki fyri, at nakað
hendir við tað fyrsta.
Og nú hevur býráðið mist
tolið og hevur hótt við at
steingja vegin, fæst ikki ein
semja nú.
Í hesum sambandi verður
fundur ímillum býráðið og
Anniku Olsen, landsstýris-
kvinnu eftir páskir.
Og tað verður seinasti
møguleikin at finna eina
loysn, tí býráðið stendur fast
við, at fæst ikki ein semja á
tí fundinum, sum tey í
býráðnum eru nøgd við,
verður vegurin stongdur.
Hann verður ikki kvettur
heilt av, men bummur verð-
ur settur fyri og so verður
ferðslan leidd ígjøgnum
ávísar
klokkutíðir,
sum
kommunan ásetir.
Bíða eftir úrslitinum
Í
innlendismálaráðnum
kundu
hvørki
Hilmar
Høgenni, deildarstjóri við
kommunumálum undir sær
ella Rúni Joensen, aðal-
stjóri, siga við vissu, hvat
fer at henda, skuldi tað
hent, at býráðið í Eystur-
kommunu ger álvara av
hóttanini um at steingja veg-
in ávísar tíðir á degnum.
Men mett verður, at hetta
er meiri eitt mál fyri
løgregluna at gera av, um
tað er lógarbrot at steingja
vegin.
Jón Klein Olsen, vara-
politiinspektørur, sigur, at
Løgreglan hevur eygað við
málinum.
- Vit hava verið í sam-
bandi
við
býráðið
í
Eysturkommunu og fingið
at vita, hvussu støðan er.
Hann
sigur,
at
eisini
løgreglan bíðar nú eftir
úrslitinum
av
fundinum
millum býráðið og politiska
myndugleikan.
Býráðið hevur boðað frá,
at tað verður avgerandi fyri,
hvat hendir.
- Eftir tann fundin frætta
vit aftur og so taka vit tað
haðani frá, leggur Jón Klein
Olsen afturat.
Heldur ikki hann dugir at
siga akkurát, hvørji rættindi
kommunan hevur at stongja
vegin heilt ella partvís.
- Vit hava verið í samskifti
við
kommununa
um
gongdina og vit kanna
málið, men vit eru ikki
komin til nakra niðurstøðu
enn, sigur hann.
Hann vísir kortini á, at í
grein 28 í ferðslulógini
stendur, at ein vegur kann
ikki steingjast uttan víðari.
Nú er meiningin at seta
avmarkaðan stongsul í verk,
so at hann verður opin
ávísar dagar og varapoli-
tiinspektørurin dugir ikki
enn at siga, um tað broytir
støðuna nakað.
Løgreglan fylgir gongdini í Leirvík
Enn er løgreglan ikki komin til nakra niðurstøðu um hon fer at leggja uppí, ger býráðið í Eysturkommunu álvara av at stongja
vegin í sambandi við Norðoyatunnilin
Formaðurin í fíggjarnevndini,
Anfinn Kallsberg, fer at royna
at finna semju um uppskotið
hjá Fólkaflokkinum um fleiri
almennar sparingar
Vil hava fleiri sparingar
Uttan loyvi frá
politivaldi má
ongin lutur
leggjast ella
setast á veg,
sum kann vera
ferðsluni til
bága, uttan
so, at serstøk
viðurskiftir gera
tað neyðugt
Ferðslulógin,
grein 28
Friður um pólin
Tey fimm londini, sum hava mark ímóti Norðpólinum,
eru á einum máli um, at tey skulu samráða seg fram til,
hvussu stórum havøki hvørt teirra kann fáa ræði á. Tað
stendur í niðurstøðuni frá fundi, sum umboð fyri Kanada,
USA, Russland, Noreg og Danmark/Grønland hava hildið
í kanadiska býnum Chelsea. Londini eru eisini samd um
at herða trygdarkrøvini, nú støðugt fleiri skip sigla í tí
arktiska økinum. Londini ásanna, at tað er neyðugt at
verja umhvørvið og at tryggja upprunafólkinum í Arktis
búskaparliga og sosiala menning.
Nógvir húsagangir
Altjóða fíggjar- og búskaparkreppan noyðir støðugt fleiri og
fleiri danskar fyritøkur at lata aftur. Bara hendan seinasta
ársfjórðingin eru meiri enn 1.600 fyritøkur farnar av
knóranum, og tað er tað mesta nakrantíð í einum ársfjórðingi,
sigur DR. Sama ársfjórðing í fjør, sum var tað stóra
kreppuárið, fóru 1.365 fyritøkur av knóranum. Ein greinari
sigur við DR, at gjaldførið hjá nógvum donskum fyritøkum er
svikaligt. Hann væntar tí, at nógvar av fyritøkunum fáa ilt við
at útvega sær lán og kredittir, og tí væntar hann fleiri
húsagangir afturat ta næstu tíðina.