mikudagur 31. mars 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 63 · 31. mars 2010
8
VIKUSKIFTI
páska
sigrið rasmussen
Fakta SIgrIð
Navn: Sigrið Rasmussen
Aldur: 17,5 x2
Bústaður: Aalborg
Starv: Tónleikari
Familja: upptikin
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
Hvussu er lagið?
Heilt gott
Hvat ger teg
glaða?
Tá onnur geva
mær eitt smíl,
og eg síggi at
tað gongst væl
hjá øðrum. Gott
veður og góður
tónleikur.
Hvat ger teg illan?
Órættvísi.
Hvat er títt yndisgóðgæti?
Lakres! Gott fyri magan.
Hvat vil tú kallast –
Sigrey ella Sigrid?
Sigrið = ey er tað internationala ð:ið
Er tú rík?
Tað kemur an
uppá hvat man
kallar ríkidømi. Í
nógvum førum
haldi eg at
eg eri rík.
Hvørjum listafólk hevur tú
stóra virðing fyri?
Øllum, sum kempa fyri sína list,
havi eg stóra virðing fyri.
Hvat slag av sjampoo brúkar tú?
Elida. Bíligt og besta í verð.
Fer tú nakrantíð at klippa tær stutt?
Ja, tað kundi hent, um eg einaferð
fór at skifta tónleikastíl.
Hvat ert tú glaðast fyri við tær sjálvari?
Síggi alt frá tí ljósu síðuni. Tá verða
sjálvt tey keðiligu tingini lættari.
Hvat er romantiskt?
Stearinljós.
Hvør er besta bók tú hevur lisið?
Eg haldi meg ikki hava lisið hana enn.
Mariah Carey
ella Whitney
Houston?
Mín fyrsta fløga
var altso Whitney
Houston, so hon
hevur verið longst
í mínum lívi.
Hvør er tín lívrættur?
Avgjørt føroyskur matur. Best er ræsta
kjøtið, og so alt hitt sum fylgir við,
men mær dámar ikki blóðpylsu.
Hvat er størsti
brølari sum
er gjørdur í
Foroyum?
At vit enn liva
í skugganum
av øðrum.
Hvat hevði tú gjørt um tú
var ósjónlig ein dag?
Sitið undir liðini av einari leyvu
Er tú bangin fyri at gerast gomul?
Næ... um eg livi so leingi vóni eg, at eg
verið ein cool og frísk eldri dama.
Hvat hevur lívið lært teg?
At vera takksom.
Etur lakres
og vaskar
sær við Elida