Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 63 - 31. mars 2010 Hin 1. apríl koma nýggjar reglur um tilskot til keyp av heilivági í gildi. Ein tilskotsnevnd ger av, hvønn heilivág Heilsutrygd veitir tilskot til HEILSUTRYGD – Endamálið við hesum er at teir persónar, sum brúka nógvan tilskotsheilivág, koma at rinda minni í egin­ gjaldi. Hinvegin koma teir persónar, sum nýta lítið av tilskotsheilivági at gjalda meir, sigur Heilsutrygd í tíðindaskrivi. Broytinga fer borgarin at merkja á tann hátt, at einki tilskot verður latið fyri tær fyrstu 500 krónurnar í ein­ um tilskotsári. Síðan hækk­ ar tilskotið alt eftir, hvussu nógv keypt verður fyri í einum tilskotsári. Eitt tilskotsár er frá tí degi, tú keypir heilivág fyrstu ferð eftir 1. apríl og eitt ár fram. Keypir tú t.d. heilivág 15. apríl 2010, so endar títt tilskotsár 14. apríl 2011. Tær nýtist ikki at minnast til, nær tú keypti heilivág fyrstu ferð, ella hvussu nógv tú hevur keypt fyri, tí tað kemur at standa á kassakvittanini frá apotek­ inum. Verður heilivágurin sendur frá apotekinum, verður kunning viðløgd. Keypir tú ikki heilivág aftur fyrr enn 15. juni 2011, so byrjar títt nýggja tilskotsár 15. juni 2011. Tá nýtt tilskotsár so byrjar, verður tilskot ikki latið fyri tær fyrstu 500 krónur Síðan heldur skip­ anin fram við at stuðulin aftur hækkar. Hvussu stórt tilskotið verður, veldst um, hvussu stórar tínar árligu útreiðslur til heilivág eru. Tað merkir, at tilskotið hækkar í sam­ svari við tygara heildar út­ reiðslur, sum árið líður. Størri útreiðslurnar eru til heilivág í einum tilskotsárið, størri verður tilskotið. Børn yngri enn 18 ár og persónar eldri enn 67 ár koma ongantíð at rinda meir enn 1.195 krónur árliga fyri tilskotsheilivág. Øll hini koma í mesta lagi at rinda 1.600 krónur árliga. Reglurnar eru í stuttum hesar: • At tygum ikki fáa tilskot, um tygara heildar út­ reiðslur eru minni enn 500 krónur eftir einum tíðarskeiði á eitt ár. • At tygum fáa tilskot á 50% til tann partin av útreiðslunum, sum eru millum 500 og 1.000 krónur • At tygum fáa tilskot á 75% til tann partin av útreiðslunum millum 1.000 og 2.000 krónur • At tygum fáa tilskot á 85% til útreiðslur millum 2.000 og 3.300 krónur, um tygum eru yngri enn 18 ella eldri enn 67 ár. • At tygum fáa tilskot á 85% til útreiðslur millum 2.000 og 6.000 krónur, um tygum eru millum 18 og 67 ár. • At tygum fáa tilskot á 100% til útreiðslur oman fyri 3.300 krónur, um tygum eru yngri enn 18 ella eldri enn 67 ár. Í hesum aldursbólki kunnu tygum ongantíð rinda meiri enn 1.195 krónur í einum til skots­ ári. • At tygum fáa tilskot á 100% til útreiðslur oman fyri 6.000 krónur, um tygum eru millum 18 og 67 ár. Í hesum aldurs­ bólki kunnu tygum ongantíð rinda meiri enn 1.600 krónur í einum tilskotsári. Flestallur heilivágur verður býttur um við bíligasta heilivág, um tað snýr seg um sama virkna innihalds­ evni. Um tygum ynskja dýr ara heilivágin, mugu tyg um sjálv/­ur gjalda munin. Tó ber til hjá lækna at søkja tilskotsnevndina um hækkað tilskot. Lýsing er aðrastaðni í blaðnum, har dømir eru í. Eisini verður ein faldari borin í hvørt hús í hesi vik­ uni, har nærri frágreiðingar eru. Har verða eisini prent­ aðar tilvísingar til Løgtings­ lógina um Heilsutrygd. Gjald fyri heilivág verður broytt í morgin Afghanar fátækir Hóast Afghanistan hevur fingið hjálp fyri 35 milliardir dollarar tey seinastu sjey árini, eru flestu afghanar framvegis blóðfátækir. Mannarættindadeildin hjá ST hevur júst kannað livikorini hjá afghanum, og deildin skrivar í einari frágreiðing, at stjórnin megnar ikki at tryggja fólkinum tær mest grundleggjandi tænasturnar, og at nógvir embætismenn stinga almennar pengar í egnan lumma. Deildin heldur, at altjóða samfelagið leggur ov stóran dent á trygdina og ov lítlan dent á at menna samfelagið. Blair aftur á pallin Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Tony Blair leggur seg nú út í valstríðið upp undir parlamentsvalið, sum ætlandi verður eina ferð tíðliga í mai. Politiskir eygleiðarar í London vænta, at Blair fer at rósa Arbeiðaraflokkinum og forsætisráðharranum, Gordon Brown, men at hann fer at lata tann konservativa andstøðuleiðaran, David Cameron, fáa frið. Úr London verður sagt, at teir flestu floksfelagarnir hjá Blair eru fegnir um hjálpina frá honum, men at summir halda lítið um tað. Hetta eru serliga teir, sum vóru ímóti innrásini í Irak á sinni, skrivar Reuters. Vikuskiftið 10.-11. apríl skal føroyski krimihøvundurin Jógvan Isaksen í fongsul - í Horsens Statsfængsel í Danmark BÓKMENTIR Tíðindaskriv Jógvan Isaksen skal tó ikki inn at sita, men er eitt av »nøvnunum« á árligu donsku krimibókastevnuni Krimimessen, sum hevur 9 ár á baki og síðani 2007 hevur verið hildin í Horsens Statsfængsel, ið ikki longur verður brúkt sum fongsul. Stevnan byrjar leygar­ dagin 10. apíl kl. 10 og endar sunnudagin 11. apríl kl. 16. Á stevnuni verða krimi­ høvundar í hópatal úr Dan­ mark, hinum norður lond­ unum og uttan úr heimi, og í ár eru so eisini ­ fyri fyrstu ferð ­ Føroyar og ein før oy­ ingur á skránni. Krimisøgur munnu vera tað best um ­ tókta bókmentaslagið seinnu árini, og stevnan plagar at vera væl vitjað av fólki, ið vilja síggja og hoyra teir mongu blóðtystu rithøvundarnar. Jógvan er á skránni leyg­ ardagin 10. apríl, kl. 11.00 á Senu 3, har hann skal tosa við Jesper Stein Larsen um krimisøguna "Korsmesse", sum forlagið Torgard gav út í november í fjør. Temað fyri stevnuna í ár er raðmordarar. Hóast fitt av morðum verða framd í "Korsmesse" hjá Jógvani, er hon ikki sum so ein raðmordara søga. Men tað er hinvegin hin krimisøgan, sum Forlagið Torgard hevur givið út, nevniliga "Frosne sjæle" eftir kanadiska høvundin Giles Blunt, har ein rað­ mordari er upp á spæl í lítla býnum Algonquin Bay í Ontario, Kanada. Bókin vann ein Silver Dagger frá British Crime Writers' Association, tá hon kom út í 2000 og er umsett til 11 mál. Bøkur fyri hálvan prís Hóast forlagið ­ við tveim­ um krimiútgávum ­ ikki kann sigast at vera millum størstu krimiforløgini í Danmark, so fara vit at hava ein lítlan bás á stevnuni, har báðar krimisøgurnar kunnu keypast fyri hálvan prís, og høvi verður at fáa Jógvan at signera. Jógvan Isaksen í Horsens Statsfængsel