Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 63 · 31. mars 2010 12 VIKUSKIFTI páska Til arbeiðis Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Taks hevur álagt Sjokulátuvirkinum og Peturbjørg Poulsen tað, sum rópt verður framleiðslugjald, tí hon keypir sjokulátu, sum hon smeltar og virkar til Føroya lekrastu páskaregg. Framleiðslugjaldið, sum Taks krevur, at hon nú skal gjalda, ger, at tað ikki loysir seg hjá henni at gera eggini í framtíðini. Í eina tíð hevur hon togast við Taks, og endin er, at Peturbjørg Poulsen hevur kært avgerðina hjá skattavaldinum til avgjaldskærunevndina. Væntandi er, at viðgerðin har fer at taka nakrar mánaðir, og sjálv dugir hon ikki at meta um, hvørt avgerðin hjá Taks verður broytt ella staðfest. Tískil hongur eisini framtíðar­ framleiðslan av føroyskum páskar­ eggum nú í klønum tráð. Seinastu eggini Men hóast alt hetta, er Peturbjørg Poulsen nú í holt við seinastu føroysku páskareggini á hesum sinni. Í kjallaranum í bygninginum, har Radiohandilin hjá Erhardi og Pola Persson er í Niels Finsensgøtu 16 í Havn, hevur hon seinastu árini eisini havt handilin Sjokulátuvirkið. Her hevur hon selt ymiskar sjoku­ látuvørur, og her hevur hon eisini havt ein part av sínum framleiðsluvirksemi við sjokulátu, páskareggum og pyntaðu páskakurvum. – Eg havi gjørt av at lata handilin aftur, tá páskirnar eru farnar, og seinasti søludagur fyri páskir verður soleiðis páskaaftan. Í klønum tráð Peturbjørg er ikki endaliga avklárað um, hvussu verður við páskareggunum í framtíðini. – Fái eg viðhald í avgjalds kæru­ nevndini, soleiðis at framleiðslugjald kortini ikki kemur á páskareggini, er ikki óhugsandi, at heimagjørdu eggini eisini verða send út á marknaðin aftur næstu páskir. Hon vísir tó á, at í løtuni liggur alt í óvissu. Peturbjørg Poulsen sigur, at tað hevur gingið væl at selt páskaregg, páskakurvar og ymiskt páskapynt. Tá mest er at gera, sum nú tað stund­ ar til halguna, hjálpa børn og familja henni. – Eg havi øll árini keypt belgiska sjokulátu, sum verður smeltað um og stoytt í ymiskar støddir av formum. Hetta er ógvuliga góð sjokuláta, og tað skoðsmál havi eg afturvendandi fingið frá mínum viðskiftafólkum. Peturbjørg ger sjey ymiskar støddir av páskareggum, og hesi kosta úr 50 krónum upp í 1.250 krónur. Hon sigur, at størsta sølan er av páskar eggum, sum kosta einar 150 krónur. Kundans ynski – Eg havi bæði fylt egg og egg, sum ikki eru fylt – alt eftir, hvat fólk ynskja sær. Eru viðskiftafólkini í góðari tíð, kunnu tey eisini sjálvi gera av, hvat skal verða innan í egginum. Peturbjørg sigur, at hon kanska serliga leggur dent á ta fyllu, sum børnum dámar, og her kann talan eitt nú vera um mini­egg, gummibomm og fruktbomm. – Tey stóru og dýraru eggini kunnu rópast familjupáskaregg, og innan í hesum er ofta blandað fylla. Hon sigur, at tað ber væl til at keypa eitt stórt páskaregg, sum soleiðis kann etast av øllum í húsinum. Peturbjørg sigur, at hon vanliga byrj ar at gera páskaregg í januar, og tá so hásesong er, kann verða rættiliga nógv at gera. Peturbjørg heldur, at føroysku eggini, sum verða seld kring landið, eru vakrari enn tey útlendsku. Heima gjørda vøran líkist ikki hini út lendsku, men er eftir hennara tykki vakrari á at líta. – Annars eru eingi serlig frámerki á mínum vørum, leggur hon aftrat. Activ keypti Mamma Peturbjørg, sum eitur Marta Hansen, átti Kiosk Activ í Jónas Broncks gøtu í Havn í fleiri ár, og meðan tey høvdu kioskina, keyptu tey eitt nú heimagjørd páskaregg frá kvinnu, ið gjørdi slík. – Henda kvinnan fekk tó liðugt stoypt sjokulátuskøl úr útlandinum og syrgdi síðan fyri restini sjálv. Vit hava smeltað sjokolátuna og stoypt skølini í okkara egnu formum. Tá henda kvinnan gavst, fór eg fyri umleið 10 árum síðan at royna hetta, og eg haldi, at hetta hevur verið ógvuliga áhugavert. Fólk hava verið glað fyri heimagjørdu páskar­ eggini og páskapyntið hjá okkum. Peturbjørg Poulsen sigur, at hon hevur tvær smáar smeltigrýtur, og hon plagar eisini at smelta sjokolátu í hølunum í Niels Finsensgøtu. – Í handlinum er lítið pláss, og tá mest er at gera, taki eg grýtuna heim við mær, leggur hon aftrat. Vit fregnaðust at enda eftir, hvussu nógv páskaregg, hon vanliga ger í ein­ ari sesong, men tað sigur hon seg ikki ordiliga hava tal á. – Men talan er um nógv egg og nógvar páskakurvar tilsamans, sigur Peturbjørg Poulsen. Í eini 10 ár hevur PeturbJørg Poulsen selt heimagjørd páskar egg, men nú er lÍkt til, at hetta eru seinastu páskini, at føroysku eggini hjá henni verða á marknaðinum TAKS KnúSAr páskaregg mynd: Jens kristian vang til arbeIðIs Navn: Peturbjørg Poulsen starv: Handilskvinna besta við starvinum: Nøgd viðskiftafólk ringasta við starvinum: At TAKS knúsar páskaregg starvstíð: 10 ár við páskareggum starvsfólk: Eg sjálv – og familjan staður: Niels Finsensgøta 16, Tórshavn stjóri: Eg sjálv fAKTA PETURBJØRG – Vit hava longu selt nógv og so hvørt, sum dagarnir ganga, og páskirnar nærkast, verður sølan ikki minni, sigur Peturbjørg Poulsen sum ger og selir heimagjørd páskaregg