Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 63 - 31. mars 2010 Størsti vinningur nakrantíð Ikki síðani í oktober í fjør hevur sonevnda superpuljan verið við í spælinum hjá Danske Spil. Tað merkir, at vinningurin í dag er komin upp á heilar 73 milliónir krónur. Hartil skulu leggjast tær vanligu milliónirnar, sum eru í mikudags lottospælinum. Men av tí, at eingin vann seinasta mikudag, er vinningurin komin upp á 17 milliónir krónur. Tað merkir í stuttum, at um supertalið verður drigið í kvøld, og um tú ert einsamallur vinnari, kanst tú stinga ikki færri enn 90 milliónir krónur í lumman. Hetta er nógv størsti vinningur nakrantíð hjá Danske Spil og samstundis eitt met, sum neyvan verður sligið í bræði. Svári loynidoymurin um misnýtslu og neyð tøku er tema á fleir tíðarplanum í skaldsøguni Reins­ anin eftir finsku Sofi Oksanen, sum vann Norðurlanda Bók­ mentavirðislønina í gjár Virðisløn Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo »Evnini í skaldsøguni, kær­ leiki, svik, makt og makta­ loysi eru tíðarleys. Við ein­ um sjáldsama neyvum og rám andi máli lýsir Oksan­ en, hvat søgan ger við ein­ staka menniskjað og hvussu søgan er til staðar í nú’inum« Soleiðis varð millum annað sagt í grundgevingini fyri at lata Sofi Oksanen Norðurlanda Bókmenta­ virðislønina í gjár fyri skaldsøguna Reinsanin. Ein summarmorgun í 1992 finnur gamla Aliide Truu eina útlúgvaða og forvirraða kvinnu í hav­ anum. Kvinnan Zara er lumpað frá sínum heimi í Vladivostok til sexslavarí i Berlin. Felags fyri tær báðar kvinnurnar er, at tær báðar fjala yvir ræðulig loyndarmál um harðskap, misnýtslu og neyðtøku av kvinnum. – Eg kallaði bókina Reins anin, tí eg vildi hava eitt einstakt orð, sum vísir til traumatisku reaktiónina hjá kvinnum, sum eru neyð­ tiknar. Tær vaska sær alla tíðina. Tað er universielt og tað hava hesar kvinnur gjørt gjøgnum allar tíðir, sigur Sofi Oksanen við norska blaðið Aftenposten. Karmurin kring frá søgn­ ina er ítøkiligar søguligar hendingar frá burturflytan­ ini av túsundtals estarum til Siberia í 1940’unum og sovjettisku hertøkuna av Estlandi í 1992 til brennandi aktuella menniskjahandilin í Eystursjóvarøkinum. Alt skal ikki bara vera óhugni og ræðu­ søgur, halda tey á Bóka deildini, nú tey geva út klassisku bøkurnar um friðsæla Mumidalin Bøkur11 Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nú 65 ár eru liðin, síðani finski høvundurin Tove Jansson gav út fyrstu bókina um Mumitrøllini, heiðrar Bókadeildin søgunum við at geva tær út á føroyskum. Fyrsta føroyska týðingin Gandakalshatturin kom út í gjár, og er hon í mangar mátar ímyndin av heiminum og tankunum, sum høv und­ urin spann kring lívið í Mumidalinum. – Tove Jansson skapti Mumidalin í fyrstu bókini, ið kom út í 1945, sum ein heim, hon kundi flýggja inn í frá ræðuleikunum undir krígnum. Tí er Mumidalurin fyrst og fremst ein tryggur heimur, greiðir Gitte Klein á Bókadeildini frá. Pláss fyri øllum Tað merkir ikki, at lívið í Mumidalinum er keðiligt. Tvørturímóti er hetta ein sera stuttligur og impulsivur heimur, har Mumitrøllini gera sum tey vilja dagin langan. Tey eru tó altíð sera góð við hvønn annan og ansa eftir, at ongin kennir seg uttanfyri. Tað er til dømis ongantíð nakar trupulleiki, tá onkur nýggjur kemur inn í Mumi­ dalin. So smíðar Mumipáp­ in bara eina song afturat, tí tað skal vera pláss fyri øll­ um, eisini teimum sum kanska eru eitt sindur øðr­ vísi. – Mumidalurin er eisini eitt sera demokratiskt stað, har grundleggjandi menn­ iskja lig virði eru í hásæti og øll skulu hava loyvi at vera, sum tey eru. So eisini í tann mátan er lívið í dalinum ein reaktión uppá tað hatur og ta forfylging, sum ráddi und ir krígnum, sigur Gitte Klein. Friðsæla samveran í Mumi bókunum víkir nógv frá mongu ræðu­ og vampýr søgunum, sum annars eru so væl umtóktar millum størri børn og ung fyri tíð­ ina. Tær bøkurnar eru ofta sera spennandi, men tað skal eisini vera pláss fyri øðrum. Vit leggja okkum eftir at hava eitt breitt úrval av bókum, so vit røkka so nógvum ungum lesararum sum gjørligt, sigur Gitte Klein. Stóran dent á málið Tí leggur forlagið eisini stóran dent á, at týðingarnar eru á góðum føroyskum máli, sum børnini og tey ungu kenna seg aftur í og tíma at lesa ella lurta eftir. – Sjálvandi skulu børnini eisini læra nýggj orð og fáa nýggjar málsligar upp liv­ ingar, men málburðurin má ikki vera so øðrvísi og fremmandur, at tað órógvar lesingina og upplivingina av søguni, sigur Gitte Klein. Hendan fyrsta Mumibókin hjá Bókdeildini er ætlað at verða lisin upp fyri børnum í aldrinum seks til níggju ár. Seinni er ætlanin at geva ein røð av Mumi mynda­ og peikibókum til tey smá børn ini. – Vit hava leingi ætlað at givið Mumirøðina út, tí vit halda tað vera umráðandi at fáa slíkar klassikarar út á føroyskum. At ein bók er vorðin klassikari borgar eis ini fyri góðsku, sigur Gitte Klein og leggur aftur­ at, at tað eru tær upprunaligu Mumibøkurnar, sum nú verða týddar til føroyskt. Tað er Karl N. Hansen, sum týðir Mumibøkurnar til føroyskt, sum er tað 35. málið, røðin verður týdd til. Vinnarabók um ræðuligar loynidómar Ongin ræðist mumitrøllini Sofi Oksanen Mynd: Toni Härkönen, Norden Org. Tað er at fegnast um at ein dygdargóður klassikari sum bókarøðin um Mumitrøllini nú kemur út á føroyskum, heldur Gitte Klein, marknaðarleiðari á Bókadeildini Mynd: Álvur Haraldsen