mikudagur 31. mars 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 63 · 31. mars 2010
13
VIKUSKIFTI
páska
SoSIalurIn hevur hITT TeIr
báðar FólKaTIngSlImIrnar
Høgna Hoydal og Edmund
JoEnsEn á ChrISTIanSborg
TIl KjaK um loySIng og
Samband í ljóSInum
av FíggjarKreppunI.
edmund joensen:
Smekka nú til
Tennisbólturin hevur beina kós ímóti fjesinum
á Novak Djokovic undir dysti í Australia Open í
Melbourne. Vit siga bara: »Smekka til!«
Hugaligt var hjá okkum morgun
fólkum, nú tað var vorðið
gongu ljóst fyri klokkan seks.
Men ikki tær, kæri lesari, at siga,
so er øll gleði stokkut. Pálma
sunnu dagsnátt varð flokkan
flutt. Summartíðin byrjaði, men
hvar er summarið? Álmanakkin
varð gjørdur, áðrenn globala
upphitingin byrjaði. Klokkan
varð flutt ein tíma fram, og tað
styttist til deadline hjá Jóannesi
og teimum tveir tímar í einum
høggi.
Og nú er ikki ljóst fyrr enn
klokkan sjey. Aftur út í myrkrið
hvønn morgun.
Hatta við at flyta klokkuna
fram og aftur og aftur fram er
nak að tvætl. Tað ørkymlar fólk, tí
hóast tey gera tað tvær ferðir um
árið, hava tey hvørja ferð gloymt,
hvønn vegin, klokkan skal flytast.
Og tað ræður so sanniliga um
ikki at klokka í tí. Var tað nú eina
tíma fram ella ein tíma aftur ella
øvugt ella bæði ella ein fram og
tveir aftur?
Eini góð heimaráð (donsk
ivaleyst) eru tey um hava
møbl arnar. Um várið verða
havamøblarnir bornir út =
klokkan skal flytast fram. Um
heystið verða havamøblarnir
bornir innaftur = klokkan skal
flytast aftur.
Í Føroyum er ólukkan bara
tann, at her standa hava møbl
arnir úti alt árið til teir fara á flog
í fyrstu heystaródnini og enda í
onkrum øðrum hava.
Nei, vit mugu hava eitt ser før
oyskt fyribrigdi at miða okk um
eftir, tá klokkan skal flytast. Til
dømis hetta: um várið leggur
landsstýrið fram játtanarkarmin
fyri næsta ár = klokkan skal flyt
ast fram. Um heystið verður tað
mesta tikið aftur = klokkan skal
flytast aftur.
Men hví ólukkan skal klokkan
flytast? Í nógvum londum,
Ísland er eitt, er sama tíð alt ár ið.
Eingin klokkuflyting. Ors økin í
Íslandi er virðingin fyri neyt
unum. Kýrnar toldu ikki hetta
klokkuóskilið. Tær vilja verða
mjólkaðar somu tíð alt árið.
Lurtað varð eftir teimum.
Í Føroyum gera vit sjálvandi
sum tey gera í Danmark. Tann
dagur, tá føroyingar gera okkurt
øðrvísi enn danskarar er líka
fjarur sum tann dagur, ein sam
gonga verður samd. Vit kunnu
heldur ikki vera bæði 30 ár og
tveir tímar aftan fyri Danmark.
Sama ger so, um fólk koma ov
seint til flogferðir, skurðviðgerðir,
á stevnumøti, jarðarferðir, sam
gongu fund og ein tíma og eitt
korter ov seint til arbeiðis.
Jú, men, jú, men, tú fært
tím an aftur síðst í oktober (í
Dan mark verður klokkan flutt
ein tíma aftur síðstu sunnunátt í
oktober, og tí sjálvandi eisini her
hjá okkum). Jú, takk fyri tað, men
tá ger hesin tímin ongan mun, tí
tá er myrkt alt samdøgrið.
Almenna grundgevingin
fyri hesum klokkutvætlinum er
orku sparing, tí dagsljósið verður
gagn nýtt betur. Hví so ikki flyta
klokkuna fimm tímar, so orku
sparingin verður fimmføld?
Tann fyrsti at nevna summar
tíð var Benjamin Franklin. Tað
var í 1784 og hálvgum í spølni
sigst. Tað var heldur ikki fyrr
enn 30.apríl í 1916, at Týskland
og Eysturríki fluttu klokkuna
fyri at spara olju, tí kríggj var. Í
Føroyum fingu vit summartíð við
løgtingslóg í 1980. Tí Danmark
fekk sær summartíð aftur í 1980.
Tað eitur summartíð, hin tíðin
eitur ikki vetrartíð, summartíð
byrjar og summartíð endar.
Ann ars hevði ikki borið til at selt
lortin.
Í Danmark er eitt skilafelag,
sum eitur Landsforeningen mod
sommertid. Tey høvdu aðalfund
sunnunáttina 28.mars millum
klokkan eitt og tvey – okkara tíð.
Summarið kom við kulda og
kava. Tey flestu fluttu klokkuna
í ótíð.
Nú er klokkan flutt, og hjá
okk um morgunfólkum byrjar
dag urin aftur í bølaniðu. Hví
so ikki sova ein tíma longur og
brúka seinnapartin? Nei, tá skulu
vit spara orku, ikki so?
UmaftUrafturum
høgNi DjurhuuS
Gott føroyskt
- Tað hava vit simuplt hen ikki ráð tið.
Vit hava eina stramma játtan í ár.
Dimma
Neyð lærir nakna
kvinnu at spinna
Rósa Samuelsen: Eg má
læra at selja meg
Olivant
Vit orka heldur ikki
at hoyra meira
Loysn funnin um 10. flokk
Dimma
Hvussu rullar ein
bóltur av álvara?
Nú rullar fótbólturin av álvara
Dimma
Bara hasar lógirnar...
Løgtingið viðgjørdi í morgun
uppskot um nýggja stjórnarskipan,
hóast tað er í stríð við bæði
grundlógina, heimastýrislógina,
stýrisskipanarlógina og tingskipanina.
Sosialurin
Stór søga
Yvirmaðurin á brúnni
Dimma
Ja, líkist ongum at
gera slíka lóg!
Nú kemur nógv umstrídda kunngerðin,
sum m.a. ger tað bannað at lata olju
sleppa á sjógv, tá ið skip bunkra.
Olivant
Uppfinnsama Dimma
Íslendingar á gosi
Dimma
Fyrr fóru teir við slupp
til fiskiskap
600 ungdómar fara við
Norrønu í morgin
Olivant
Slappa av, tey snakka um íbúðir
Tær skulu verða bíligar at keypa
Dimma
ranga
í
strúpan
Drongur til sølu
Kanska er tað fyri at fanga eygað. Kanska er tað eitt
mistak. Ella kanska hevur lesarin broytt hugsan í evstu
løtu. Yvirskriftin fyri einari lýsing í Lýsingatorginum
nú um dagarnar var »Drongur til sølu«. Men tey, sum
fingu ein hvøkk av yvirskriftini, kundu tíbetur ugga seg
við, at tað hóast alt bert var ein dreingjasúkkla við
trimum gearum, sum varð sett til sølu. Okkum vitandi
sat eingin drongur á súkkluni, tá hon skuldi seljast.
nei, hetta
er ikki eitt
innkast
Juliana Suarez er
smidlig og fim. Hon er er
fimleikari úr Kolumbia,
og tí hevur hetta einki
at gera við eitt innkast,
sum vit kenna frá fót
bólti. Hinvegin eru
her kanska onkur góð
hugskot at heinta til
eitt langt innkast.
mynd: pOLfOTO
mynd: pOLfOTO
Ótíð