mikudagur 31. mars 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 63 - 31. mars 2010
Sosialurin
Populisma og
rúsdrekkasøla
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he-
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Jaspur
Langgaard jaspur@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein
sveinrogvi@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.00-20.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Rúsdrekkamálið hevur mangan elvt til rumbul
á tingi. At vit hava havt - og framvegis hava
– eina so stranga rúsdrekkalóg, samanborið
við grannalond okkara, hevur sjálvandi sína
søgu, sum gjørdi, at kvinnurnar atkvøddu eitt
rúsdrekkaforboð ígjøgnum í 1907.
Men nógv vatn er runnið síðani tá. At Rús-
drekka søla Landsins varð skipað í 1992 var tí eitt
nátúrligt stig. Fleiri mæltu til fría rúsdrekkasølu,
men tað var samfelagið neyvan klárt til tá - og so
als ikki tann politiska skipanin. Tí var hetta tann
gylti millumvegurin tá. Nú eru skjótt 20 ár liðin,
og sera nógv er broytt. Býarlív og matstovur eru
nú ein nátúrligur partur av samfelagnum – og
føroyingar eru farnir at drekka veikaru sløgini
av rúsdrekka, ikki minst hevur vínið tikið fremsta
plássið frá sterka brennivíninum.
Um dagarnar kom í ljósmála, at Johan Dahl,
landsstýrismaður í vinnumálum, við kunngerð
hevur givið Rúsdrekkasølu Landsins loyvi at
hava opið leygardag. Mong mundu yppa øksl,
tá hesi tíðindi bórust, tí hvør var tann djúpara
meinginin við hesum? Uppskot hava verið á tingi
um at javnseta føroysk virki við útlendsk virki, ið
framleiða rúsdrekka - so tað, ið loyvt er at selja í
Føroyum, eisini kann framleiðast í Føroyum. Men
kortanei, sigur tingið. Johan Dahl sigur, at hann
torir ikki at skera ígjøgnum á hesum øki, tí tað
setir samgonguna í vanda.
Hetta er ilt at skilja, tó at vit á hesum stað ikki
skulu mótmæla hesi broytingini hjá Johan Dahl.
Men at hetta skal til fyri at stytta bíðirøðirnar
fríggjadag, man tað ikki vera ein sannleiki við
modifikatiónum? Fyrstu árini hevði Rúsan opið
fríggjakvøld til klokkan 19. So bleiv hetta broytt
- kanska lænt hugskot frá peningastovnum, at
opið skuldi vera leingi hósdag. Her var neyvan
hugsað um kundan. Men um vent varð aftur til
hesa skipan, so varð trupulleikin við bíðirøðunum
helst loystur.
Formaður Sambandsfloksins á tingi kom í gjár
við mótmæli og kravdi, at landsstýrismaðurin
broytir kunngerðina aftur. Enn einaferð síggja vit
okkara óbúnu politisku skipan í einum nøtuhylki:
Handlað verður populistiskt, tí formaðurin hevur
sína serligu støðu í rúsdrekkamálum: »Tað burdi
ikki verið til«. Vit kunnu so bara taka hattin av
fyri landsstýrismanninum, sum púra greitt vísir
slíkum kravi aftur. Landsstýrisfólkini umsita,
løgtingsfólkini gera lógirnar.
Tað var ógvuliga harmiligt
at lesa grein í Sosialinum
16. mars »Millum ringastu
umhvørvissvín«. Blað mað
urin hevði ikki ómakað sær
nóg væl at lýsa málið úr
fleiri sjónarhornum. Tað
verður sagt í greinini, at
blaðmaðurin hevur roynt at
fáa fatur á mær til eina
viðmerking, men mær
vitandi hevur blaðmaðurin
hvørki ringt til mín ella til
Innlendismálaráðið fyri at
fáa eina viðmerking til
greinina. Tí kenni eg tað
sum mína skyldu at skriva
hesa blaðgrein fyri at lýsa
okkara síðu av málinum.
Í tíðindagreinini stendur
skrivað, at Føroyar standa
langt aftan fyri hini Norð
an londini og ES, og verður
eitt nú Ísland brúkt sum
dømi. Í greinini skrivar
blaðmaðurin, at Ísland
skerjir sítt útlát við 20% í
mun til 1990, meðan
Føroyar bara skerja 10%,
um vit umrokna hetta til
1990 sum støðisár. Blað
maðurin gloymir bara eina
týdningarmikla millum
rokning, nemliga at Ísland
slapp at hækka sítt útlát
við 10% í Kyotoavtaluni.
Leggja vit tølini fyri Ísland
saman við niðurskurðin hjá
Føroyum, so standa Ísland
og Føroyar á jøvnum, við
tað at londini bæði reelt
spara 10% í mun til 1990
sum støðisár. Sostatt
standa vit ikki aftan fyri
okkara íslendsku grannar.
Tó er tað rætt, at vit standa
aftan fyri Norra, sum er
heimsins førandi tá ið tað
kemur til at skerja útlátið
av veðurlagsgassi, men
hetta ger ikki Føroyar til
heimsins størsta
umhvørvsissvín.
Í mun til ES er støðan í
Føroyum ikki so ring, sum
blaðmaðurin vil vera við.
Bróðurparturin av tí niður
skurði, sum 27 ESlondini
gera, verður regulerað í
einari kvotaskipan. Allur
stórídnaður hjá ES er
partur í kvotaskipan, sum
er skipað við keyp og sølu
av CO2 kvotum. Hendan
kvotaskipanin hevur í
seinastuni verið undir
hørðum atfinningum, tí tað
er komið undan kavi, at tað
er komin stór peningalig
spekulatión í hesa skipan.
Harumframt ber eisini til
hjá ES, umframt øðrum
londum, at fáa góðskrivað
niðurskurð fyri íløgur í
viðarvøkstur, tøkniliga
menning í orkuskipanir í
menningarlondum o.a.
Hesir møguleikar, sum
gera tað lættari hjá lond
unum at rokna seg til ein
niðurskurð í útlátinum,
kallast fyri »offsets«. Ein
skipan, sum loyvir einum
landi at rokna átøk, sum
eru gjørd í øðrum londum,
við í sín nationala niður
skurð. Ein kann seta
spurnartekin við, um tað er
rætt ella skeivt at gera brúk
av tílíkum skipanum, og
góðskriva hetta sum eina
nationala skerjing av CO2
útlátinum. Globalt sæð er
tað kanska rætt, tí veður
lagstrupulleikin er globalur
og má loysast í øllum
heimsins londum. Í Føroy
um gera vit ikki brúk av
»offsets« møguleikum.
Okkara mál er fyrst og
fremst at minka okkara
heimliga útlát. Føroyska
málið um at minka útlátið
við 20% í 2020 skal røkk
ast við nationalum niður
skurði, uttan brúk av góð
skrivingarmøguleikum.
Hetta fremur gjøgnum
skygni í okkara átøkum.
Fara vit at gera brúk av
»offsets«skipanum er
ætlanin, at hesin niður
skurður skal koma afturat
verandi máli um 20%
niðurskurð í heimliga
útlátinum.
Tað er sera harmiligt, at
vit í Føroyum eru so ófør
at sláa hvønn annan í heys
in við, at vit eru um
hvørvis svín og óambitiøs,
tá ið onnur kring okkum
rósa okkum fyri eitt gott og
ambitiøst arbeiði. Hetta
kom fram undir veður
lagsráðstevnuni, har eg á
fleiri pallum fekk høvi at
greiða frá veðurlags
politikki Føroya við sera
positivari móttøku, ikki
minst undir sjálvari ráð
stevnuni í Bella Centri
num, har vit á einum væl
eydnaðum Side eventi
fingu varpað ljós á Føroy
ar, føroyskan veðurlags
politikk og varpað ljós á
havið. Eisini valdi danski
veðurlagsmálaráðharrin,
Lykke Friis, at umrøða
ambitiøsa føroyska veður
lagspolitikkin í sínari
COP15røðu. Í løtuni verð
ur arbeitt í tøttum sam
starvi við danir um at
fráboðað UNFCCC før
oyska tekstuppskotið, sum
vit fingu semju um við
danir undir veður lags ráð
stevnuni.
Eg má viðurkenna, at
politiskt hevur man ikki
gjørt nóg nógv við veður
lagsøkið fyrr enn nú, og tí
fegnist eg um, at vit í
Føroyum nú hava átikið
okkum politiska ábyrgd á
veðurlagsøkinum og sett
ambitiøs mál at minka um
okkara heimliga útlát.
Hóast niðurskurðurin í
Føroyum neyvan fer at
loysa tann globala veður
lagstrupulleikan, so er tað
umráðandi, at vit vísa
medábyrgd og innlima
okkum í alheimssamfelagið
heldur enn at standa
uttanfyri. Við at halda
áfram at skerja útlátið av
veðurlagsgassi gera vit
okkum samstundis minni
heft at oljuni, sum dagliga
er ein hóttan ímóti okkara
vinnulívi og búskapi sum
heild. Vit hava við einari
breiðari politiskari semju
tikið fyrsta stigið tann
rætta vegin, og vónandi
fara vit at seta okkum enn
hægri mál í framtíðini á
veðurlagsøkinum, sum
bæði gagnar umdømi
føroyinga og ger okkum
sterkari búskaparliga.
Eru vit millum ringastu umhvørvissvín?
Landsstýris kvinna í
innlendismálum
ANNIKA
OLSEN