mikudagur 31. mars 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 63 · 31. mars 2010
14
VIKUSKIFTI
páska
Hugleiðing um føstuna
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Páskadag er føstan av. Vit hava tá havt
40 dagar av føstu og djúpari hugsan, og
eru nú til reiðar at gleðast um lívið, sum
sigraði. Ella hvussu er tað nú við tí?
Vit hátíðarhalda enn føstuinngangin
við føstulávint. Vit sláa tunnu, eru
grýlur, eta væl og drekka eina rúgvu. Vit
stuttleika okkum og tað er veldigt. 40
dagar seinni markera páskirnar endan
av føstuni, og eisini tað hátíðarhalda vit
við góðum mati, sjokolátu, vertskapi og
dansi 2. páskakvøld. Men sjálv føstan er
horvin í dagsins samfelag. Í grundini er
tað undarligt, um vit hugsa um tey ráð
og rák, sum vit í dag síggja. Tá hóskar
føstan nevniliga sum fótur í hosu.
Kosturin
Í bókini »Sær er siður á landi« skrivar
Rasmus Rasmussen um føstuna.
Vit skulu bert góð 100 ár ella trý
ættarlið aftur í tíðina fyri at síggja, at
føstusiðirnir vóru strangliga hildnir.
Eingin so mikið sum hugsaði um at eta
kjøt -hvørki til døgverða ella viðskera,
og tað var ivamál, hvussu beint tað var
at lata bein út í súpan til bót.
Fólk hava sostatt etið mat úr
havinum, epli, røtur og tað grova
grønmetið, tey hava havt, greyt, egg,
drýl og tílíkt. Í rættiliga stóran mun
er hetta tað, sum okkum í dag verður
mælt til at eta. Vit skulu eta minni
av kjøti, men hava meiri av fiski,
grovum grønmeti og grovum breyði.
Harumframt er greytur av havra,
bygg og øðrum grovum kornsløgum
hægsti móti í grannalondunum,
og kostráðgevarnir jubla. Tað er
hugvekjandi, at maturin, sum klókastu
føðsluhøvdini í dag viðmæla okkum at
eta, í so stóran mun minnir um gamla
føroyska føstumatin.
Tað andaliga
Í føstu vóru allir miðvikudagar
»biðidagar«. Morgnarnir vóru
heilagir, og fólk fóru í kirkju áðrenn
dagsins gerningur kundi byrja. Um
prestur var í bygdini, læs hann eitt
petti úr Jesu pínslasøgu. Sálmur varð
sungin fyri og eftir, og eftir hesa
stuttu morgungudstænastu kundi
gerandisdagurin byrja. Um prestur ikki
var í bygdini, var kortini farið í kirkju
og lestur lisin. Var onkur, sum ikki sá
seg føran at fara í kirkju, lósu tey sjálvi
lestur ella eitt petti av pínslasøguni
heima.
Í dag er tað andaliga og spirituella
eisini í fokus. Vit hava óteljandi hættir
at fáa ró í sálina og frið í sinnið, so vit
kunnu avstressa og koma í javnvág.
Í staðin fyri at byrja dagin við eini
morgungudstænastu hava vit nú eisini
alternativini yoga, mindfulness ella
meditativa fordjúpan.
Googlar tú orðið »avstressing«,
tekur tað 0,34 sekund at finna 24.200
hits. Tað er modernað og gott at vera
í sambandi við sálina. Vit hava eisini
terapeutar, coachar og sálarfrøðingar,
vit hava kemisk evni sum eydnubollar
og onnur antidepressiv, sum hjálpa
okkum at hanga í vatnskorpuni, so vit
ikki drukna í gerandisdegnum.
Vit leita eftir meiningini í lívinum
og síggja ikki stóra mynstrið í
alheiminum. Spurningurin er, um hesar
morgungudstænasturnar mundu gera
tað sama fyri føroyingar tá, sum øll
nútímans tilboðini gera fyri okkum í
dag. At skapa ró, takksemi, eyðmýkt
og eitt yvirblikk yvir lívið.
Stuttleikin
Ikki varð dansað í føstu. Tað varð hildið
at vera grovt halgibrot og hevði verið
harða revsing vert, um onkur skuldi
hættað sær. Tey spældu heldur ikki
kort, men hildu seg til nøkur fá spøl,
ið ikki vóru hildin at vera syndafull
tá. Teir eldru telvaðu. Tá stillavika
kom, var als einki spælt ella havt til
undirhald.
Í dag liva vit í eini undirhaldstíð,
og vit eru partur av zappi-ættarliðnum.
Vit krevja at verða undirhildin, og tað
kennist sum torturur, um vit av onkrari
orsøk skulu kett okkum eina løtu.
Vit hava ótalligar sjónvarpskanalir,
filmar, facebook, twitter og myspace.
Vit hava fartelefonir og skype, so
okkum ongantíð, nakrantíð nýtist vera
einsamøll við okkara egnu tankum. Vit
gera tað, vit tíma, so leingi vit tíma tað.
Spurningurin er so, um tað hevði
gjørt okkum nakað, um vit í 40 dagar
árliga minkaðu um yvirfladiska,
hópframleidda undirhaldið og keddu
okkum eitt sindur. Lósu eina bók, gingu
ein túr. Ja, kanska vitjaðu vinkonuna,
ístaðin fyri bert at kjatta við hana. Tað
kundi enntá møguliga sloppið okkum
undan rokningini til coachin, terapeutin
ella yogalæraran, um vit tordu at hoyra
okkum sjálvi hugsa og merkja lívið eitt
ávíst tíðarskeið um árið.
Aftur her rakar føstan seymin
á høvdið viðvíkjandi tilmælunum
frá serføðingunum og einum av
trendunum just nú: at læra okkum
bara at vera. At halda okkum frá
undirhaldi, sløkkja fartelefonina og
lata telduna vera liggjandi í taskuni.
At lata sjónvarpið vera sløkt, so vit
hyggja uppá hvønnannan í staðin fyri
á skíggjan.
Føstuhald í 2011?
Føstan, sum hon var hildin fyri 100
árum síðani, er farin. Men kann
tað hugsast, at føstan fer at gerast
modernað aftur? Ein updaterað, kanska
meiri sekuliserað útgáva av føstuni, har
vit eta sunnari, merkja okkum sjálvi og
hvønnannan og tora at keða okkum? Tí
um vit hugsa um tað, so er føstan jú í
grundini topp-modernað.
Og tað hevði einki gjørt, um vit
einaferð um árið í ávísan mun settu
ferðina eitt sindur niður.
Kanska skulu vit í føstuni í 2011
skava eitt sindur av okkara marglæti
og yvirflóð av. Kanska skuldu vit nýtt
høvið at broytt kostvanar og merkt
tíðina og lívið. Og so kundu vit glett
okkum til páskirnar, tá lívið aftur varð
livandi, og vit aftur kundu gjørt sum
fyrr. Um vit ynsktu tað.
Vit skulu Velja tað sunna, Vraka tað óSunna, Vit fara til
detox og aVstressing og meditation og terapi. Vit skulu
hugsa um ta SpirituEllu dimensjónina og geara niður aV og
á - og Vit gjalda glEðiliga fyri at fáa hjálp til tað. men Var
tað í grundini ikki júst hetta, gamla føStan snúi seg um?
Kann føstan
endurreisn?