mikudagur 31. mars 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 63 • 31. mars 2010
2. partur
Í undanfarna partinum varð
endurgivin frásøgnin hjá Erik
Lassen, sum gevur lesaranum
ein farra av, hvussu menn hava
upplivað hesa hending. Ein kann
undrast á, at tað yvirhøvur vóru
so nógvir mans, sum hóraðu
undan eftir fyrst at hava neyð
hildið sær eina heila nátt. Síðan
at koma í land og uppá bakkan,
og aftaná tað tann langi teinur at
ganga til hús.
Norðoya Forminnasavn hevur
fingið til vega veðurmátingar har
á leiðini hesar báðar lagnudagar
26. og 27. mars 1930. Mátingar
vóru gjørdar í Grindavík, Vest
mannaoyggjunum og Eyrarbakka
fleiri ferðir um dagin.
Her sást, at hitin hevur ligið um
frostmarkið og niður í 4 kuldastig.
Tað hava verið kavaælingar, og
ein slíkur hevur verið, tá skipið
sigldi á. Skrásetingarnar vísa, at
tað hevur verið upp til vindstyrki
9, 2124 m/s í Vestmannaoyggjun
um, men á Eyrabakka, sum er á
leiðini, har Ernestina fór á land,
var vindstyrkin 6, 1114 m/s av
landnyrðingi. Tað kunnu tó hava
verið avvik mikllum mátingarnar.
Lufttrýstið lá í øllum støðum um
1000 mb.
Hetta bendir ikki á, at tað hevur
verið av mesta vindi og kulda,
men kortini nóg mikið til, at tað
hevur kenst sera kalt hjá monnun
um í teirri støðu teir vóru í.
Sjóforhoyrið
Tann 5. apríl, stutt eftir, at
manningin var komin heim aftur
varð sjóforhoyr á sýslumans
skrivstovuni í Klaksvík.
Sjórætturin var mannaður
soleiðis, at Norðoya sýslumaður
var formaður, meðan Hans Erik
Olsen og Johannes Jacobsen
vóru sjórættarlimir.
Sjóforhoyrið er í síni heild
prentað sum serprent og givið út
av Norðoya Fornminnafelag. Tað
fæst í bókahandlum.
Nærum allir av manningini
vórðu avhoyrdir. Fyrstur at verða
avhoyrdur varð skiparin Johan
David Joensen, Dávur í Gerðum.
Skipið lá jú bakk, og ætlanin
var at sigla inn móti landi og
síðan at venda út aftur sum
vanligt er, táið tað verður ligið
bakk. Men tað gekk nógv skjótari
móti landi enn skiparin roknaði
við. Hann helt orsøkina vera
streymurin móti landi, sum hann
seinni hevði hoyrt var serliga
harður hetta kvøldið.
Skiparin helt so, at tað var tíð
at venda, og hann gav boð um at
starta motorin. Men hetta var júst
ov seint, og úrslitið kenna vit.
Her kann eisini verða skoytt
uppí, at okkurt av Ernestinu kom
heim til Føroya og er framvegis til.
Aftaná fyrsta partin í hesi
røð varð eg gjørdur varur við,
at Eli Eltør hevði ein krampa av
skipinum heim við, og hann var í
varðveitslu hjá abbasoni við sama
navni í Havn.
Tað er hugsandi, at Eli hevur
verið verið ein av teimum, sum
dagin eftir fóru at hyggja eftir
vrakinum. Hann kann so hava
funnið krampan í einum vrakpetti
og hevur tikið hann heim við sær.
Útvarpssamrøða við
Ziska Jacobsen 1971
Ziska dámdi ongantíð at tosa
um hendingina við Ernestinu
og so avgjørt ikki alment. Hetta
var tað vanliga, tá menn høvdu
verið úti fyri slíkum dramatiskum
hendingum.
Tó er til skjals ein útvarps
samrøða, sum táverandi útvarps
maðurin Árni Absalonsen hevði
við hann 1971.
Tá var Ziska 71 ára gamal,
og søgan um, hvussu hetta
eydnaðist, er henda:
Árni var farin til Klaksvíkar at
vitja. Har var hann farin til Eskild
Norðbú at klippa sær. Eskild var
sonur motorpassaran á Ernestinu,
Poul Joensen, hvørs heilt serligu
søgu vit eisini greiða frá í kom
andi parti.
Eskild spyr tá Árna, hví útvarpið
ikki gjørdi eina samrøðu við Ziska
um hendingina við Ernestinu. Árni
svaraði, at Ziska var einki fyri at
tosa um hesa hending. Hann visti,
at Niels Juel Arge hevði roynt at
fáa eina samrøðu við Ziska, men
tað hevði ikki eydnast.
Tá helt Eskild, sum var væl
skorin fyri tungubandinum, at
hann hevði ofta tosað við Ziska
um hetta. Hann ivaðist ikki í, at
hann skuldi fingið Ziska at sagt
útvarpinum frá hendingini.
Longu sama kvøld ringir Eskild
til Árna, sum var staddur heima
hjá foreldrunum í Klaksvík og
sigur við hann: “Eg eri inni hjá
Ziska, og hann hevur játtað at
greiða frá tilburðinum.”
Árni sigur, at tað var av berari
tilvild, at hann hevði bandupptak
ara hjá sær. Tað vóru bert nakrir
metrar millum húsini, og Árni var
skjótur oman til Ziska. Men hann
var púra ófyrireikaður, tí hann
hevði ikki roknað við hesum.
Vit fara nú at endurgeva hesa
samrøðuna nærum orðarætt.
Vit fáa váttað ta myndina, vit
hava av einari beskednari hetju.
Einki reyp, kanska mótsatt. Her
er tó ikki rættuliga alt við. Ziska
fortaldi fyri Eskild, at tá hann
hevði svomið í land av Ernestinu,
var hann fullkomiliga lúgvaður
og føldi seg ikki føran fyri at taka
sær nakað til. Men tað, sum
gav honum nýggja megi, var, tá
ið hann hoyrdi rópini hjá sínum
framvegis neyðstøddu feløgum
umborð á sundurknústa skipinum.
Í samrøðuni greiðir Ziska fyrst
frá, at hann var 13 ára gamal, tá
hann fór til skips á fyrsta sinni.
Um hesa minniligu ferðina við
Ernestinu sigur hann, at teir komu
yvir á Suðurlandið fyrst í mars
mánaða. Teir høvdu fyri tað mesta
fiskað á Selvogsbankunum, men
so hendir hetta tann 26. mars, at
teir fara á land.
Tað serliga við hesi frásøgn
er sjálvsagt, at her fáa vit hana
frá sjálvum høvuðspersóninum,
og hetta er sjálvsagt eisini
kensluborið.
Útvarpið endursendi annars
hesar báðar frásagnir júst 80
áradagin fyri hendingina seinasta
fríggjadag. Men nú eru so báðar
samrøðurnar aftur á prenti.
Endurgevingin er stórt sæð orða
røtt, sum Ziska greiddi frá henni.
Vit geva Ziska orðið:
Vit høvdu fiskað eitt sindur tann
dagin, men lítið. Vit hálaðu av og
góvust at fiska fyri illveður.
Tað varð lagt inneftir. Tað var
ligið inneftir, og tað var meira at
kallað illveður. Tað var eitt ordiligt
illveður, ja. Eg arbeiddi í lastini.
Vit vóru nakrir mans í lastini. So
var tað við eitt vekk, at tað varð
rópt, at vit fóru á land. So fóru vit
upp, vit sluppu uppaftur.
Var tað myrkt tá?
Tað var myrkt, ja. Tað var um 10
tíðina. Eg veit ikki: Tað gekst ikki
væl at sleppa upp hjá nógvum. Eg
veit ikki, hvussu allir sluppu upp
aftur.
Og tit sóu einki, hvussu
tað sá út á landi?
Nei, nei, tað var heilt myrkt og
tjúkt í kavaroki tá og
nakað nógvur vindur.
Eg fór so ongantíð
Ziska Jacobsen:
Rópini frá teimum neyðstøddu
gav nýggja megi
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Á leiðini til bóndagarðin kom manningin framvið Selvogsvitan
➘
Leivdirnar av bóndagarðinum, teir komu til