mikudagur 31. mars 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 63 · 31. mars 2010
15
VIKUSKIFTI
páska
fáa
Fakta um Føstuna
• Føstan stavar frá gamlari katólskari tíð, og
verður hildin til minnis um Jesu líðingar
• Føstulávint eitur á fremmandum málum Carne-
val , sum merkir “farvæl til kjøt”
• Føstan er tíðin frá øskudegi til páskaaftan,
stundum roknað frá sunnudegi í føstuinngangi
• Orðið “føsta” kemur av sagnorðinum “at
fasta”
• At fasta er hvørki at njóta mat ella drekka
• Í Føroyum var føstan tó í høvuðsheitum
avmarkað til ikki at eta kjøt
• Sagt varð, at “grýlan kemur eftir børnum, ið
gráta eftir kjøti í føstu”
• Í føstu varð ikki dansað, tí eru
føstulávintsmánadagur og 2. Páskakvøld, hvør
sínumegin føstuna, tiltikin dansikvøld
• Gamalt er, at mánadag í føstugangi skulu allir
trælir hava frí
• Føstuinngangur er fyrsta sunnudag eftir fyrstu
tendring eftir kyndilsmessu
• Føstan endar páskadag, tá Jesus reis upp frá
deyðum, og tað var somuleiðis fyrsti kjøtdagur
eftir føstuna
Gamla føstan hevði nógv av teimum
tingunum, sum vit í dag rinda
serfrøðingum dýrt fyri at hjálpa
okkum við. Tey ótu heilsugóðan
kost við máta, serliga fisk, tey
halgaðu morgnarnar til tað
andaliga ella spirituella, og tey
merktu lívið og egnar tankar