mikudagur 31. mars 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
16
nr. 63 • 31. mars 2010
niður undir aftur. Eg fór fram á
bógvin beinanvegin, og tað fóru
teir flestu. Tað var einki at gera.
Skipið var farið á land, tað var
einki at gera við tað. Sum vit
stóðu har, fór ein maður nú og
annar tá, so tað var ringt skil,
einki soleiðis stuttligt. Tað vísti
seg at vera leingi til dagur kom,
náttin var long. Bestimaðurin
og eg, vit stóðu tilsamans og
ein annar maður, Sigmund
Brest úr Skúvoy, og vit hildu
í hvønn annan. Jóan Magnus
(bestimaðurin), hann fór avstað,
hann fór á sjógv. Og eg mátti so
sleppa honum. Tað var ikki nakað
sum æt. So, tað var eitt grúiligt
tumultur, sum tá var, og einki
kundi gerast fyrr enn tað lýsti. Eg
veit ikki.
Hann (skiparin) snakkaði so við
meg um at prøva at fara í land. Eg
dugdi væl at svimja, men tað var
ikki tespuligt at fara. Mær hevði
dámt betur at farið leysur, men
tað hildu hinir ikki.
Og tá var tað blivið ljóst?
Ja, tá var tað blivið ljóst. Tá sást
land, og tað var berg fyri, kann
mann kalla. Har var ein urð, og
til alt held var fjøra, men tað var
nógv brim.
Var tað langt í land?
Ja, tað var nokkso langt. Eg fór
so. Eg dugdi væl at svimja, so tað
hugsaði eg einki um.
Tygum svumu nógv sum yngri?
Grúiliga nógv, ja, ja. Tað vóru
nógvir javnaldrar hjá mær, sum
svumu nógv. Ja, so fór eg at
prøva. Jú, tað gekst illa at sleppa
á land, men tað endaði við, at eg
slap á land.
Og høvdu tygum enda á tygum,
tá ið tygum komu á land?
Nei, tá hevði eg ikki enda á mær.
Eg loysti endan av mær, tí hann
darvaði meg so nógv. (Ziska hevði
enda á sær, tá hann byrjaði at
svimja.)
Men tygum fóru ikki aftur á
borði alíkavæl?
Nei, ikki aftur á borði.
Tá ið so tygum komu uppá land,
hvussu var so at koma upp?
Tað var ringt at koma upp. Tað
var grúiliga strævið at koma úr
briminum upp í urðina. Tað var
ringt. Men sum sagt, eg slapp
upp. Tað var leingi, tað var tað,
men eg slapp uppá land. Teir
róptu so grúiligt úti frá skipinum,
tað hoyrdi eg, men eg hoyrdi lítið,
hvat tað var. Men sum eg forstóð,
knýttu teir eitt bjargingarbelti
í eina línu at reka í land, og eg
sá tað. Tað kom inn ímóti landi
hetta bjargingarbeltið. Tað gekst
illa at fáa tað, men til alt held
var ein fiskihaki komin har. Hann
var nokkso langur, og eg fekk í
bjargingarbeltið. So skundaði eg
mær at gera fast um ein stein,
ein klett. Tað tók eina góða løtu,
so nú koma teir, nú kemur onkur í
land, tað sá eg.
Teir komu í land eftir
endanum?
Ja, eftir endanum. Vindurin var
nú grúiliga nógvur, men tað vísti
seg fyri mær, sum um at tað bleiv
minni brim tá fjøra bleiv. Eg veit
ikki, hvør ið kom aftaná annan,
tað veit eg ikki.
Men eg fór so at royna alt
fyri eitt, tá nakrir vóru komnir,
at fáa at vita, hvussu vit skuldu
sleppa upp. Har var so grúiliga
høgt, høgur bakki. Skalvurin
var so stórur, men eg slapp upp
ígjøgnum kavan.
Tað vóru forskelligir sum lyftu
meg, sum hjálptu mær upp.
Eg veit ikki, eg var grúiliga illa
komin, og eg minnist til tað, tá
eg kom upp á bakkatromina. Tá
var nokk so langt millum kavan
og bakkan, tað var opið niður
ímillum. Eg veit ikki, so skavaði
eg og skavaði og skavaði. Tað
endaði við, at eg slapp upp, men
eg var grúiliga illa fyri.
Tað vóru kanska fleiri sum
vóru illa komnir?
Ja, teir vóru illa komnir, men tað
máttu teir vera.
Og hvussu nógvir mans vóru
tit so sum bjargaðust?
Vit vóru 17.
Tað vóru so níggju, sum
fórust?
Ja.
Kláraðu allir menninir seg,
allir teir sum komu á land?
Illani, vit máttu seta tveir eftir,
søgdu teir. Eg var uppí teimum
fyrstu, og teir royndu at fáa
meg heim fyrst. Tann eini doyði.
Summir vóru næstan naknir,
summir vóru skóleysir.
Teir hava ikki fingið tíð
at lata seg í?
Nei, tað vóru ringar umstendig
heitir, og tað var so ringt í
sjónum.
Og høvdu teir so hingið hálv
naknir í rigninginum alla
náttina eisini?
Ja, tað kann man kalla. Tað vóru
fáir, sum vóru í oljuklæðum. Eg
var so ikki í oljuklæðum. Eg hevði
onga húgvu, tað minnist eg væl.
Eg hevði arbeitt í lastini, og eg fór
beinanvegin upp í rigningin.
Og so fór eg niður aftur, tí eg
visti ikki, hvar eg skuldi vera. Alt
kundi fara hvørja løtu. Tað var
meira brim enn so.
Tá tit komu upp – har var jú
einki hús fyri?
Einki hús var fyri, nei. Men vit
vistu, hvar vit skuldu ganga, tí vit
vistu hvar vit vóru. Tað var farið
vestur eftir.
Vit sóu fýrtornið á Selvogsnesi
fyrst. So bleiv gingið, so bleiv
gingið, og so komu vit til hús, sóu
nøkur hús. Tað var so nógvur kavi.
Vit vóru grúiliga væl móttiknir.
Og eg fór so í song beinanvegin.
Eg visti so ikki meir, hvat ið gekk
fyri seg tá. Og eg minnist væl
til, tá eg vaknaði upp aftur, var
seingin full av ull. Har var grúiliga
smáligt í tí húsinum, sum vit
komu til. Men rímiligt, tey royndu
hvat tey kundu.
Skipið var tað liggjandi so
leingi tit sóu?
Ja, so leingi vit sóu. Men tað fór
vist nakað skjótt. Vit fóru nakrir
sum orkaðu út aftur morgunin
eftir. Tá var hvørki eitt ella annað
at síggja. Vit funnu trý lík har. Tað
var einki at gera við
Hvussu komu tit so heimaftur?
Vit komu við Verdandi, Elias
Sofus Hansen í Norðragøtu førdi
hana. Hann var inni á Tórleifs
høfn, og hann kom eftir okkum.
So førdi hann okkum til Grindavík.
Har komu bilar eftir okkum og
koyrdi okkum til Reykjavík. Vit
fóru so heim við Drotningini.
(Her kann skoytast uppí, at
á ferðini heim var skipað fyri
innsavning millum yvirmenn og
ferðafólk til kransar “til dem af
os, der ikke naaede Fædrelandet
i levende live,” sum tað verður
sagt av heimildarmanni.)
Ziska, tygum fingu fleiri
heiðurstekin fyri hetta
bragdið?
Ja, eg fekk fleiri heiðustekin. Eg
fekk eitt gullur frá ministeriinum.
Tað var sjófartsministeriið?
Tað var sjófartsministeriið. Og
so fekk eg eina medalju frá
Carnegiefondin.
Og tygum fingu pengar eisini?
Ja, pengar eisini.
Beskeðin hetja
Her endar samrøðan,. Tað er
týðiligt, at Ziska ikki hevur hug
at tosa um tann heiður, sum er
vístur honum. Hetta beskedni ger
hann tó ikki til eina minni hetju.
Men hann fekk millum annað 800
kr frá Carnegiegrunninum. Hetta
var ein heil ársløn hjá fiskimanni
tá á døgum. Her kann eisini verða
skoytt uppí, at Ziska frá teimum,
sum komu frá hendingini við
lívinum, fekk eina myndabíbliu og
eina ljósakrúnu, sum framvegis er
í familjuni.
Koman til Reykjavík
Her kann eisini nevnast, at
menninir komu til Grindavík við
Verdandi kl. 7 á kvøldi og komu
til Reykjavíkar við bili kl. 10.
Tveir av teimum komu at búgva á
sjómansheiminum hjá Frelsunar
herinum í miðbýnum, meðan 15
komu at búgva á Hotel Hekla.
Hetta var sama hotellið, har
manningin á Acorn búði aftaná
sorgarleikin har umborð í 1928.
Hetta var meðan teir bíðaðu eftir
at sleppa avstað aftur.
Líkini vóru sett inn í eitt kapell.
Her helt ein prestur talu yvir teir
deyðu, og manningar
á føroyskum skipum,
sum lógu á Reykjavík
Líkini vórðu løgd inn í Stranda Kirkju, sum meira enn aðrar kirkjur er sjómanna
kirkja. Tað eru nógvar olmussur lovaðar henni av neyðstøddum sjómonnum
Tað eydnaðist at bjarga einum luti av Ernestinu, nevniliga ein krampi. Hildið
verður at hann er úr lugarinum
➘
Í Reykjavík búðu teir flestu av manningini á Hotel Hekla.
Høvdið á brævpappírinum
Eli Eltør hevur helst funnið krampan í
vrakluti, sum rak inn í fjøruna