Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 63 · 31. mars 2010 16 VIKUSKIFTI páska KIrKjan geVUr mær »bensIn« á tangan – ung fólk siga, at kirkjan er ov stirvin, og at hon kundi trongt til eina upp frískan. Men tey gleðast hinvegin uM friðin undir gudstæn­ ast uni, sigur durita djurhuus av selatrað. hon gongur 3. árið á lærara skúlanuM og er eisini limur í kirkju ráðnum í heiMbygdini KirKjan snorri Brend snorri@sosialurin.fo Selatrað: – Tað er altíð gott, tá nógv fólk kemur í kirkjuna ein sunnumorgun, bæði tey gomlu. Men tað er eisini gott at síggja tey ungu, sigur 25 ára gamla kvinnan av Selatrað. Durita hevur altíð havt stóran áhuga fyri kirkjuni, og eitt vikuskifti í farna mánaði høvdu vit samrøðu við hana á aðalfundinum hjá felagnum fyri Kirkjuráðslimir ið leguhúsinum í Nesvík. – Mær dámar væl at vera saman við øðrum fólkum úr kirkjuráðunum. Ein fær altíð okkurt burturúr slíkum fundum, slær Durita fast. Hon er sjálv úr eini lítlari bygd og lítlari kirkjubygd við eini kirkju, sum varð vígd í 1926. Umframt hetta, er bygdin kortini so væl fyri, at her finst eisini eitt missi­ ónshús, og í næstum er ætlanin at fara undir eina ætlan við einum stórum skótadepli. – Mær dámar eisini væl at fara á ungdómsmøti í missiónshúsinum á Strondum. Men sunnnumorgun fari eg í kirkju á Selatrað, ­ tó dettur onkur sunnudagur burtur ímillum, sigur Durita Djurhuus. Vit skifta í hesi greinini orð við hana um kirkjuna, kirkjuráðini og kirkju­ gongd millum ung. Við urguna Durita Djurhuus var ikki ókend við kirkjuna og kirkjuligt arbeiði, tá hon í 2007 kom í kirkjuráðið. Sjálv dugir hon ikki at siga, hví júst hon varð biðin: – Kanska er tað tí, at eg eri ung. Nei, eg veit satt at siga ikki. Men tey hava helst havt sínar grundir, sigur hon brosandi. Ein onnur orsøk til henda fyri­ spurningin frá ráðnum, var kanska meiri einfald at greiða: Durita er von at ganga í kirkju, og hevur eisini við millumbilum loyst av við urguna í Selatraðar kirkju, ístaðin fyri Jangrím Poulsen, sum spælir fast. Hon vil einki reypa av, hvussu væl hon dugir at spæla. Durita sigur bara stutt, at hon gongur í Musikkskúla og venur í Gøtu kirkju hjá Petur Martin Johannesen, tónleikalærara. – Eg havi ikki viljað spælt fast í kirkjuni. Eg gangi jú bæði í skúla í Havn, og arbeiði um vikuskiftini fyri at fortjena eitt sindur, nú meðan eg lesi, sigur Durita. Ikki angrað tað Tá kirkjuráðsval var á Selatrað í 2005 var bert tann eini listin. Og tá val var aftur í fjør, varð avgerð tikin um at halda fram við sama lista. Men í 2007 var tað soleiðis, at tveir kirkjuráðslimir fullu frá og ein gavst í kirkjuráðnum. Tí manglaði ráðið fólk og tá varð Durita biðin um at koma í kirkjuráðið. – Og skal eg vera heilt erlig, so var hetta ikki ordiliga eg. Eg hevði bestan hugin at siga nei, viðgongur hon. – Men eg fór so allíkavæl. Og eg havi faktiskt ikki angrað tað. Tað er spenn andi at vera við í ráðnum, at vera í tí, sum verður gjørt. Um Durita er yngsti kirkjuráðslimurin í landinum, veit hon ikki. Hóast hon er í yngra endanum, hevur hon bara møtt positivum viðmerkingum frá javnaldrum sínum. – Eg havi so ikki hoyrt annað. Tey halda í øllum førum, at tað ljóðar spennandi og skeg at eg, sum ein ung genta, siti í einum kirkjuráði. – Onkur spyr sjálvandi hvat vit gera í kirkjuráðnum, um tað eru nógvir fundir og hvat vit tosa um. Og so royni eg bara at svara sum best, greiðir hon frá. Bensin í tangan Onkur vil helst siga, at tað ikki eru so nógv fólk í kirkjunum, og heldur ikki so nógv ungfólk. – Tað hevði verið deiligt, um fleiri fólk komu í kirkju. Vit á Selatrað hava skipað fyri hugnaløtum fyri kirkjufólkið, men tað hevur verið ymiskt, hvussu nógv fólk eru komin í kirkju. Eitt kvøldið skipaðu tey fyri eini gudstænastu, har tey fingu eitt kór at syngja Kingo­sálmar. Eftir guds tæn­ astuna varð gjørt eitt sindur burturúr, tí alt kirkjufólkið varð boðið niðan í missiónshúsið í bygdini til eina hugna­ liga samveru við einum góðum nátt­ verðabita. Tey fólkini sum Durita tosar við, tey siga í øllum førum, at tað er deiligt at koma í kirkju. – Tú kanst koma í kirkjuna at taka ímóti Guds orði. Tað er sum »at koyra bensin í tangan«, tí ein kristin hevur tørv á andaligari føði. Uttan »bensin« koyrir bilurin ikki. – Soleiðis er eisini við tí andaliga lívinum. Og tað er gott at møta øðrum kristnum fólkum í kirkjuni. Vit hava nevniliga nakað í felag, ­ nakað sum vit kunnu tosa saman um, og hetta haldi eg vera upplyftandi. – Og so leggja tey eisini dent á, at tað er ein deiligur friður og tryggleiki í kirkjuni, greiðir Durita frá. Gudstænstur Sum ungur kirkjuráðslimur hoyrir Durita ofta tað, sum fólk halda um kirkjuna og gudstænasturnar: Tað eru tey sum siga, at tað er alt ov friðarligt at koma inn í eina kirkju. Tey vilja hava meiri lív í – og kanska eisini gera kirkjuna eitt sindur meiri interessanta og ungdómsvinarliga at koma inn í. – Sjálv haldi eg ikki, at ein skal broyta hámessuna. Eg haldi tað er deiligt, at hámessan er so sum hon er. Eg veit, hvat eg komi til, tá eg komi í kirkju og tað ger meg trygga, sigur Durita. Hon er tó opin fyri, at ein kundi skipað fyri øðrvísi gudstænastum og til aðrar tíðir. Tað kundi verið sunnukvøld ella eitt kvøld mitt í viku. Og tað kundi eisini verið ein náttarkirkja, sum tey hava roynt í Glyvra kirkju. – Kirkjan kundi eisini verið opin okkurt kvøldið fyri fólki, soleiðis at tey, sum vilja vera still saman við Gudi í bøn, hava møguleika til tað. – Eg havi fleiri ferðir verið til ung­ dómsgudstænastur og barna guds­ tænastur, og tað dámar mær eisini væl. Jú, tað eru nógvir møguleikar. Spurningur er bara, hvør vil taka stig til tað. – Tað eru sjálvandi tey sum siga, at tað er alt ov friðarligt og óinteressant at koma inn í eina kirkju, sigur Durita Djurhuus