Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Nr. 63 - 31. mars 2010 »Tað rennur nógv vatn, meðan myllarin svevur«. Nakað soleiðis sigur eitt av orðatøkum okkara, og mangan mugu vit sanna, at so er í mongum førum. Tað vóru stór framstig, tá Viðareiðsvegurn bleiv gjørdur, og tá tunlarnir norð um fjall blivu gjørdir í sekstiárunum, men nógv vatn er runnið síðan tá, samferðslumynstrið er broytt, og ferðslan er mun­ andi vaksin hesa tíðina, ja, skulu vit koma úr stað, noyðast vit at brúka ný ­ mót ans flutningsfør, og vit kunnu gleðast um, at før­ oy ingar ikki eru eftirbátar á hesum øki, men treytin fyri, at flutningsførini kunnu gagnnýtast til fulnar er, at veganetið er útbygt og trygt at ferðast eftir. Stúra fyri stórum sorgar­ leiki á Viðar eiðis vegnum Tað er ein sannroynd, at størsta deyðsfellan um okkara leiðir, er Viðareiðis­ vegurin, sum er so ótrygg­ ur, at tað er eitt undur, at ikki álvarsligar vanlukkur eru hendar á hesum vega­ strekki, og nú er næstan ikki dagur, at ikki stórt grót ríður oman á vegin, og vit vita, at bilar eru raktir av hesum, tíbetur uttan tann stóra fólkaskaða, og tá ferðslan er økt seinastu árini, er hon so mikið meira í vanda fyri at verða rakt, og at stórur fólka­ skaði hendir, og hvør kann halda á at liva við hesi óhugnaligu hóttan, har bæði børn og vaksin ferð­ ast fleiri ferðir hvønn dag. Vælsignaðir fái tunnilin úr Hvannasundi inn í Dalar gjørdan fyrst Um vit hugsa um trygg­ leikan, er mín sterka sann­ føring, at bráneyðugt er at fáa tunnilin úr Hvanna­ sundi inn í Dalar gjørdan sum skjótast, ja, áðrenn vit hugsa um at fara undir tunlarnar á Boðroynni, her má raðfestast rætt, og her er ongin ivi í mínari verð, hóast vit hava tveir ótíðar­ hóskandi tunlar á Borð­ oynni, og henda farleið skal dagførast, so stóru akførini kunnu gera brúk av hesari farleið, eiga vit at raðfesta størstu deyðs­ felluna fyrst, og tað er Viðareiðisvegurin Hóast fíggjarvánirnar ikki eru so góðar, eiga myndugleikarnir sum skjótast, at taka henda spurning upp og fáa í fyrstu atløgu sett pening á fíggjarlógina til Viðareiðis­ tunnilin og síðani tunlarnar norð um fjall. Tað undrar tey flestu, at hetta ikki er gjørt fyri mongum árum síðani, og sigast má, at henda farleið hevur fingið vánaligar sømdir frá okk­ ara egnu tingmanning, um vit kunnu kalla teir so. Manningin hjá Lands­ verk eigur tøkk uppiborna Við tí avmarkaðu játtan og fámentu manning Lands­ verk hevur í Norðoyggjum, er tað alla æru vert, so nógv teir fáa avrikað bæði við viðlíkahald og kava­ rudding og annað neyðugt fyrifallandi arbeið, sum t.d. at hava eyguni eftir støðuni á vandamikla Viðareiðis­ vegnum. Ja, teir hava eisini gagn­ nýtt av lítlu játtanini, við at breiðka part av Viðareiðis­ vegnum, bert við tí í huga, at avmarka vandastøður. Nei, hetta er ikki altíð so lætt, tí virða vit tykkara arbeiði á hesum øki, hóast lítla játtan. Evnisdagur um fjaldu sorgina Tíðindaskriv Føroya Pro Vita www.provita.fo 24. apríl skipar Føroya Pro Vita fyri evnisdegi í Havn við heitinum »Tann fjalda sorgin«. Røðari verður Bernar dette Goulding úr felagsskapinum Rachel’s Vineyard í Írlandi, sum sjálv fyri mongum árum síðan fekk fosturtøku framdaw Evnisdagurin »Tann fjalda sorgin« verður í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í J. H. Schrøtersgøtu 9 í Havn leygardagin 24. apríl. Altjóða felagsskapurin Rachel’s Vineyard varð stovn aður í 1986 av amerikanska psykoterapeutinum Theresu Karminski Burke. Endamálið var at bjóða teim um viðgerð, sum hava sálarlig mein eftir fostur­ tøku. Bernardette Goulding, ið starvast hjá felagsskapinum í Írlandi, fer at luttaka á evnisdegnum hjá Pro Vita 24. apríl. Hon fekk sjálv fosturtøku framda og kennir pín­ una, skommina, skuldarkensluna og sjálvfordømingina av gerðini. – Fosturtøka er ikki “hetta hevur einki upp á seg”. Fosturtøka er ein lívsbroytandi avgerð. Við fosturtøku gevst eitt hjarta at sláa, og eitt annað brestur, sigur Bernardette Goulding. – Eitt tað truplasta hjá kvinnum, sum hava fingið fosturtøku framda, er at syrgja sítt mista barn. Tá er einki lík, eingin jarðarferð, eingin grøv, eingir vinir og eingin familja at hjálpa tær at syrgja. Sorgin heldur tí á og fær ongan enda. – Ein kvinna segði mær: “Hvussu kann eg syrgja eitt barn, hvørs lív eg havi endað? Hvønn rætt havi eg at syrgja nakran, sum eg ikki vildi hava? Tá eg valdi at fáa fosturtøku, gav eg tá ikki rættin til at syrgja frá mær?” Soleiðis píndi eg eisini meg sjálva við at hugsa í nógv ár. – Hesar kvinnur, sum hava valt fosturtøku, eru okk­ ara døtur, konur, skyldfólk og vinir. Ov ofta bera tær eitt fjalt sár í hjartanum, sum opnast aftur, hvørja ferð tær hoyra eitt pinkubarn gráta, síggja eina kvinnu við barn ella hoyra fosturtøku nevnda. – Ein og hvør fosturtøka er eitt andlát í familjuni. Aftan á andlát tørvar tær at syrgja. Við fosturtøku hevur tú ikki loyvi at syrgja. Navnið á felagsskapinum Rachel’s Vineyard stavar úr Gamla Testamenti, úr Jeremias 31,15, sum sigur: “ Rakul grætur um børn síni; hon vil ikki lata seg troysta eftir børn síni; tí tey eru ikki til longur.” Viðgerðin hjá Rachel’s Vineyard hjálpir kvinnum og monnum at fáa samband við og sleppa sorg og líðing síni. Evnisdagurin “Tann fjalda sorgin” verður í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í J. H. Schrøtersgøtu 9 í Havn leygardagin 24. apríl. Øll við áhuga fyri evninum eru vælkomin. Farleiðin til Viðareiðis ein deyðsfella Steinbjørn O. jacObSen ­ eg havi fyrr sagt, at vit eiga at fáa sett gongd á Prix Føroyar aftur, ið var eitt einastandandi og gevandi íkast Nú X Factor er av á hesum sinni, eru vit líkasum í eini “og hvat so” støðu, sum eg meini er sunt og gott, tí eitthvørt stig á tónleika­ og mentanarligu leiðini er at finna fram til enn fleiri møguleikar fyri okkara skapandi fólki, so hesi kunnu vísa á síni avrik – tað er jú tað, sum gevur framburð og møguleikar. Fleiri ferðir, nú Annu og hennara avrik vóru uppi í kjakinum, fekk eg hesa kensluna, at vit her í Føroyum eiga at taka alt hetta til okkara og gera hetta til ein møguleika fyri menning. Tí skal mín áheitan vera, at tað verður sett gongd á eitt mennandi og gevandi kjak, so vit kunnu bjóða okkara tónleikarum eitt framskygt mál, sum ein av tónleikarunum nevndi í eini sending í Kring varp­ inum – hann saknaði at hava eitt ávíst stevnumið við sínum tónleiki – hann nevndi Prixið. Eg skal sannilig ikki “klikkja” niður á tað, sum verður gjørt innan: Singer and Songwriter, Ársins Songrødd og annað, men tað er líkasum eitt tómrúm, eftir at Prixið var tikið av skránni, sum eg ikki ivist í, at mong kunnu taka undir við. Alt hetta snýr seg jú um, at tað verða skaptir karmar fyri teirri menning, sum vit eru vitni til, og sum eg onga løtu ivist í, fer at geva okkum øllum eina góða kenslu – ikki minst teimum sum hava evnini og vilja fáa tey fram. Eg minnist, tá eg hevði eitt prát við Mariu Gutte­ sen í Keypmannahavn og skrivaði eina grein út frá hesum, at eg fekk eina kenslu – hetta, at fólk fara í ávísa “útlegd” – kanska tí at avbjóðingin ikki er nóg gevandi her á klettunum. Ikki minst, tá eg skrivaði um seinastu útgávuna hjá I Am, har fantastiski produs­ arin Hans Poulsen gjørdi eitt framúr handverk. Var og vitjaði og hevði eitt prát við hann, sum eg eisini skrivaði eina grein út frá. Hann er beiggi Óla Poulsen, og búgva báðir í Keypmannahavn, har tað ivaleyst eru fleiri avbjóð­ ingar og møguleikar, sum ikki eru at finna her á oyggjunum. Tað eg royni at fáa fram er, at tað eigur at latast upp fyri stórum og gevandi møguleikum fyri okkara skapandi fólk, sum ikki koma fram, um vit ikki gera ALT fyri at hesi hava ein pall og eitt støði, sum kann fáa tey longur á leiðini. Hetta er og verður okkara skylda! Fáið gongd á Prixið aftur Friðálvur jenSen Týskvøldið hevði Norðoya Sambandsfelag fyrsta upp­ stillingarfund til løgtingsval á Northern Fish Cold Storage, og fundurin var samdur um at broyta uppstillingina til tvey valevni. Á seinasta løgtingsvali still­ aði Norðoya Sambandsfelag upp fýra valevni, men á kom­ andi løgtingsvali fer Norðoya Sambandsfelag at stilla fram tvey valevni. Av tí at landið er eitt val­ dømi er neyðugt at broyta uppstillingina fyri at gagnnýta bæði fíggjarligu og menn­ iskja ligu orkuna. Felagið hevur á fyrsta uppstill ingar­ fundinum gjørt av at stilla ein mann og eina kvinnu upp til løgtingið. Við hesum fáa tey, sum verða uppstillaði betri rúmd í almenna rúminum og eisini betri fíggjarliga orku at føra seg fram í øllum pørtum av landinum. Fundurin ásannaði, at um løgtingið samtykkir uppskot um fimm ella sjey valdømi, er støðan ein heilt onnur, og tí var semja um at stilla upp sjey valevni, um so verður, at norð oyggjar verður sjálv støð­ ugt valdømi. Tað er ein sann­ roynd, at verða norðoyggar eitt valdømi, hevur talið á valevnum størri týdning fyri flokkin, enn tað hevur í dag. Við sjey ella fimm val­ dømum fær annað plássið á listanum eisini stóran týdning, og tí verður áhugin at stilla upp eisini størri. Felagið fegnast um, at Bjørn Kalsø, løgtingslimur, enn einaferð hevur tikið av áheitan frá felagnum um at stilla upp til løgtingið. Um Bjørn Kalsø Bjørn Kalsø er føddur tann 23. mars 1966 og er hann sonur Sólmay og Stefan Kalsø. Hjúnafelagi er Hennibeth Kalsø, dóttir Mariu og Sørmund Olsen. Tey eiga børnini, Steffan, f. 08.09.1987, Sørmundur, f. 20.01.1992 og Símun, f. 24.02.2003. Bjørn Kalsø fekk students­ prógv í 1986 (mat/lívfr. linju í Hoydølum). Húsasmiður í 1991 (Klaksvíkar Byggi virk­ ið). Læraraprógv í 1999 (Føroya Læraraskúla) Hann er tók við sum bóndi á Syðradali á Kalsoynni í 1986. Starvaðist sum lærari við Skúlan við Ósánna í Klaksvík 1999 – 2002. Var sjálvstøðugur vinnurekandi 2002 – 2003 (Timburarb.). Álitisstørv: Borgarstjóri í Húsa Kommunu frá 1995 – 2004. Landsstýrismaður í fiskivinnumálum frá 2004 – 2008. Løgtingsmaður eftir valið 19. januar 2008. Næst­ formaður í Uttanlandsnevndini og limur í Mentanarnevndini 2008 – Eftir lokið studentsprógv hevur Bjørn smíðað, verið vikarur í fólkaskúlanum, verið onkran túrin til skips og arbeitt eitt stutt skifti á flaka­ og laksasláturvirki. Verið nógv virkin í ítrótti og havi stóran áhuga í føroyskari náttúru og mentan. Heim­ staður: Dalsgøta 16, FO­795 Syðradalur K. Tey sum ynkskja at tosað við løgtingislimin og valevni hjá Norðoya Sambandsfelag, kunnu ringja til hansara á fartelefon nr. 221389 Næsti uppstillingarfundur verður so skjótt sum løgtingið hevur avgjørt hvørja valskipan Føroyar skulu hava. Norðoya Sambandsfelag Avgjørt at broyta uppstillingina til løgtingið