mikudagur 31. mars 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 63 · 31. mars 2010
17
VIKUSKIFTI
páska
Nýggjan prest
Ein av uppgávunum í kirkjuráðnum er at gera sítt til, at lív og vøkstur er kring
kirkjuna.
Hinvegin koma kirkjuráðini eisini í ta støðu at skula seta nýggjan prest -
t.v.s. at limirnir í kirkjuráðnum skulu viðgera umsóknir frá prestum, ið ynskja
at gera tænastu í teirra sókn og kirkju.
Hesa royndina hevur Durita eisini gjørt, tá Sjóvar prestagjald fyrr í ár
samtykti at seta Símun P. Jacobsen í starv sum prest, m.a. í Selatraðar kirkju.
– Ja, tað var spennandi at fylgja við í tí arbeiðinum, – hetta at síggja,
hvussu nógvir prestar søktu starvið, og ikki minst at vita, hvørji teir vóru sum
høvdu søkt starvið, sigur hon.
Símun P. Jacobsen.
– Eg haldi, at vit hava fingið ein góðan prest, sigur Durita Djurhuus
3. jóladag, dagin eftir jólaveitsluna, í
1925 kallaði Andrias Weihe fólkið sam-
an til fundar í skúlanum og segði fram
hugsan sína um at fáa kirkju aftur til
bygdar. Tá hevði Selatrað verið uttan
kirkju í 300 ár. Hann segði, at hann
hevði tosað við sóknarprestin, sum tá
var K. Vilhelm Nielsen, og hann var
sera áhugaður í hesi søk.
Alt fólkið tók væl ímóti hesum ætl-
anum og lovaðu at stuðla so væl tey
kundu. Ein innsavningarlisti var tað
fyrsta sum gjørt varð, og Andrias Weihe
setti seg sjálvan ovast á listan við 1.500
kr., og so fór innsavningin í gongd, fyrst
á Morskranesi og Selatrað sjálvandi, og
so víðari runt alt landið.
Undirtøkan var sera góð, tí tað sæst
á innsavningarlistanum, at vanligir
fiskimenn hava givið upp í hálva
árs inntøku, so tað má sigast at vera
undrunar vert. Føroya Løgting gav 3.000
kr. til arbeiðið. Og so fór hvør maður
til verka.
Steingrímur Winther gjørdi tekn-
ingina, stuðlaður av einum felag fyri
betri byggisiði. Emil Olsen og John
Johannesen í Leirvík stóðu fyri stoyp-
ing ini, meðan verkstaðið hjá Sámal
Ellef sen og Heina Joensen í Miðvági
stóð fyri timbur- og málaraarbeiðinum;
teir vóru fleiri mans og teir búðu ymsa
staðni í bygdini.
Teir byrjaðu at tosa um at byggja
nýggja kirkju á Selatrað 3. jóladag
1925, og longu fyri jól árið eftir stóð
kirkj an har klár at taka í brúk. Men
av tí at kirkjan var nýmálað, so vóru
teir samdir at bíða við vígsluni til eftir
nýggjár, og so varð dagurin settur til at
verða 4. sunnudag eftir trettanda.
Jákup Dahl próstur vígdi kirkjuna.
(KELDA: J. P. Gregoriussen,
Nýggjaru Kirkjurnar])
Bygdu kirkjuna eftir einum ári
Tey halda í øllum førum, at tað ljóðar spenn
andi og skeg at eg, sum ein ung genta, siti í
einum kirkjuráði
Sjálv haldi eg ikki, at ein skal broyta hámess
una. Eg haldi tað er deiligt, at hámessan er so
sum hon er
Durita Djurhuus er ein av yngstu kirkjuráðslimunum í landinum. Henni dámar væl at vera við til aðalfundin
í felagnum fyri Kirkjuráðslimir, sum í ár varð hildin í Nesvík. – Ein fær altíð okkurt burturúr, sigur hon