Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 63 - 31. mars 2010 Páskir Livandi vónin Lovaður veri Gud og faðir várs Harra Jesus Krists, sum eftir miklu miskunn sína hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum, til ein óforgongiligan og óspilluligan og ófølnandi arv, sum er goymdur í himlunum til tykkara – tit, sum við Guds kraft verða varðveittir við trúnni á ta frelsu, sum er liðug at verða opinberað í teirri síðstu tíðini, sum tit skulu fegnast um, tó at tit nú eina skamma stund, um so skal vera, kenna harm í mongum ymsum royndum, fyri at tykkara roynda trúgv, sum er nógv dýrmætari enn hitt forgongiliga gullið, sum tó verður roynt í eldi, má verða funnin til lovs og dýrdar og heiðurs í opinbering Jesu Krists, hann, sum tit ikki hava sæð, men tó elska, hana, sum tit, tó at tit ikki nú hava hann fyri eygum tykkara, tó trúgva á, skulu fegnast um við ósigiligari og dýrmettari gleði, tá ið tit náa málið fyri trúgv tykkara, frelsu sálanna. 1. Pæt. 1,3 - 9. Soleiðis tekur ápostulin Pætur til orðanna um ta livandi kristnu vónina, sum øll tey endurføddu eiga við trúgv á Jesusar fullgjørdar verk á Golgata. Ein og hvør, sum hevur boygt knø við krossin á Golgata og har hevur fingið syndanna fyrigeving, hevur eisini fingið ta sælu vissu um eina livandi vón, sum ápostulin vitnar um við oman fyri standandi orðum, tað sum hendi páskamorgun, tá ið Jesus reis upp úr grøvini, gevur Guds børnum frímóð at halda fram í trúnni á Jesusar fullgjørda verk á Golgata og einaferð skulu savnast saman við øllum teim frelstu heima í himli. Eigur tú hesa livandi vónina, so fært tú einar gleðiligar páskir? Við hesum fáu orðum vil eg ynskja øllum einar gleðiligar páskir í Jesu navni, og vil eg enda við einum páskasálmi, eg havi yrkt til páskirnar 2010. Lag: Lat hurðar upp Á páskamorgni, vón oss vann, vár frelsari, hvørs blóð her rann; á Golgata alt fullgjørt var, tá Jesus várar syndir bar. Við Jesusi har birtist vón, tað meira er enn hvørvisjón; at Jesus Kristus frelsa er, sum vónarljós í heimin ber. Hann lýsir gjøgnum deyðans dal, sum eitthvørt mannabarn her skal; men tann sum trýr her Jesus á, skal ævigt lív í himli fá. Kom Halgi Andi okkum leið, so at vit burtur villast ei; av trúarvegnum nakra stund, men standa fast á hellugrund. Tú vónarljósið birt nú her, í hesi myrku køldu verð; so menniskju tað kunnu sjá, og ævigt lív í himli fá. So einaferð í himnahøll, vit hittast millum frelstu øll; har syngja vit øll Gudi prís, sum opnað hevur Paradís. Kjartan Stakksund, 17. mars 2010 Páskasálmur Vit hava aftur frætt frá Kára við Stein, okkara manni í Grønlandi. Eins og vit hava kappróður hava teir í Grønlandi kappkoyring við hundasledum 2. mars Í dag er stilli og – 13 stig, men úti á er nógvur vindur av norði. Polar Natarnaq er á veg norður yvir aftur eftir at hava verið í Nuuk og landað. Teir høvdu 11 dagar um at fylla skipið. Polar Amaroq, sum hevði trupulleikar við maskinarínum, slap út aftur leygarkvøldið. Tíðindi ganga, at Natarnaq fekk gott 80 tons netto av rækjum niður í gjár. Tað er um 100 tons brutto, óført av skipara Dávur Mohr og yvirstýrimanni Rúna Mohr og manningini annars. Akama lik kom inn í kvøld at landa. Teir hava um 450 tons inni. Polar Qaasiut var inni í Nuuk í gjár og landaði. 3. mars Steffen C er inni í Manitsoq og landar. Teir hava fulla last inni. 4. mars Regina C kom í morgun inn inn at landa við knappari fullari last. 5. mars Regin C var liðug at landa kl 0500 í morgun. Teir loystu á middegi nýggjan túr. Lómur kom inn í nátt við 135 tonsum av ísaðum rækjum. 8. mars Natarnaq er inni í Nuuk, hann landar og skiftir fólk. 9. mars Tað er frætt frá Sisimiut. Teir sigla inn til Noreg at landa. Ein rimmar túrur hjá teimum. Skipið fult eftir 4 vikum. Tað er stórur toskur, og tað sama er við hýsuni. 10. mars Lómur kom við fullari last í dag, men teir sleppa ikki at landa fyrrenn í morgin. Teir skuldu landa kl 13 í dag, men har er lítið og onki skil á virkinum. Teir hava biðið tríggjar bátar úr Illulisat koma suður her at landa. Teir skulla tískil landa, áðrenn Lómur sleppur til. Eisini landar gamli Lutvik Annunguaq II. 11. mars Tað er stilli, og tað luktar av vári. Skinnflugunar eru í luftini. Polar Natarnaq fór suður við her í dag við fullari last til Nuuk at landa. Ein skjótur túrur hjá teimum hesa ferð. Lómur slapp at landa kl 1300 í dag. Trupulleikar eru nú við kørum, tí Annunguaq II hevur tikið tey flestu kørini. Teir á Lómi rokna við at fáa um 300 kør. Teir skulla vera her í Sisimiut seinasta lagi mikudagin, tí teir skullu á Skipasmiðjuna í Nuuk til eftirlit. 12. mars Lómur loysti í dag aftaná døgurða. Teir fingu kortini tey kør, sum teir vildu hava. 15. mars Í dag er stilli. Akamalik kom inn at landa í morgun við fullari last eftir 11 fiskidøg- um. Polar Qaasiut kom inn til Nuuk í morgun at landa og skifta fólk. Frætt er, at Markus hevur verið inni í Kanada við gott 700 tonsum av rækjum. Nú var veiðan eitt sindur slakari enn í byrjani. 17. mars Lómur kom í nátt higar við fullari last og fullum tangum av rækjum. Teir byrjadu uppi í Godhavnrennini. Har var ov nógvur ísur, so teir høvdu bert tað eina hálið við tveimum tonsum. Teir koyrdu suður í ”kassan” aftur. Har bragdaði. Eftir knøppum knøppum fýra samdøgrum fingu teir 140 tons. Óført fiskarí. Hundakapprenning Her var hundakaprenning leygardagin fyri menn. Tær fyrstu fimm sleturnar, sum komu um málið, skulla upp til Godhavn at koyra um grønlandsmeistaraheitið. Tað eru fimm sletur frá hvørjum býi úr Diskobuktini líka norður til Thule, um møguleiki er hjá teimum fyri flutningi til Godhavn. Her blivu fýra lið av hundum koyrd umborð á ein 20 tonsara, sum skal sigla teir norður hagar. Fimta hundaliðið skal avstað í morgin. Tann maðurin hevur ein 35 fót Selfa bát sjálvur. Tað er nú altíð best at vera sín egni harri. 19. mars Í dag er stilli, men væl av vindi úti á. Lómur loysti í gjár. Teir fóru á skipa- smiðju í Nuuk. Í morgun frætti eg frá Polar Natarnaq, sum er á veg til Nuuk við breki á turbinuni. Teir verða har í morgin. Teir hava fiskað í gott 4 samdøgur og hava gott 120 tons inni. Frætt er frá Ocen Tiger. Teir vóru á veg norður eftir til Dornbank, men høvdu ódnarveður. Teir fóru at sigla mikumorgunin. Fiskaríið var onki at skriva heim um, og tað sama var hjá hinum bátunum í Eysturgrønlandi. 20. mars Í dag er tokudis, stilli og -8 stig. Krabbabáturin Natoralik kom í dag sunnanifrá, har teir hava roynt so at siga tað mesta av árinum. Hendan síðsta túrin landaðu teir í Manitsoq gott 9 tons. Teir hava trupulleikar við spælinum. Stundum dregur tað ov seint og stundum ov skjótt. Tað brekið skal gerast, áðrenn út aftur verður farið. Teir smærru rækjutrolarnir hava haft gott fiskarí bæði norðanfyri og so í innara kanti av Holsteinsborg dýpinum. Theodora, sum er hiðani, kom í morgun inn við gott 1400 kassum av ísaðum rækjum eftir trimum samdøgrum. 21. mars Í dag er stilli. Polar Amaroq er inni í Nuuk og landar. Teir hava fulla last Hundakapprenning og góður fiskiskapur Grønlandstíðindi Kári við Stein Tað fóru um 50 hundar norður eftir til hundakapprenning. Her verða teir skipaðir umborð á »ferðamannaskipið«