Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 63 · 31. mars 2010 18 VIKUSKIFTI páska Filmur Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Filmurin um Kon-Tiki er ein tann dýrasti filmurin í norsku filmssøguni við einari kostnaðarmeting upp á næstan 100 milliónir krónur. Tey, sum standa fyri verkætlanini, hava gjørt av at gera filmin í tveimum útgávum, einari á enskum og einari á norskum. Gongst sum ætlað, verður filmurin frumsýndur á heysti næsta ár. – Tað er við einari serligari ábyrgd- arkenslu, at vit fara at viðgera eina søgu, sum verður mett sum ein av okk- ara halgu tjóðarognum. Thor Heyer- dahl er uttan samanbering tann best kendi norðmaðurin í nýggjari tíð, og vit eru ikki í iva um, at okkara filmur hevur møguleikar á altjóða pallinum, sigur Aage Aaberge við Aftenposten. Hann hevur ábyrgdina av teirri norsku framleiðsluni. Enn er eingin avgerð fallin um, hvørjir leikararnir í filminum verða. Tingingar eru við fleiri leikarar, men enn er eingin sáttmáli gjørdur við nakran. Kendur stjóri Stigtakararnir til filmin um Kon-Tiki hava verið í Bretlandi og leitað sær serkøna hjálp til framleiðsluna, og har hava teir verið so hepnir at fáa avtalu við tann sera dugnaliga, bretska framleiðslustjóran og Oscar-vinnaran Jeremy Thomas. Hann er millum annað kendur frá filminum "Merry Christmas Mr. Lawrence", sum David Bowie var høvuðsleikari í. Í 1988 vann filmur hansara "Tann seinasti keisarin" ikki færri enn níggju Oscar-virðislønir í Los Angeles. Jeremy Thomas hevur havt filmsrættindini til Kon-Tiki í eini 14 ár, og hann og norski høvundurin, sum nhevur skrivað tekstin til filmin, hava arbeitt við verkætlanini tey seinastu árini. Talan verður um eina felags norsk- bretska framleiðslu í samstarvi millum Nordisk Film og tað bretska felagið Recorded Picture Company. Norski filmsstovnurin hevur játtað ein part av fíggingini, og fyrireikararnir vænta at fáa fígging aðrastaðni í Evropa. Lýsir alt Filmurin um Kon-Tiki skal leggja dent á at lýsa søguna um, hvussu Thor Heyerdahl fekk hugskotið til ferðina, hvussu hann legði hana til rættis, hvussu hann fíggjaði tiltakið, og sjálvandi hvussu hann fullførdi ta kendu ferðina. – Hetta er søgan um 8.000 kilometrar á tí endaleysa Kyrrahavinum úr Peru í Suðuramerika til koraloynna Raroia í Polynesia. Ferðin tók 101 samdøgur og endaði við, at teir seks menninir umborð rukku tí ómøguliga málinum. Tann ótrúliga frásøgnin um ferðina gjørdist ein tann best umtókta bókin á altjóða bókapallinum í 20. øld og er týdd til meiri enn 70 mál, skriva fyrireikararnir í einum tíðindaskrivi um verkætlanina. Var ímóti spælifilmi Thor Heyerdahl jr, sum er elsti sonur tann víðagitna granskaran og ævintýraran, bíðar við spenningi eftir filminum um avrikið hjá pápanum. -Pápi mín var ímóti, at nakar skuldi gera ein spælifilm um seg og ferðina við Kon-Tiki. Hann helt, at tað átti at vera ein dokumentarfilmur, ið skuldi halda seg neyvt til veruleikan. Men eftir at Nordisk Film hevði gjørt eina dokumentarsendirøð í fýra pørtum fyri norska kringvarpið, tók hann undir við hugskotinum um ein spælifilm. Vit, eftirkomarar hansara, hava fylgt við verkætlanini, og bæði eg, beiggi mín og tær báðar systrarnar eru nøgd við tað, sum higartil er hent, sigur Thor Heyerdahl jr við Aftenposten. Thor Heyerdahl eldri doyði tann 18. apríl í 2002. Hann var tá 87 ára gamal. (Kelda: Aftenposten) Oscar-VInnarI ger stór film um Kon-tiKi Nordisk Film ProductioN hevur gjørt av at gera eiN Film um ta keNdu Kon-TiKi-sJóferðina hjá Norska graNsk ar aN um og æviN týraraNum Thor heyerdahl. við sjálvum oscar-viNNaraNum Jeremy Thomas sum Fram leiðslu stjóra er lítið at ivast í, at úrslitið verður gott mynd: Aftenposten mynd: Ap Manningin á Kon-Tiki á ferðini um Kyrrahavið í 1947: Frá vinstru: Thor Heyerdahl, Bengt Danielson, Erik Hesselberg, Torstein Raaby, Herman Watzinger og Knut Magne Haugland Thor Heyerdahl yngri er væl nøgdur við ætlanina at gera ein spælifilm um ta nógv umrøddu ferðina hjá pápa sínum