Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 31. mars 2010 19 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Jóhannes Bjørgvin til minningar Ein av okkara allarbestu skiparum, kvøðarum og dansarum er farin. Jóhannes var ættaður úr Vík, men kom sum heilt ungur til Vest­ manna í snikkaralæru hjá tí kenda snikkarameistaranum Johannes hjá Kollafjarðar Hanusi. Honum dámdi so væl í Vest­ manna, at har kom hann at vera ver­ andi. Men hann gloymdi ongantíð uppruna sín. Hann og Oluffa hjá Viggo í Skúlanum funnu saman. Tey giftust og fingu eitt gott heim, har tey og børn teirra trivust væl. Men nú var fjørðurin so bráðliga rógvin. Vit sum at kalla dagliga hittu Jóhannes, vóru sum vera man stak illa við, tá tað bráðliga hoyrdist, at illkynja sjúka hevði fingið deyðiligt tak á honum. Sannast kann enn einaferð: at sum sólin fagrast skín­ ur, deyðin inn um dyrnar trínur. Norðstreymoyar Dansifelag takkar Jóhannesi fyri tann sera góða dansin, dansilagið, kvøð­ ingina og tað vælsignaða mál, ein tann besti í føroyingar áttu. Røddin hjá Jóhannesi er tagnað, tó so, Oluffa, hevur kvøðingina hjá Jóhannesi á fløgu og kann hoyra hann, tá hon vil. Vónandi hevur Kringvarpið fløgur og bond, har Jóhannes skipar. Tá Norðstreymoyar Dansifelag hevði Landsdansistevnu í Hósvík 20. mai 1995, var av fagrasta veðri, og í Hósvík var sum á ólavsøku. Sólvit, bróðurin Gullbrand og teirra makar stóðu uttanfyri og svaldu á sær, tá ein av konunum helt fyri, um tað ikki var heim­ farandi, nei vælsignaða, nú fara vit innar aftur at dansa. Og varð tað ein ógloymandi dansur. Tá vit komu inn aftur, skipar Jóhannes Bjørgvin Hábar konge og Sivor konge. Saman við Jóhannes dans­ aðu fleiri í reyðum vesti; tað var stak vakurt. Tá vóru sandingarnir ógvuliga fegnir. Teir høvdu ikki verið til nakað hábærsligari. Fleiri stevnur, veitslur, brúdleyp og hugnaløtur við føroyskum dansi, hava vit verið til, og altíð kundi tú heita á Jóhannes um at skipa. Og tað var ikki smávegis, ið hann kundi skipa. Jóhannes var ein góður og trúgvur vinur. Hansara lívsstarv var at arbeiða sum snikkari. Hann hevur prýtt Vestmanna kirkju ­ har hann eisini var kirkjutænari ­ samkomuhús, sethús og mangt, mangt annað. Alt var so sera snotuligt og væl gjørt. Eingin kundi koma aftur umaftur, har hann hevði verið uppií. Norðstreymoyar Dansifelag lýsir frið yvir minnið um Jóhannes Bjørgvin. Dagurin 31. mars. Balbina, deyð umleið ár 120. Navnið var við í teimum fyrstu føroysku álmanakkunum, men er síðan lagt burtur. Hon var dóttir rómverska hermannin Kvirinus og bleiv tikin av døgum saman við pápanum. Sverri Dahl, fornfrøðingur, varð føddur í Tórshavn hendan dagin í 1910. Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008 Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda umsorgan og samkenslu, tá kæri maður, faðir, verfaðir, abbi og langabbi okkara Hjørleif Waag Høgnesen organistur Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landsjúkrahúsinum, sum vóru so væl um hann og okkum ta seinastu tíðina. Tøkk til Magnus Brahe, Regin Høgnesen, Hanus á Gørðum og Atla Rasmussen fyri troystarrík orð í kapellinum og í Christianskirkjuni. Tøkk til Klaksvíkar Hornorkestur, Emmaus kórið, Árna og Jógvan fyri yndisligar tónar og sang. Somuleiðis tøkk til kirkjutænarar, forsangarar, organist í kapellinum, líkvognskoyrara og gravara og ikki minst tykkum, sum stóðu fyri og hjálptu til við ervinum, og tykkum, sum mintust hann við kransum og blómum og við gávum til Emmaus. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Takk fyri forbøn, hjálp, heilsanir og minningarorð og má Harrin signa tykkum øll. Familjunnar vegna Torgerð, Turið, Eyð, Lív og Leif Harrin er mín styrki og mín skjøldur, hjarta mítt leit á hann, og eg fekk hjálp; tí frøist mítt hjarta, og við mínum songi eg honum lovi. Sálm. 28,7 Føðingar 1. mars fingu Regitsa og Hans Olaf Johannesen, Froðba, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3800 gr. 4. mars fingu Mai Fuglø og Christian Fagraberg, Norðdepli, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3250 gr. 19. mars fingu Ann Vejlstrup Thomasen og Asbjørn Vang Jacobsen, Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3550 gr. 25. mars fingu Bjørg Jónsdóttir og Einar Hansen, Fuglafirði, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3500 gr. 26. mars fingu Kristine Tjemsland og Hans Ch. Mortensen, Argjum, eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 3000 gr. 27. mars fingu Tóra og Hans Toftegaard, Fuglafirði, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4565 gr. 28. mars fingu Connie Reinert og Finnur Hansen, Kaldbak, eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 2880 gr. 28. mars fingu Debora og Høgni á Reynatrøð, Leirvík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4110 gr. 29. mars fingu Elsebeth Djurhuus og Wenzel Olsen, Saltangará, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3800 gr. Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda umsorgan og samkenslu, tá okkara kæri, elskaði maður, pápi, sonur, bróðir, mammu- og pápabeiggi, versonur og svágur Heðin Martin Hádal var sjúkur og andaðist. Tøkk til trúgvar vinir, familju og stuðlarnar. Tøkk til starvsfólkið á B6 og tykkum øll, ið vóru um, vitjaðu og bóðu fyri Heðin. Tøkk til Hendrik Olsen fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og til Una Næs, prest, kirkjutænarar og sangarar. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu Heðin til hansara seinasta hvíldarstað, og til øll, ið á ymiskan hátt hjálptu til við ervinum. Tøkk til Oasuna fyri hjálp, stuðul og at húsa ervinum. Tøkk til Krabbameinsfelagið og Hoyvíkar skúla fyri góðan og dyggan stuðul. Tøkk fyri heilsanir, blómur og kransar og til tykkum mongu, ið lótu eina gávu til døturnar. Familjunnar vegna Benadikta, Anna og Maria