mikudagur 31. mars 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 63 · 31. mars 2010
19
VIKUSKIFTI
páska
Hjálp tínum barni, um
tað vigar ov nógv
Jórun Klein, dietistur
heIlsU
síðan
Talið av børnum, ið viga ov nógv
er Tíverri vaksandi. Orsøkirnar
til yvirvekt eru sTuTT sagT, aT
viT innTaka ov nógvar kaloriur
og røra okkum ov líTið. um TíTT
barn vigar Ov nógv er Tað
Týdningarmikið, aT Tú roynir aT
stuðla barninum Til eiTT sunnari lív.
Fyrr varð hildið, at børn høvdu
gott av at hava eitt eyka feittlag
á kroppinum, tað sokallaða
hvølpafitið. Hildið varð eisini, at
børnini vuksu frá hvølpafitinum.
Soleiðis vísir tað seg tó ikki at
vera. Tvørturímóti vísir ein nýggj
kanning, at yvirvekt hjá 11-16
ára gomlum børnum ikki hvørvur
so hvørt, ið børnini gerast eldri.
Kanningin vísir eisini, at varandi
yvirvekt verður grundløgd longu
áðrenn 11-ára aldurin. Hetta
undirstrikar tørvin á einum
málrættaðum innsatsi fyri at
fyribyrgja yvirvekt longu tiðliga
í barndóminum. Tað er lættari at
fyribyrgja yvirvekt enn at barnið
seinni skal í gongd við at lætna.
Happing
Nógv børn verða happað, tí tey
viga ov nógv, og av tí at tey ikki
orka so væl at røra seg. Hetta førir
ofta við sær, at børnini halda seg
burtur frá rørslu sum spæli og
ítrótti. Hetta merkir ikki bert, at
børnini verða avskorin frá einum
virknum lívi, men eisini at tað kann
verða torført hjá teimum at knýta
og varðveita vinarbond. Børnini
kunnu føla seg einsamøll, og tað
kann hava við sær lágt sjálvsvirði,
og at tey leita sær ugga í at eta.
Børn, ið viga ov nógv, eru í størri
vanda fyri eisini at viga ov nógv
sum vaksin. Hetta merkir, at tey
sum vaksin eisini eru meiri útsett
fyri at fáa lívsstílssjúkur sum
hjarta-æðra-sjúkur og týpu-2
diabetes.
Sukursyndin
Fýra út av fimm børnum fáa í
dag ov nógv sukur. Tá ið børn ikki
røra seg nokk, vil ein orkutættur
kostur, ið inniheldur ov nógv feitt
og sukur hava við sær yvirvekt. Í
dag hava stovnar og skúlar tíbetur
nógv meiri fokus á trupulleikan
enn fyrr, men sum foreldur er
tað eisini okkara ábyrgd at hjálpa
barninum til ein sunnari lívsstíl.
Tað snýr seg um at skapa nýggjar
vanar í familjuni, og tað nýtist als
ikki at vera so torført.
Ein sunnur lívsstílur hevur
við sær, at tit hugsa um, hvat ið
tit eta, og hvussu nógv tit røra
tykkum í gerandisdegnum. Set í
felag nøkur mál, har ið tit leggja
dent á bæði mat og rørslu. Eisini
er tað eitt gott hugskot at gera ein
nágreiniligan innkeypsseðil, tá ið
tú keypur inn, ið kann hjálpa tær
at leggja dent á tær matvørur, ið
tit hava tørv á, soleiðis at tú ikki
so lætt letur teg freista av teimum
nógvu tilboðunum uppá ósunnar
matvørur.
Flestu børn halda tað vera
spenn andi at gera mat. Lat barnið
vera við til at avgera, hvat ið
familjan skal eta og lat tað vera
við í matgerðini. Tað er bæði
hugnaligt og gevur barninum
prakt iskar royndir og vitan um,
hvat ið sunnur matur er.
SoleiðiS kanSt tú Stuðla barninum:
• Syrg fyri at barnið byrjar dagin við einum sunnum morgunmati.
• Gev barninum ein góðan matpakka við, ið tí dámar. So er møguleikin størri fyri, at hann verður etin.
• Ansa eftir, hvat ið etið verður millum máltíðirnar.
• Ansa eftir portiónsstøddunum.
• Lat vera við at hava eina goymslu við sodavatni, keks, kipsi, køkum og øðrum freistingum í húsinum.
• Syrg fyri at sunnur matur og rørsla verður ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá barninum.
• Lat ofta tey felags familjuítrivini vera ein gongutúrur, bóltspøl ella ein túrur í svimjihøllina.
• Set mark fyri, hvussu nógv tíð kann nýtast til t.d. telduspøl og sjónvarp.