mikudagur 31. mars 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 63 - 31. mars 2010
Týskvøldið 30. mars kl. 21 á Torginum:
Gestur: Terji Dalsgaard, vertur: A. Absalonsen (endursending frá 17.03.2009)
Skírisdagur 1. apríl kl. 12.30:
Rodmundur í Liða og Absalon Absalonsen, samtala um persónar og hendingar í
sambandi við skírisdag
Langi fríggjadagur 2. apríl kl. 12.30:
Rodmundur í Liða og Absalon Absalonsen samtala um persónar og hendingar í
sambandi við langa fríggjadag.
1. Páskadagur 4. apríl kl. 12.30: Rodmundur í Liða og Absalon Absalonsen
samtala um uppreisn Jesusar.
2. Páskadagur 5. apríl kl. 12.30:Endursending frá Torginum týskvøldið 23.03
gestir: Victor og Mirjam Carlsen
EVR um páskirnar á Rás2
60 ára føðingardagur
Mikudagin 7. apríl verði eg 60 ár,
føðingardagsveitslan verður hildin í Skálanum í
Klaksvík, leygardagin, 10. apríl kl. 19. Tey sum
ynskja at gleða meg við at koma í føðingardag,
verða vinarliga biðin at boða frá við at ringja
ella senda sms til telefon 211988, ella við t-
posti til isak@football.fo helst áðrenn 5. apríl.
Heilsan Ísak Mikladal, Klaksvík.
95 ára føðingardagur
5. apríl verður Signhild Danielsen 95 ár.
Dagurin verður hildin saman við familjuni.
Silvurbrúdleyp
Leygardagin 3. apríl hava Katrin og Ingimund
Hansen Fuglafjørður silvurbrúdleyp. Dagurin
verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18
fyri innbodnum.
Gullbrúdleyp
Mánadagin 12. apríl kunnu hjúnini Ruth og
Billy Olsen halda gullbrúdleyp. Dagurin verður
hildin saman við familjuni.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 17. apríl hava Helga og Jørgin
Gleðisheygg Nes, Gullbrúdleyp. Dagurin verður
hildin í bygdahúsinum í Leirvík, kl. 18. Øll eru
hjartaliga vælkomin. Tey ið vilja gleða okkum
við at koma verða biðin um at siga frá innan 8.
apríl á tlf. 447160 ella 270876
Brúdleyp
Mikudagin 31. mars kl. 16 giftast í Sjóvar
kirkju Asbjørg Norðberg og Eyðun Poulsen
bæði av Strondum. Opið hús verður kl. 19
í Bygdahúsinum á Strondum, har øll eru
hjartaliga vælkomin at heilsa uppá brúðarparið.
Brúdleyp
Leygardagin 3. apríl kl. 15 giftast í Glyvra
kirkju, Marika Meyevi Soukou og Kaj. J.
Skipanes. Veitslan verður í sjókaféini kl. 19 fyri
innbodnum.
Brúdleyp
Leygardagin 3. apríl giftast Randi Holm, Kvívík
og Bárður Brestirson Nielsen, Saltangará.
Vígslan verður í Kvívíkar kirkju kl. 15. Veitslan
verður fyri innbodnum á Hotel Hafnia kl. 18
Brúdleyp
Leygardagin 24. apríl giftast Joan Simonsen,
Saltangará og Rúni Jallson Niclassen, Skáli.
Vígslan verður í Glyvra kirkju kl. 14. Veitslan
verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið
ynskja at gleða Brúðarparið við at koma, verða
vinarliga biðin um at tekna seg innan 10. apríl á
tlf. 262713, 448051 (Joan) ella 256043, 441603
(Rúni).
merkisdagar
1. dømi: Millum 18 og 67 ár
Um tygum eru millum 18 og 67 ár og keypa fyri 3.370 kr. í tilskotsheilivági, skulu tygum sjálv/-ur gjalda
1.205,50 kr. Sí útrokningarnar í talvuni niðanfyri:
Í hesum aldursbólki kunnu tygum ongantíð koma at gjalda meira enn 1.600 kr. í einum tilskotsári.
2. dømi: Yngri enn 18 ella eldri enn 67 ár.
Um tygum eru yngri enn 18 ella eldri enn 67 ár og keypa fyri 3.370 kr. í tilskotsheilivági, skulu tygum
sjálv/ur gjalda 1.195 kr. Sí útrokningarnar í talvuni niðanfyri:
Í hesum aldursbólki kunnu tygum ongantíð koma at gjalda meira enn 1.195 kr. í einum tilskotsári.
UMBÝTI AV HEILIVÁGI
Flestallur heilivágur verður býttur um við bíligasta heilivág, um tað snýr seg um sama virkna
innihaldsevni. Um tygum ynskja dýrara heilivágin, mugu tygum sjálv/-ur gjalda munin. Tó ber til
hjá lækna at søkja tilskotsnevndina um hækkað tilskot. Sí nærri á baksíðuni (grein 21 og 22).
Tilskot til persónar yngri
1. dømi
Sjúklingur
Tilskot
Tilsamans
500 kr.
500 kr.
0 kr.
500 kr.
500 - 1.000 kr.
250 kr.
250 kr.
500 kr.
1.000 - 2.000 kr.
250 kr.
750 kr.
1.000 kr.
2.000 - 3.370 kr.
205,50 kr.
1.164,50 kr.
1.370 kr.
SAMANLAGT
1.205,50 kr.
2.164,50 kr.
3.370 kr.
Tilskot í %-um
0%
50%
75%
85%
2. dømi
Sjúklingur
Tilskot
Tilsamans
500 kr.
500 kr.
0 kr.
500 kr.
500 - 1.000 kr.
250 kr.
250 kr.
500 kr.
1.000 - 2.000 kr.
250 kr.
750 kr.
1.000 kr.
2.000 - 3.300 kr.
195 kr.
1.105 kr.
1.300 kr.
SAMANLAGT
1.195 kr.
2.175 kr.
3.370 kr.
Tilskot í %-um
0%
50%
75%
85%
3.300 - 3.370 kr.
100%
0 kr.
70 kr.
70 kr.
Tilskotið pr. persón er í prosentum samsvarandi við árliga
keypið:
Tilskot til persónar
millum 18 og 67 ár
Tilskot til persónar yngri
enn 18 og eldri enn 67 ár
0 - 500 kr.
0%
0%
500 - 1.000 kr.
50%
50%
1.000 - 2.000 kr
75%
75%
2.000 - 3.300 kr.
85%
2.000 - 6.000 kr.
85%
Oman fyri 3.300 kr.
100%
Oman fyri 6.000 kr.
100%
Reglur um heilivágstilskot frá Heilsutrygd
1. APRÍL KOMA NÝGGJAR REGLUR UM TILSKOT TIL HEILIVÁG Í GILDI
Tá ið tygum keypa heilivág á apotekinum, kunnu tygum fáa tilskot frá Heilsutrygd. Ein tilskotsnevnd
avger, hvønn heilivág Heilsutrygd veitir tilskot til.
Hvussu stórt tilskotið verður, veldst um, hvussu stórar árligu útreiðslurnar til heilivág eru. Tað merkir,
at tilskotið hækkar í samsvari við tygara heildarútreiðslur, sum árið líður. Jú størri útreiðslur til heilivág
í einum tíðarskeiði á eitt ár, jú størri verður tilskotið. Børn yngri enn 18 og persónar eldri enn 67 ár
gjalda ongantíð meira enn 1.195 krónur árliga fyri tilskotsheilivág. Hini gjalda í mesta lagi 1.600
krónur árliga.
Tilskotsárið er 1 ár. Fyrsta tilskotsárið byrjar tann dagin, ið tygum eftir 1. apríl 2010 keypa tilskots
heilivág fyrstu ferð. Næsta tilskotsárið byrjar tann dagin, ið tygum keypa tilskotsheilivág, eftir at fyrsta
tilskotsárið er runnið. Síðan halda tilskotsárini fram á sama hátt.
Heilsutrygd veitir vanligt tilskot til fleiri sløg av heilivági; men tilskot kann eisini verða veitt í serligum
førum. Tað kann vera til heilivág til pensjónist ella til viðgerð fyri ávísa sjúku. Harumframt ber eisini til
hjá læknanum at søkja tilskotsnevndina um einstaklingstilskot.
Gevið gætur: Tað er sera umráðandi at fylgja við, nær tilskotsárið rennur út. Fyrst í nýggjum tilskots
ári er heilivágurin upp á seg dýrur, tí egingjaldið er 100% av kostnaðinum upp til 500 kr. Síðan økist
tilskotið í mun til útreiðslurnar, eins og víst á næstu síðu. Kunning um tilskotsárið sæst á kassakvitt
annini frá apotekinum, og snýr tað seg um sending, verður tilsvarandi kunning viðløgd.
Reglurnar eru:
· At tygum ikki fáa tilskot, um tygara heildarútreiðslur eru minni enn 500 kr. eftir einum
tíðarskeiði á eitt ár.
· At tygum fáa tilskot á 50% til tann partin av útreiðslunum, sum eru millum 500 og 1.000 kr.
· At tygum fáa tilskot á 75% til tann partin av útreiðslunum millum 1.000 og 2.000 kr.
· At tygum fáa tilskot á 85% til útreiðslur millum 2.000 og 3.300 kr., um tygum eru yngri enn
18 ella eldri enn 67 ár.
· At tygum fáa tilskot á 85% til útreiðslur millum 2.000 og 6.000 kr., um tygum eru millum
18 og 67 ár.
· At tygum fáa tilskot á 100% til útreiðslur oman fyri 3.300 kr., um tygum eru yngri enn
18 ella eldri enn 67 ár. Í hesum aldursbólki kunnu tygum ongantíð koma at rinda meiri enn
1.195 kr. í einum tilskotsári.
· At tygum fáa tilskot á 100% til útreiðslur oman fyri 6.000 kr., um tygum eru millum
18 og 67 ár. Í hesum aldursbólki kunnu tygum ongantíð koma at rinda meiri enn 1.600 kr.
í einum tilskotsári.