Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 63 · 31. mars 2010 20 VIKUSKIFTI páska Heiðrik hin óvanligi Longu sum næmingur í myndlist var hann ein av teimum óvanligu og er tað enn. super-estetikarin Heiðrik á Heygum Letur seg ikki seta í bás sum listamaður og Leggur Líka í, hvat ummælarar haLda Ummæli kinna Poulsen kinna_poulsen@hotmail.com Tað er á so mangan hátt eitt privilegium at starvast í Studentaskúlanum í Hoy­ dølum, ikki minst nú áhugin fyri myndlist tykist vaksandi millum tey ungu. Sum lærari í myndlist havi eg í nøkur ár havt høvi at fylgja við okkara blaðungu spírum og teirra trilvandi byrjan. Summi duga sjálvandi betri enn onnur, og av teimum duga einstøk heilt væl og sera væl. Men so er tað tey óvanligu, sum tú bein anvegin leggur til merkis, tí tey hava møguleikan at gerast listafólk ­ um viljin og heilt nógvar aðrar umstøður eru til staðar. Óneyðugt er helst at siga, at tað ikki er ofta, tú fært eyga á ein av teimum óvanligu, tó at tað er hent nakrar ferðir hesi seinastu árini, og tað er bara onkur einstakur av hesum fáu, sum verður listafólk. Sum næmingur var Heiðrik á Heygum (1983) ein av teimum óvanligu, og hann er tað enn, hóast listagávur hansara eru so mikið fjølbroyttar, at myndlistin kanska ikki altíð hevur ligið fremst í huga hansara. Fyri kortum varð portrettfilmur hansara um ommuna, »Aldur« sýndur í Norðurlandahúsinum, í farnu viku kom fyrsta lagið á komandi fløgu hansara »Monster« út, og í summ ar fer Heiðrik á Heygum at sýna fram myndir sínar, sum hann nevnir »Aldur­dómur«, í Müllers Pakkhúsi saman við Silju Strøm, Halldis Olsen, Sámali Blak, Erlu Maritu Lamhauge og Jóannesi Lamhauge. Far á akademiið Á Ólavsøkurframsýningini fyri skjótt trimum árum síðani sýndi Heiðrik millum annað fram framúrskarandi mynd ina »Alice«, sum er av eini ung­ ari gentu, sum sæst í trýkvartum pro­ fili hyggjandi út móti áskoðaranum við einum grísi í fanginum og einum trillandi tári á vinstra kjálka í eini lýs­ ing, sum eg í ummælinum sammetti við dugnaligar og sera uppstillaðar barokk myndir til dømis við atliti til ljós árinið við bølamyrkari bakgrund og sterkum ljósi miðsavnaðum á mynd­ evnið. Úttrykkið hjá gentuni tyk ist um somu tíð ektað kensluborið og cheesy á sama hátt sum myndin av grát andi sigoynarabarninum, ið mong høvdu hangandi fyrr. Soleiðis tykist gentu­ lýs ingin á løgnan hátt bæði sakleys og tilvitað í eini mynd, ið eins og aðrar myndir hjá Heiðrik, snýr seg um aldur og ævigan ungdóm. Í hesu somu greinini hevði ummælarin hug at ill­ neitast inn á forkelaða ungdómin og teirra skýggjan av listarligari útbúgving og gjørdi ikki minni av enn at krevja Heiðrik á akademi í stundini. Høvuðspersónur í teknirøð Tá eg nú hitti Heiðrik til stutt viðtal kundi eg beinanveg sanna, at Heiðrik sjálvur leggur líka lítið í at definera ella avmarka seg sjálvan sum listamann, sum hann leggur í ummælarans met­ ing, sum jú eisini er eitt slag av aldurs­ merktum dómi. Tá hann skapar eitt­ hvørt listarligt, kemur tað innanfrá úr dulvitinum, sigur hann og heldur fram: »Eg seti mær ikki eitt tilvitað mál ella hugsi ikki stórvegis, hvat eg geri. Tá eg geri myndir, hoyri eg tónleik, og tá eg geri tónleik, síggi eg myndir, og filmur er jú bæði. Eg úttrykki meg fyrst og fremst. Eg trúgvi, tað er eitt sindur á sama hátt sum við dreymum; at tað ikki er fyrr enn tú vaknar, at tað ber til at tulka teir.« Sjálvsmyndin við reyðum barna­ vogni verður við á áðurnevndu fram­ sýning hjá teimum ungu. Heiðrik sig ur um myndina, at brádliga var hon á pappírinum, og at hann aftan á hugs aði, at tað møguliga snýr seg um trýstið, hann kennir, við tað at hann sjálv ur er við at vera í tí aldrinum, tá fólk fáa børn og hús og tílíkt. Heiðrik ger ofta sjálvsmyndir, og tað er ikki end iliga, tí honum dámar væl at tekna seg sjálvan. Hann brúkar seg sjálvan sum høvuðspersón í eini søgu, á sama hátt sum í eini teknirøð. Kvinnurnar kveikja Tá eg spyrji unga listamannin, um hann hevur listarligar fyrimyndir, er svarið fyrst eitt sindur víkjandi, at tað meira er gerandislívið enn listabøkur og listaframsýningar, sum veita hon­ um íblástur. Tá hann síðan fer at nevna føroysk listafólk, honum dámar, stað­ festir hann sjálvur, at tað næstan bert er talan um listakvinnur: »Eg veit ikki hví, men kanska tí, at tær eru meira kenslu bornar enn menninir, ið bert mála landsløg«. Heiðrik dámar serliga væl Elin­ borg Lützen og hennara fan tast iska ævintýrheim, men heldur eis ini, at William Heinesen er áhuga verd ur. Av teimum núlivandi samtíðarlista fólk­ unum dámar hann til dømis Beintu av Reyni og Sigrun Gunnarsdóttir, hvørs myndir seta áskoðaran í gongd við at hugsa. Sum heild er tað serstakliga gott, at aktivera áskoðaran, heldur Heiðrik, sum er veruliga hugtikin av Erlu Maritu Askham, ið verður við á framsýningini í Müllers Pakkhúsi í summar og sum hann metir skapar list, sum vit ikki Tey ungu listafólkini eru nógv meira persónlig í teirra list, enn tey eldru Møguliga snýr myndin við barnavogninum seg um trýstið, hann kennir, við tað at hann sjálvur er við at vera í tí aldrinum, tá fólk fáa børn og hús og tílíkt, heldur Heiðrik á Heygum