Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 63 - 31. mars 2010 Vit vóru ein túr fram við Drotning Margrethu Barna­ garði í Klaksvík Barnagarður Orð: Durita Simonsen &Tanja Sørensen, praktikantar Klaksvík: Vit tosaðu við nøkur starvsfólk, millum annað um, hví barnagarðurin hevði heitið “Drotning Margrethu Barnagarður”. Tær fortaldu okkum at barnagarðurin eitur eftir donsku drotningini, men tað er eingin plikt hjá teim­ um at hava nakað sambært henni, t.v.s eina mynd ella líknandi. Munurin á Drotning Margrethu barnagarðinum, og øðrum barnagarðum er tann, at hann kemur undir KFUM, og er ein kristin barnagarður og er haraftrat ein sjálvsognarstovnur. Tey leggja nógvan dent á at børnini hava ein inni­ haldsríkan dag. Í for skúla­ stov uni fyrireika tey seg mill um annað til fólka­ skúlan. Tey leggja eisini dent á at vera nógv úti. Um barnagarðin Barnagarðurin varð stovn­ aður í 1957. Marjun Lassen er leiðari á barnagarðinum, har eru í løtuni umleið 90 børn. Har eru fimm stovur ­ ein forskúlastova, tríggjar barna garðsstovur og ein vøggu stova. Innihalds ríkur dagur í barna garðinum Fyri eitt av okkara starvsfólkum, sum fer í barnsburðafarloyvi, sóknast vit eftir einum starvsfelaga til Innanhýsis Grannskoðanardeildina. Arbeiðsstaður er Yviri við Strond 2 og tú vísir til innanhýsis grannskoðanarleiðara, Sigmund Frederiksen. Tínar uppgávur verða at • leggja til rættis og vera við til at gera ávegis grannskoðan • reviewa kvartalsroknskapir og grannskoða ársroknskap saman við tínum starvsfeløgum • skriva grannskoðanarfrágreiðingar • vera partur av vanliga grannskoð- anararbeiðinum í bankanum • hjálpa til við grannskoðan av Eik Bank Danmark Títt arbeiðsøki verður breitt og tú fært møguleika at arbeiða við øllum fak- økjum, sum bankin arbeiðir innanfyri. Stórur partur av arbeiðinum fer fram í tøttum samskifti við aðrar deildir í bankanum. Hóast tín arbeiðsstaður er Eik Banki í Føroyum, eru eisini góðir møguleikar fyri at gera eitt ávíst arbeiði í Eik Bank Danmark sum innanhýsis grann- skoðanin eisini varðar av. Um teg Tú hevur lisið Cand.merc.aud. og hevur royndir við grannskoðan. Tú hevur lætt við at orða teg á før- oyskum og donskum bæði munnliga og skrivliga. Tað er neyðugt, at tú heldur teg dagførdan um og tilegnar tær nýggja vitan innan roknskap og grannskoðan. Hóast tú ert partur av einum toymi, verður nógv av arbeiðinum útført sjálvstøðugt og undir ábyrgd. Sum persónur ert tú eldhugað/ur, kanst síggja heildina, ert erlig/ur og før/ur fyri at skera ígjøgnum um neyðugt. Vit bjóða • starv í eini altjóða fyritøku • persónligar og fakligar avbjóðingar • góðar møguleikar fyri viðlíkahaldi av tínum førleikum • góð starvsviðurskifti, herundir fleksiblar arbejðstíðir og eftirløn • kappingarføra løn, sum verður avtalað í mun til tín førleika • møguleika fyri føstum starvi Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við grannskoðanarleiðaran, Sigmund Frederiksen á telefon 548560 ella sigmund.frederiksen@eik.fo Hevur starvið tín áhuga, so send eina umsókn til Grannskoðanardeildin, att. Sigmund Frederiksen, Yviri við Strond 2, FO-100 Tórshavn ella á omanfyri- standandi teldupost adressu Umsóknarfreistin er 15. apríl 2010, og starvið verður sett skjótast tilber. Innanhýsis grannskoðari www.eik.fo Í Eik samtakinum starvast á leið 350 fólk á 15 deildum kring landið, í dóttur- felagnum Inni P/F og í dótturfelagnum Eik Bank Danmark A/S. Í innanhýsis grannskoðanini í Eik Banka eru fýra fólk í starvi umframt eitt starvsfólk í Eik Bank Danmark Starvsfólk og børn hugna sær saman í »Drotning Margrethu Barnagarði« Mynd: Durita Simonsen/Tanja Sørensen Vit eru við at leggja seinastu hond á spennandi leik­ verkætlan í Nólsoy. Tað er sjónleikadeildin hjá bygdafelagnum, ið sam­ an við íslendskum leikstjóra og scenografi hava sam­ starva um hendan leikin, sum ber heiti ”Havgird”. Leikstjóri er Ávgusta Skúladóttir, sum er fulltíðar leikstjóri í Íslandi. Hon arbeiðir bæði við áhuga­ og yrkisleikbólkum, og hevur sett upp leik í Tjóðleikhúsi Íslands og íslendsku oper­ uni. Leikir hennara eru spæld­ ir á NEATA og IATA festi­ valum í fleiri londum. Hon er útbúgvin sjónleikari hjá Monica Pagneux í París og Phillipe Gauliere í London. Hevur masterútbúgving frá Theatre de Complicite, John Wrigth, David Glass og Bruce Meyers. Var við til at stovna leikbólkin Icelandiv Take Away Theatre og var við í 10 av teirra leikum sum leik ari, leikstjóri ella høv­ undur. Hevur eisini leikstjórnað á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn og í Før­ oyum leikstjórnaði hon ”Í Geyma”. Águsta var lærari á Leiklistaskúla Føroya í 2008 og 09, og verður tað eisini í 2010. Águsta hevur fingið fleiri virðislønir fyri arbeiði sítt innan leiklist. Pallmyndastjórin Katrin Þorvaldsdóttir er meistari at gera dukkur/marionettir og er ein av stovnarunum hjá Icelandic Take Away Theatre. Hon hevur gjørt dukkur, grímur, búnar og pallmyndir fyri felagið. Katrin hevur gjørt eina rúgvu av pallmyndum og búnum til ymisk leikhús, serstakliga Tjóðleikhúsið, Borgarleikhúsið Møgu leik­ húsið. Dukkur hennara eru sera nógvar í tali, og hava mangar teirra ferðast víða um heimin. Katrin hevur haft framsýningar av grím­ um og dukkum í Íslandi og uttanlanda. Yndistilfar henn ara er íslendskur tari, sum hon hevur arbeitt nógv við, granska og funnið hættir at kunna nýta til dukk ur og maskur. Katrin arbeiddi við jólakalend ar­ anum á Rás 2 í Íslandi saman við Bernd Ogrodnik í 2005. Hon gjørdi búnar til “Eldhús eftir máli “ og var tilnevnd Grímuna – Ís ­ lendska Leiklistavirðislønin ­ fyri árið 2006. Katrin hevur tikið lut í fleiri sjálv­ støguðum leiksýningum, og seinast í “Gyðjan í velinni”, sum var sýnd á verju skipinum Óðini á Lista hátíð Reykjavíkar 2007. Katrin hevur eisini gjørt pallmynd og búnar til leikin “Í Geyma” í Tórshavn 2008. Leikurin er um fimm sjólatnar verur/sálir, sum samliva á havsins botni, og sum royna at fáa sum mest burturúr hesum lívi aftaná lívið. Leikarnarnir hava saman við leikstjóra og pall mynda­ stjóra bygt leikin upp frá hugarensli til liðugt verk. Arbeiðshátturin eitur ”devis ed theatre” og er ein sera spennandi arbeiðsháttur og ikki so kendur her heima hjá okkum. Tað ber við sær, at av ­ bjóðingarnar eru nógvar og leikararnir noyðast at arbeiða við leikhættum, teir aldri hava roynt áður. Sera krevjandi fyri áhuga leik­ arar. Leikurin er ógvuliga visuellur, nýtir nógvar rørsl ur, tónleik, litir og marionettdukkur í manna­ stødd at gera innihaldið livandi. Leikurin er bæði álvarsamur og stuttligur, ræðandi og romantiskur. ”Klovnari” verður m.a. nógv nýtt at siga frá tí alvar­ sama. Hetta er ein leikur, sum fjølmiðlarnir vónandi fara at vísa áhuga – eisini tí tað er áhugavert, at ein lítil bygd kann seta upp ein slíkan leik. Spennandi sjón- leikarverkætlan