Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 63 · 31. mars 2010 23 VIKUSKIFTI páska Nýggjar frálíkar íbúðir undir Kongavarða á 82 m2 Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Nú hevur tú møguleikan fyri at ogna tær hesar frálíku íbúðirnar, vart tú ov sein/ur í fyrsta umfari. Íbúðir í staðin fyri hús Tríggjar ferðir átta eru fýraogtjúgu, og tað er júst talið av nýggjum góð- um íbúðum, ið nú verða bygdar í frálíku byggiverkætlanini undir Kongavarða. Íbúðirnar, sum eru í einari hædd, eru við endan á Konga- varðavegnum í átta samanbygdum íbúðarhúsum við trimum íbúðum í hvørjum, sum verða bygd á funda- mentið, ið annars var ætlað til raðhús í 3 hæddum. Íbúðirnar verða bygdar í somu haldgóðu dygd, ið longu er galdandi fyri restina av byggjarínum undir Kongavarða, og tær hava líka so einastandandi og framúrskarandi panoramaútsýni yvir Havnina, fjøllini norðanfyri, út á fjørðin norðureftir og yvir á Nólsoynna. Býlingurin og umhvørvið Býlingurin verður sum frá líður ein nýggjur og heilskapaður býarpartur við skipaðum arkitekturi, ið gevur fólki avbjóðingar, frið og tryggleika. Alt verður gjørt liðugt millum húsini við vegi, gongubreyt, spæliplássi, sparkivølli og hugnaligum umhvørvi, og stóru vindeyguni geva ljósinum frítt spæl og leggja Nólsoyarfjørð og Havnina opna fyri eygað. Uttanfyri og uttanum – liviligt og lívligt Millum húsini er felagsøki, har gran- narnir hava møguleika fyri at skipa fyri ymiskum. Har vera gróðursettir runnar, ið geva lívd og nærleika til hugna og spæl, og her eru hyljareygu, spælipláss, sparkivøllur og annað – girt við snøggum laðingum og gøt- um ímillum. Beint sunnanfyri er gøta niðan á Reyn til nýggjan dagstovn og til spildurnýggja skúlan, ið stend- ur í gerð. Íbúðirnar er eins væl egn- aðar til ung sum eldri, til støk eins og til tað lítlu familjuna. Íbúðirnar í miðhæddini eru sera væl egnaðar til fólk, ið eru rørslutarnað, tí tú kanst ganga / koyra beint inn. Stílur, snið og dygd Ljósa, opna og stílreina umhvørvið uttan gongur aftur í ljósa, lætta og frískliga arkitekturinum innan. Alt er nýtt og hvítt og gjørt við besta handverki og úr besta tilfari. Tú kennir teg væl inni og hevur sam- stundis einastandandi gott samband við umhvørvið og umverðina úti. Íbúðirnar eru hugnaligar, liviligar og væl bjálvaðar. Útveggirnir eru úr bjálvaðum betonelementum, og brandmúrur úr beton er millum hús- ini og dekk úr beton er millum hæddirnar. Gólvini í duri og baðirúmi eru løgd við flísum, og øll onnur gólv eru løgd við parkett. Íbúðirnar eru lættar at umsita og halda, og eru sera bíligar í rakstri. Her kanst tú savna teg um at liva eitt gott gerandislív í glæsiligum rammum. Innrætting Har er inngongd, durur / gongd, hjún- arrúm, kamar, baðirúm og køkur / alrúm / stova. Ovastu íbuðirnar hava atgongd til ovastaloft, og niðastu íbúðirnar hava útgongd til útigólv / terassu. Allar íbúðirnar hava hartil goymslurúm / hjall á uml. 4 m2. Fakta Adressa ...........undir Kongavarða, Argir Byggiár ............2010 Hæddir .............1 Gólvvídd ...........82 m2 + 4 m2 Goymslurúm ....4 m2 Hjallur ..............Ja Bilskýli .............Ja Prísur ...............úr kr. 1.600.000,00 íroknað mvg* *) harav kr. 100.000 kunnu fáast aftur eftir umsókn