mikudagur 31. mars 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 63 • 31. mars 2010
MIÐvIkaN
33
Tað er ein partur av
hesi søgu hvør ið
Ziska var. Greitt verður
bæði frá ættini og
honum sjálvum
Ættin
Pápi Ziska var sonur tann í
Norðoyggjum so væl kenda
Gøtu Jákup. Um hann skrivar J.
Símun Hansen um húsini ”Millum
Garðanna.”
Hjá Høgna Jákupi, (teir vóru trý
menningar) var leingi ein húskall
ur, sum æt Jákup Jacobsen. Hann
giftist í 1882 við Marin Malenu
Fr. Ziska, dóttir Kristoffer Ziska
í Gerðum. Hann fekk eina trøð
burtur av Oyrarhaga millum Oyrar
og Gerðargarð. Hann bygdi um
somu tíð hús, hjall og neyst. Eini
tíggju ár seinni fóru húsini av
vindi. Tá bygdi hann eitt sindur
norðari eina langa lon, sum í
1916 varð niðurtikin.
Tá fluttu tey til Klaksvíkar og
bygdu á Fløttinum. Ein grundin
mundi vera, at Gøtu Jákup var so
óheppin at missa annað beinið og
sat tí óhøgliga úti á Oyri.”
Gøtu Jákup var næstelsti sonur
í Tjørnustovu í Norðragøtu, sonur
Jákup og Siggu Malenu, ættað úr
Lorvík. Tann elsti, Óli Jákup, gekk
burtur, 37 ára gamal og ógiftur,
við Nólsoyinginum í 1884 á
Fuglfjarðaboðunum á veg heim av
útróðri. Beiggi Ziska, Óla Jákup,
kendur í Klaksvík sum ”Ekspress”,
varð uppkallaður eftir honum.
Jákup var tískil borin til garðin,
men hann segði hann frá sær
av orsøkum, sum ikki er so
lætt at skilja í dag. Víst segði
pápabeiggi hansara Óla Jákup
eisini garðin frá sær, men hetta
var tí, hann hevði gift seg til ein
størri garð í Skúvoy. Men at siga
garð frá sær, um hann enn var
lítil, fyri at velta upp úr nýggjum í
nærum oyðimørk, má hava verið
sjáldsamt.
Kanska er frágreiðingin tann,
at tá var farið at loysa seg at
rógva út, og tað slapst av við
fiskin í Klaksvík. Kanska hevur tað
eisini talt við, at bóndadótturin úr
Gerðum, kona hansara, var roknað
fyri at vera viljasterk og hevur
kanska ikki viljað flutt til Gøtu.
Tískil tók næsti beiggin, Absalon,
við garðinum í Gøtu. Hann er nú
farin úr ættini vegna dugnaloysi hjá
tí, sum nú stóð til at festa.
Sostatt var tað Millum Garðar
nar, at Jákup og Marin Malena
búsettust at dyrka upp úr nýggj
um. Jákup var tiltikin at vera
raskur, og tað er ikki smávegis av
dyrkaðum lendi, sum liggur eftir
hann. Jákup fekk hetta stykkið frá
verfaðirinum, sum neyvan roknaði
við at nakað kundi fáast burtur
úr tí kortini. Hann gjørdist púra
býttur, tá ið hann sá úrslitið. Tað
sigst, at Jákup var eins raskur
og ágrýtin at velta eftir, at hann
misti annað beinið. Hetta forðaði
honum heldur ikki í at gerast av
raskastu útróðrarmonnum.
Børnini hjá Jákupi og Marin
Malenu vóru Jákup, Christoffer,
Jógvan, Óli Jákup, Markus. Sigga
g. Mikkelsen, Oluffa g. Niclassen,
Ziska og Hjalmar. Hetta er blivin
ein ótrúliga stór ætt, sum hevur
gjørt seg galdandi á nógvum
økjum bæði í Klaksvík og Føroyum
annars.
Ziska kom sjálvur
at gerast av bestu
svimjarum. Hann fekk
Hvør var Ziska?
Ziska var nevndarlimur í Klaksvíkar Útróðrarfelag. Standandi eru Hans Pauli
Klein og Hans Jacob Frederiksen. Sitandi J.P.Kjelnæs og Ziska. Bróðursonur
hansara Henry Mellemgaard manglar á myndini
vóru eisini til staðar. Tá var
eisini sungin sangur við eini
heilt serligari søgu. Hann var
nevnuiliga funnin uppi á tí deyða
Jógvan Thomassen. Honum og
hansara sangi greiða vit frá í
komandi parti.
Í Reykjavík máttu teir eisini
keypa klæði. Tað var Sámal
Ellingsgaard úr Miðvági, sum
skipaði fyri hesum. Teir keyptu
í part fyri upp til kr. 100, og
rokningin varð send donsku
sendistovuni í Reykjavík.
Tryggingin kann so neyvan
hava tikið við, tí tá menninir
koma heima aftur verða teir
kravdir eftir hesum pengum. Tað
var ymiskt, sum tað var goldið,
tí heilt fram til 1934 fara hesar
innkrevjingar fram. Hesa tíðina
høvdu fiskimenn ikki pening til
slíkar eykarokningar. Onkur fekk
at enda sína skuld eftirgivna.
Viðurkenning frá
Stauning
Tann 17. november 1930 skriv
ar Thorvald Stauning, sum
tá umframt at vera forsætis
málaraðharri eisini var sjóvinnu
og fiskimálaráðharri bræv til
Hjalmar Ringberg, amtmann,
har millum annað verður sagt
eftir fyrst at greitt verður frá
bjargingarbragdinum hjá Ziska:
“I denne anledning skal man,
ved at meddele, at Ministeriet
for Søfart og Fiskeri har besluttet
at tildele Fisker Peter Ziska
Jacobsen en Erindringsgave
som Paaskønnelse for den
af ham ved den omhandlede
Lejlighed udviste modige og
behjertede Optræden, anmode
Hr. Amtmanden om at ville være
ulejliget med at tilkalde den
paagældende Fisker og overfor
ham give udtryk for Regeringens
Paaskønnelse af og Tak for den
af ham ved den omhandlede
Lejlighed udførte Redningsdaad
samt at overrække ham det
Dem her i Ministeriet under 13.
d.M. overleverede Guldur med
Inskription som et Minde om
Begivenheden.
Det tilføjes, at man vilde
sætte Pris paa at modtage
Meddelelse om Errindrinsgavens
Overrækkelse.
Th. Stauning
/Emil Krogh
Gøtu Jákup hevði mist annað beinið.
Men fyri tað var hann líka raskur at
velta og at rógva út
➘
Partur av húskinum Millum Garðarnar. Aftara rekkjan frá vinstru: Ziska sjálvur, Marin Malena, mamma hansara,
systrarnar Sigga og Oluffa. Fremra rað: Beiggin Hjalmar, pápin Jákup og beiggin Sámal