Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 34 nr. 63 • 31. mars 2010 roynt seg í svimjing á Borðoyavík, har tey jú búðu. John Reid Bjartalíð skrivaði um beiggjarnar Millum Garðarnar, at frá tí, teir dugdu at halda i árina, vórðu teir hildnir til bátin. Allir gjørdust teir havsins synir burtur av og komu at roynast sum rættir menn. Ziska sjálvur Ziska giftist í 1923 við Johonnu Johansen av Vágheygnum. Hon var dóttir Lisu og Lamba Johann, kendur útróðrarmaður. Sagt varð, at Johanna var óføra røsk og fryntlig. Tey áttu 9 børn: Anna g. Høgnesen, Margit g. Joensen, Poulina g. Jacobsen, Johan, Hjørdis g. Hansen, Elinborg g. Mortensen, Hergerð g. Samuelsen, Benrosa g. Joensen og Jákup, kendur kokkur. Fyri nakað nógvum árum síðani var hildin ein ættarstevna hjá eftirkomarunum hjá Gøtu Jákup. Her var gjørd ein yrking um øll børnini hjá honum, og um Ziska varð m.a. yrkt: Ziska var úti fyri mongum hendingum av ymiskum slag, við Sigurfari, Ernestinu, gloymt ei verður tað. Mist mótið hevði Sigga um sín góða, kæra mann og Sigmund sendi fløskupost, sum norðmaður so fann. Eftir Sigurfari, Ziska ringar keypti tá misti sín við Ernestinu, aldri ringin aftur sá. Arbeiðsformaður hjá Kjølbro og álítandi hann var. Á súkklu og til gongu leiðin ofta út til Oyrar bar. Sigurfarið Ábendingin til Sigurfarið vísir til eina aðra dramatiska hending, sum Ziska var við í, og hana greiðir Ziska sjálvur frá í Havið og Vit: Miðskeiðis í november mánaða 1919 fóru vit seks í tali eftir Sigurfarinum, men so striltið gekk at sleppa avstað, at fýra fóru heim aftur til jóla. Ikki fyrr enn 19. januar sluppu vit av Reykjavík. Vit vóru bert tveir føroyingar. Umframt meg sjálvan, skiparin Sigmund í Árnafirði (giftur við Siggu, systir Ziska), og so fýra íslendingar, sum vildu sleppa til Føroya. Fyrsta dagin var veðrið gott, men um kvøldið ruskaði hann beint ímóti, og tað helmaði ikki í aftur. 1. februar fingu vit botn við Føroyar, men tá kom rætt ódnarveður lágt við kavaroki. Bummurin brotnaði, hon fór at leka, so dúrkið í lugarinum fleyt. Provianturin gekk undan og brennið við. Til alla lukku var farmurin fyri ein part matvørur, kremkeks, rosinur og kjøt. Tað var einki tvíbýti í tí. Antin máttu vit svølta í hel ella máttu vit seta á farmin. Bummurin var sagaður sundur til brenni, og klædningurin í lugarinum mátti eisini í eldholið. Í hesum veðrinum róku vit inn í brimið í Meðalandsbuktini, sluppu tó út aftur og hildu norð við landinum. Ætlanin var at seta inn á Seyðisfjørðin, men komnir út fyri fjørðin, var illveðrið aftur á kroppinum og ólíkindi at seta inn. Men vit hildu kortini á og komu inn í øllum góðum. Tann 27. februar ankraðu vit inni í firðinum. Báturin var so illa farin, at hann mátti lappast saman aftur við segldúki, áðrenn hann kundi setast út. Vit vóru væl móttiknir av íslendingum, sum bóru okkum heitan mat, ið vit ikki høvdu smakkað í langar tíðir. Her lógu vit í 12 dagar, fingu proviant og brenni men ongan bumm. Fýra norðmenn, ið vóru rýmdir av dampara, ið lá á firðinum, komu heim við okkum. Hesa ferð gekk betur, men vit høvdu tó fimm dagar um ferðina og vóru á Klaksvík seinnapartin 16.mars. Tó var ikki sloppið enn. Spanska sjúkan gekk í Íslandi, og vit máttu vera liggjandi umborð í 10 dagar, so vit sluppu ikki i land fyrr enn 26. mars, tá ið smittuvandin var av. Tá høvdu vit verið burtur í fýra mánaðir. Vit blakaðu ein fløskupost á ferðini. Hann var funnin í Noregi og førdi til langt samband millum finnararnar av fløskupostinum og familjuna hjá skiparanum. Tíðin eftir Ernestinu Tá ið Ziska doyði í 1985 skrivaði John Reid Bjartalíð fylgjandi um Ziska: Í 1931 fór Ziska aftur til skips sum bestimaður við tí nýggjs skipinum Skálanes, sum hansara gamli skipari Dávur í Gerðum hevði latið bygt í Frankaríki. Hann var leingi bestimaður við Dáva og var væl dámdur umborð á sama hátt sum í heimalívinum, tað var Ziska. Hann strevaðist undir krígnum bæði sum siglingarmaður við ísfiski til onglandsmarknaðin og sum útróðrarmaður. Táið Klaksvíkar Útróðrarfelag var stovnað undir krígnum, kom hann í nevndina. Komin nakað væl upp í árini gjørdist hann arbeiðs­ formaður hjá Kjølbro. Hann átti fólkatykki, lættur var hann á sær og kimiligur, vælsintur og sum fuglurin á morgunstundini. Nógv royndur sum yvirmaður umborð á skipi, so hann átti møguleikarnar at leiða fiskaarbeiði, sjálvt um hann var farin um tað besta. Til bar. Ziska royndist góður maður í lítla samfelag okkara, eingin ivi um tað. Hann var sínum heimi ein góður húsfaðir. Lítið er at ivast í, at sum tann trúgvi kirkjugangari hann var, so var tað ein holl og dygg lívsstyrki at seta sítt álit á Harran. Tað gjørdi Ziska. Tað seinasta lívspetti kom at kennast hesum mæta kappa stríggið, tí hann fekk ringa heilsu at stríðast við. Ikki óhugsandi, at ovmikið hevur staðið á viðhvørt. Nú er tú sloppin til hvíldar í tí ævigu sælini aftaná væl útint foldarlív. Tú legði góð og dygdar­ rík minni eftir teg, tínum børnum til æru, næstringum og okkum mongu, sum kendu teg, til gleði. Onnur minni um Ziska Ziska verður framvegis mintur við virðing. Ein busta av honum stendur í svimjihøllini í Klaksvík og minnir tey ungu ættarliðini um hendan úrmælingin, sum lærdi at svimja undir heilt øðrum umstøðum enn tey. Ein abbasonur Palli Ziskason hevur eisini verið virkin í svimjing og hevur verið formaður í svimjisambandinum. Norðoya Bjargingarfelag fekk fyri nøkrum árum síðani ein bjargingarbát, og hann varð eisini kallaður Ziska. Tað er í ár 110 ár síðan Ziska varð føddur. Hann verður ikki gloymdur Brot úr brævinum frá Stauning til amtmannin Ringberg um tað viðurkenning hann skuldi geva Ziska vegna donsku stjórnina Johan Ziskason, sáli, við urinum, pápin fekk frá Stauning Komandi partur Í komandi parti verður ein heilt sjáldsom søga um sangin, sum var funnin í lummanum á tí deyða Jógvan Thomassen. Eisini verður greitt frá sera sjáldsamari tekning av Ernestinu við eini eins sjáldsamari søgu