Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 31. mars 2010 35 tíðindi Fyri kortum kom út í Ísrael endur­ minningar hjá fiski­ vinnu frøðinginum Menakhem Ben­Yami. Men hesar hava longu verið í FF­blaðnum Fiskimannasøga Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Bókin greiðir frá lívinum hjá Honnu og Menakhem Ben Yami, sum er ein al tjóða kendur fiskivinnu­ frøðingur úr Ísrael. Heitið á bókini er: Lívsleiðir. Menakhem hevur tað sam band við Føroyar, at hann hevur verið her fleiri ferðir, og hann kann sigast at vera ein føroyavinur. Hann gjørdi í 2006 fyri veiðu feløgini eina frá greið­ ing um fiskiskapin undir Føroyum, og feløgini nýttu hesa frágreiðing í síni við­ gerð av fiskidøgunum hetta ár. Hann hevði tá eisini eina áhugaverda framløgu í Miðlahúsinum. Hann var her fyrstu ferð í 2004 til eina fiski vinnu­ ráðstevnu. Tá hevði FF­ blað ið eina samrøðu við Menakhem um hansara lív. Í 2005 hitti blaðið konu Menakhem, Hanna, í sam­ band við ein fiskivinnufund í Noregi, og tá fekst eisini hennara lívssøga. Var í Ísrael í 2006 og vitjaði eisini hjá Menakhem. Tá fekst meira av teirra lívs søgu, sum eisini kom í FF­blaðið. Hetta merkir, at teirra lívssøga er í høvuðsheitum komin fyrr á føroyskum enn á hebraiskum ella nøkrum øðrum máli. Hetta sæst eisini aftur í bókini, har FF­blaðið við lýsing av hesi frásøgn er ein heil­ síðumynd í bókini. Slapp undan ghettoini í Warszawa Tað kann sigast, at tey bæði hava tilsamans upplivað ein stóran part av holocaust hjá nasistunum. Menakhem er føddur í Polen í 1926. Hann var 13 ár, tá Týskland legði á land hansara. Sjálvur kom hann við familjuni at búgva í ghettuni í Warszawa, har viðurskiftini vóru ræðulig. Har kom hann at uppliva, at mamman og systirin fáa “ferðaboð.” Pápin hevur var huga av, hvat ið er hent teimum, og ræður Menak­ hem til at sleppa sær til rýmingar, áðrenn hann fær somu boð. Tað eydnaðist honum at rýma úr ghettoini, beint áðrenn týskarar beindu fyri henni og drupu teir flestu jødar, sum vóru eftir. Pápan misti hann eisini. Menakhem fór uppí polsku mótstøðurørsluna móti týskarum. Eftir krígg­ ið eydnast honum í fyrsta umfari “ólógiga” at koma til Ísrael. Har hevur hann verið við í teimum flestu kríggjum, sum hava verið. Hanna upplivdi nasismuna í Týsklandi Í Ísrael hittir Menakhem Honnu, sum hevur eina ikki minni dramatiska søgu sum týskur jødi. Hon átti for­ eldur, eina systir og tveir beiggjar. Tað eydnaðist beiggj unum at sleppa úr Týsk landi, áðrenn tað gjørd ist heilt afturlatið. Hanna búði í Berlin og kom tí so beinleiðis sum nakar at merkja, hvussu tað var sum jødi at vaksa upp í Týsklandi. Sum smágenta upp livdi hon ta happing, sum jødum var fyri. Hetta gjørdist alt verri og verri. Hon kom eisini at uppliva “krystallnáttina,” sum var byrjanin til tann rættuliga ágangin móti jødunum. Hon sá teirra synagogu sum nógvar aðrar standa í ljósum loga. Seinni var pápin sendur í legu og fyribeindur. Mamm­ an og systirin arbeiddu á eini verksmiðju. Sjálv var hon innløgd á sjúkrahúsi. Ein dag in verður Hanna upp ringd av systir síni, sum segði, at “teir hava verið á verksmiðjuni og vóru farn­ ir við mammu. Sjálv eydn­ aðist mær at sleppa til rýmingar.” So rópar hon: “Nú má eg rýma!”. Hetta var seinasta sambandið við systrina. Hanna græt, tá hon fortaldi mær hetta. Eitt er at lesa um hesar ræðu­ leikar, men at sita saman við fólki, sum greiðir frá slíkum er ógloymandi. Ikki fyrr enn aftaná kríggið fekk Hanna váttan um, at mamm­ an og systirin vóru sendar til Auschwitz við teirri lagnu, sum hetta merkti. Fekk sjálv ferðaseðil til Auschwitz Hanna varð sjálv send til kz­leguna Theresienstadt, har hon var á sjúkrahúsi. Hetta skuldi eitast at vera ein mynsturbýur, “gáva Hitl ers til jødarnar.” Theresien stadt hevði “sjálv­ stýri” við einum býráðið mannað við jødum. Her var javnan “flutn­ ingur” úr býnum. So hvørt býurin fyltist góvu týskarar jødiska ráðnum boð um, at nú skuldu til dømis 5.000 flytast úr býnum, men bý ­ ráðið skuldi sjálvt avgera, hvørji tey skuldu vera! Øll vistu, at hetta merkti tann vissa deyðan. So tað var ein øgilig neyð, sum gekk á fólkið í hesum sambandi. Ein dagin kemur tørnið til Honnu. Tá fekk eisini ferðaboð til Auschwitz. Men ein lækni á sjúkra hús­ inum sýtti henni at fara, tí hon var ov sjúk til ferðina! Hetta bjargaði hennara lívi, tí hetta var seinasta tokið til Auschwitz og tann vissa deyðan. Giftist við fiskimanni Hanna kom eisini til Ísrael. Her hittu hon beiggjar sínar aftur. Men her var eisini vandi á ferð. Ein beiggi henn ara varð nevniliga skotin av arabara, eina ferð hann kom úr einum flogfari. Men so merkiligt var tað, at hann varð bjargaður av sín­ um “mordara.” Tá ið hesin sá, at beiggin enn livdi, fekk hann sent boð, so beiggin fekk hjálp. Hanna hittir eisini Menak hem. Tey giftust og fingu tvey børn, og eiga tey eisini nú fleri barnabørn. Tey búðu upprunaliga nær­ indis Haifa. Nú búgva tey í Tel Aviv, har børnini eisini búgva. Menakhem gjørdist fiski­ maður og førdi sín eina bát. Við sínum báti kom hann undir Suezkrígnum í 1956 at smugla teir seinastu jød­ arnar úr Egyptalandi til Ísrael. Gjørdist altjóða fiskivinnufrøðingur Men tað var skjótt, at onnur boð komu eftir Menakhem. Hann kom í mong ár at ar ­ beiða fyri FAO, matvøru­ stovnin hjá ST, sum ráðgevi hjá fiskimonnum í menn­ ingarlondum. Hann hevur verið í einum hópi av lond­ um at lagt fiskimonnum lag á við skilagóða fiskiveiðu. Millum annað var hann í fleiri ár í Eritrea, sum tá var ein partur av Etiopia. Menakhem hevur eisini skrivað ein hóp av bókum og ritgerðum um fiskivinnu, eisini lærubøkur til fiski­ menn. Hóast Menakhem er 83 ár, er hann framvegis virkin og ferðast til altjóða fiski­ vinnustevnur. Spennandi bók Tað er einki at ivast í, at bók in hjá Menakhem er ein spennandi og lívsjáttandi bók. Hóast alt, sum tey bæði hava verið ígjøgnum, so eru tey bæði framúr tol­ lynt uttan agg til nakran. Eg eri sjálvur errin um, at teirra holocaustsøga fyrst kom fram í FF­blaðnum, og at hetta verður viðurkent við hesi myndini í bókini hjá Menakhem. Frásøgnin er eisini so mikið áhugaverd, at hon verð ur varðveitt á Holocaust savninum í Washington. Menakem er framvegis viðurkendur sum fiski­ vinnu frøðingur. Fishing New International hevur kom andi mánaða eina samrøðu við hann. Quentin Bates, kendur í Føroyum, sum skrivar í hesum blaði, sigur, at Menakhem er ein tann mest áhugaverdi per­ sónur, sum hann hevur hitt. Ofta er tað so, at eitt sam­ band førir annað við sær. Í fjør spurdi hann seg fyri í Føroyum, um tað var møgu­ ligt hjá Yam, sum kona hansara var abbasystir til, at fáa kjans við fiskiskipi í Føroyum. Hann var so við Skálabergi í fjør heyst og “slapp” eisini við til Mur­ mansk! Honum dámdi so væl saman við føroyingum, at hann fegin vil koma aftur. At hava slíkar vinir kann saktans koma okkum til nyttu. FF-blaðið á hebraiskum Bókin hjá Menakhem. Á hebraiskum verða bøkur lisnar aftani frá. Tí er hetta aftara perman í mun til okkara bøkur Føroyar og FF-blaðið eiga sín part av bókini. Søgan hjá Menakhem hevur nevniliga fyrst av øllum verið í FF-blaðnum Føroyar og FF-blaðið eiga sín part av bókini. Søgan hjá Menakhem hevur nevniliga fyrst av øllum verið í FF-blaðnum