Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 36

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 63 - 31. mars 2010 I nnan fyri stutta tíð eru tey, sum vóru grundstuðlarnir undir hvítusunnusamkomuni í Sand­ oynni, farin heim til Harran. Tað vóru hjúnini Kurt og Karin Nielsen og ikki at gloyma Kristensu Gåsland. Kurt og Karin komu sum blaðung frá góðum arbeiði til Føroyar, at bera boðskapin um Harran. Kristensa kom í 1947 og Kurt og Karin í 1950. Karin plagdi at siga frá, tá hon kom fyrstu ferð suður í Sandoynna. Tað var ringt veður, báturin var “Borðoyanes” ein lítil sluppungi, sum vit kalla teir. Hon plagdi at siga, hvussu bangin hon var. Tey sótu úti á dekkinum á hesum lítla báti, sjógvarnir brutu í bæði borð. Tað var óhugnaligt hjá teimum, sum ikki vóru von at sigla. Tey komu heilt fremmand upp á Skopunarkai. Tey fóru úr Skopun við bussi, har var seyður og fólk í hesum bili, sum helst var partvíst heimagjørdur. Kurt og Karin búðu tað fyrsta árið við Nýggjagarð á Sandi. Kurt brúkti súkklu at koyra ímillum bygdir, har hann helt møtir. Karin nevndi mangan, at tað var trøllsligt at búgva fyri seg sjálvan, næstan sum í eini oyðimørk um veturin, men Simona, sum tá búði inni í Dalinum, var henni ein góður stuðul. Kurt og Karin vóru tvey dámlig fólk, so tað var ikki ringt hjá teimum at falla til í Sandoynni. Trúgvi neyvan at tey áttu nakran óvin. Minnist frá mínum barnaárum hvussu stuttligt tað var at vera í sunnudagsskúla har, instrumentini rungaðu, og gleðin strálaði útfrá hesum fólkum, sum boðaðu gleðisboðskapin fram. Kurt var ein góður mandulin­ spælari, og Karin við síni hvítu harmoniku. Kristensa var ein úrmælingur á gittara. Jú har byrtist hugurin hjá mongum óvita at spæla upp á og syngja. Kurt og Karin fingu tríggjar døtur, sum hava búð síni fyrstu ár í Skopun. Tær eita Berit, Janne og Vivi. Kurt var málari og gjørdi arbeiði fyri fólk. Onkuntíð róði hann út um sumrarnar við Kristian Olvit, sum tey kallaðu fyri abba. Jú hetta vóru fólk, sum dugdu at liva saman við bygdafólkinum á sama støði sum tey. At hoyra tey siga frá, hvussu Harrin signaði teirra arbeiði, var hjartansskerandi. Hetta verður ov drúgt at koma inn á her. Seinni keypti Kurt sær ein jepp, og var hann til gleði fyri nógv, tí tað vóru ikki fáar læknaferðir, hann gjørdi heim um øksluna um veturin, tá kavin lá, og menn gravaðu framman fyri bilin. Ella tá útfluktir vóru, jeppurin koyrdi fremst við tí føroyska flagginum og lastbilar aftaná. Tað vóru børn úr hvørjum húsi úr Skopun, Sandi og eystanífrá. Eigin tosaði um trygdarbelti ella barnastólar, nei leiðin gekk til “Seltuvíkar” ígjøgn­ um líðina, tað var ein tíð, sum seint verður gloymd! Tað eru nógvar myndir frá hesum mongu útfluktum, har bæði børn og vaksin hugnaðu sær við spølum og sangi. Tá so dagurin tók at halla, komu lastbilarnir eftir børnum og vaksnum, benkur vóru bundnir í lastini at sita á. Fremstur koyrdi jeppurin við Merkinum. Jú Kurt og Karin vór tveir ídnir Kristi­boðberarir. Nú datt Kristensa burtur úr hesum. Í mínum fyrra innleggi vóru Kurt og Karin íðin í sínum trúboðara virksemi, Kristensa stóð ikki aftanfyri. Tað gevur at bíta, tá Ketty­fastur kom at selja blaðið “Livetsgang”. Tá segði ein gamal maður soleiðis: “nú tú nevnur Vár Harra, hvar er Kristensa” hetta sigur ikki lítið. Kristensa var eisini eitt fólk, sum var virkið ímillum síni medmenniskju. Hon virkaði næstan sum ein sjúkrasystir, var okkurt hent av smærri skaðum. Læknar vóru ikki altíð, so var henda vinarliga kvinna altíð klár at hjálpa, og tað kláraði hon meistarliga. Tá eg komi inn á hetta at hjálpa fólki, sum høvdu hjálp fyri neyðini, má eg nevna systrarnar, sum vóru nevndar við kelinavni báðar og vóru tær Kinne og Tovan, sum vóru óførar til slíkt. Kristensa og Anna, Anna sum nú byr á heiminum í Skálavík, gjørdu eitt stórt arbeiði í sam­ komuni í Skopun og hinum bygdinum í oynni. Foreldrini stuðlaðu altíð børnunum og komu eisini sjálvi, um tey hoyrdu til aðrar samkomur, tað var eingin trupulleiki. Mong vóru tey sum gleddust tá hendan vakra kvinnan sum hevði vígt sítt lív til Harran, tók og hongdi gittaran um herarnar og byrjaði at syngja við síni so sjálvsomu vøkru rødd. Kristensa var eitt fólk, sum øll vóru góð við, tí hon var lítillátin og vinarliga og hevði ein vakran verumáta. Altíð glað og við tí góða orðinum. Kom fólk á gátt, var hon skjótt við kaffikoppinum og norðlandskaku. Og ikki at gloyma, eitt Guðsorð á vegnum, tað var bara ein sjálvfylgja. Nei tey settu ikki ljósið undir skeppuna. Jú, eg minnist mangan vitnis­ burðin frá ungum av, serliga ein tá Jógvan hjá Mouritsi vitnaði um tá Bleiston sakk á Kappanum og “Coralia” tók fólki í ódnarveðri. Jógvan var kokkur á “Coraliu”, ein sera róligur maður. Mortan í Hvannasundi, sum var giftur við systkinnabarni ommu míni Sannu, var skipari á “Bleiston”. Kaj var skipari á “Coralia”, hann var sonur Mortan, Kaj var um 22 ára aldur. Tað sum Jógvan vildi við vitnis­ burðinum var, at vísa á stórverk Harrans. Brúgvin skræðnaði oman av “Bleiston” og skipið tók at søkka, veðrið var ódn. Mitt í øllum fór kaj av dekki­ num. Mortan rópti av hinum skipinum, harðmæltur var hann sum fáur, hann spurdi hvar Kaj var, Jógvan sprakk niður í kahyttuna. Men tá sá hann henda unga skiparan liggjandi á knæ og bað til Jesus og legði rednings­ arbeiði í Harrans hendur. Síðan kom hann upp aftur á dekkið og byrjaði redningsarbeiði. Jógvan segði til Harrans æru, sjógvurin slætnaði meðan teir bjargaðu manningini, síðan var havið aftur í síni vreiði. Tey síðstu árini var tað Asbjørn, Óli Jóhan og Sámal Petur, sum vóru teir elstu. Seinni komu so aðrir. Hesi eru øll farin heim til Harran. Asbjørn, sum var ættaður úr Gomlustovu í Sumba, var ein avgjørdur maður við myndug­ leika. Eg minnist hvussu hann altíð var við tí góða orðinum og við góðum ráðum. Hann var ein maður, sum man lurtaði eftir, hann var tann, sum samlaði tropparnar, tá okkurt skuldi gerast av umvælingum, hann hevði tak á fólki, hendurnar vóru sum pottalok. Hann var sakligur í orð og talu, gav sær altíð stundir til eitt prát. Eg metti hann høgt. Asbjørn var giftur við fastur míni Ketty og var tað ein stuttleiki, tá tey bæði plagdu at vera á gátt hjá foreldrum mínum. Ketty­fastur var eitt konubrot, passaði hús og kríatúr tá Asbjørn var burtur, tað fall henni lætt saman við børnunum. Jú, eg minnist hetta parið so ym­ isk, men so samansjóða álíkavæl. Tá Ketty­fastur var komin at sita væl í versakpi, tá rungaði mangan láturin rundan um hana, tí hon kundi siga frá sum fáður. Jú Asbjørn og Ketty vóru grundstuðlar í samkomuni, tey skammaðust ikki við at bera orðið fram, jú hetta vóru fyrimyndir. Saknurin var stórur, tá hesu fólk ikki vóru meira. Røddirnar vóru tagnaðar, men minnini liva og minnini eru góð. Tá Asbjørn var farin um pensjónsaldur, sá man hann fara sogliga hendur aftanfyri bak niðan á dalin, har treivst hann væl. Úti í náttúruni har hann velti upp úr nýggjum, jú hann var bóndasonur og hegni til jørð var gott. Ketty­ fastur búði tey síðstu árini í Vestmanna, har hon var uppaftur­ gift við Magnus Paula. Óli Jóhan og Karolina Láberg vóru so sannuliga til signing í samkomuni, har tey tantu. Karolina var ein av teimum stillu í landinum, men kom tú á tal við hana, sá tú skjótt, at hetta var kvinna við vitan. Jú Betania og heimi hjá Óla Jóhan, var sum eitt. Eitt serligt eg minnist til Óla Jóhan var, tá hann plagdi at hava sunnudagsskúla. Hann fekk alt at vera so livandi. Man helt seg vera til staðar, tá Sakeus klatraði upp í træið, ella tá teir róðu á Genesar­ etsvatninum. Jú Óli kundi siga frá, tá vóru armarnir á lofti. Armarnir vóru sum bummar. Eg kundi nevnt so nógv annað og só nógv onnur, sum eg minnist, men tað verður ikki á hesum sinni, men kemur tað seinni. Eg fari tó at nevna ein mann, sum hevði eitt gott frímóð, hann smæddist ikki burtur. Hann ferðaðist við boðskapinum. Við síni sermerktu rødd, helt hann manga taluna, tað var Sámal Petur Hentze. Hann var eisini frá byrjan og virkaði saman við Kurt, Karin og Kristensu. Hann hevði altíð ein sera greiðan boðskap. Sámal Petur hevði skaldagávur, og yrkti hann sang um heimbygdina Skopun. Ein strofa er “Ja, tað var sum eg stóð har og droymdi um tann vakrasta heimstað á jørð”. Ja slíkan tokka hevði hann til heimstaðið. Sum smádrongur minnist man ymiskt. Eitt er tá danski statsministarin vitjaði í Skopun, tað var H. C. Hansen. Alt var gjørt so pent niðri ímóti Koltursvíkini, har møtti statsministarin bygda­ fólkinum, hetta hevur verið umleið í 1957, eg havið verið 6 ára gamal. Tá trein Sámal Petur fram og talaði fyri honum. Tað helt eg, sum smádrongur, vera djarvt. Jú, eg fari at enda hesi minn­ ingarorð, um tey sum eg minnist frá óvita av, við signing og gleði. Jú, eg minnist eisini aðrar trúarkempur úr ørðum sam­ komum, her í bygdini, hetta kann eg koma aftur til. Jú, eitt stórt kristiligt arbeiði verður gjørt her á landið, og havi eg stóra virðing fyri øllum gudsfólki. Tær bønir, sum eru sendar upp til Harran, fara altíð at bera frukt. Hóast bylgjurnar ganga høgt, so eiga vit tryggleikan í Harranum Jesusi. Tá húsið hjá brøðurnum varð tikið í brúk, var nógv fólk samankomið. Har ímillum Sylvi Mortensen, sum bar heilsan fram, hann tók soleiðis til: vit røkta hvør sín haga, men vit reka øll í somu rætt. Ærað verið minni um tey sum farin eru. Gerhard Lognberg Minningarorð Standandi f.v.: Anna Hansen og Kristense Gåsland. Sitandi f.v.: Curt og Karen Nielsen saman við døtrunum Berit og Janne nøvn