Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. januar 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 3 - 5. januar 2002 Nr. 3 - 5. januar 2002 27 Innbúgv SOFABORÐ v/ glasplátu og sokkli úr marmor, 80x140 cm, til sølu fyri 600 kr. Tlf. 223478 RULLIGARDINUR TIL SØLU Einar rulligardinur 140 x 160, nýggjar, til sølu fyri 100 kr. Tlf. 255279 SKRIVARABORÐ YNSKIST Vanligt skrivaraborð við skuffum ynskist bíliga til keyps. Ring á 424437 TIL SØLU Brúkt dupult boxmadrassa/song, stødd 140 x 200, til sølu fyri kr. 400. Klár at avheinta. Tlf. 316774/317654 REOL TIL SØLU Myrkt, vælhildið hillalag bíliga til sølu. Tlf. 333843 Lutaseðlar FRÁ AMNESTY INTERNATIONAL Vinnararnir av lutaseðlunum vóru hesir: 1. vinningur: Marta Olsen, 350 Vestmanna. 2. vinningur: Maud Elmarsdóttir, 100 Tórshavn. 3. vinningur: Gerda Fagradal, 210 Sandur. Amnesty International takkar fyri stuðulin. Amnesty International HAVNAR BÓLTFELAG Lutaseðlarnir eru drignir. Hesi nr. hava vunnið: 1) 6195, 2) 2748, 3) 9150, 4) 9291. Vinarliga sigið frá á tlf. 314448 eftir kl. 17.00. Stóra tøkk fyri stuðulin. HB Pløgg LEÐURSTYVLAR Óbrúktir leðurstyvlar, std. 39, til sølu fyri 400 kr. Ca. 8 cm flottan hæl. Ring 224791 ella 312185, Mariann TIL SØLU Lítið, bundið ullint sjal til sølu. Lise, 322070 Samband SAMBAND YNSKIST Name: Miss Carolina Jackson. Address: PO-Box cc 1005, Cape Coast – Ghana. West Africa. Age: 25 years old, single. Hobbies: Foreign Culture, misuc, gardening and general interests. SAMBAND YNSKIST Name: Miss Roxette Mensah. Address: PO-Box CT 1005, Cape Coast – Ghana, West Afrika. Age: 26 years old, single. Hobbies: Swimming, cooking, travel and general interests. SAMBAND YNSKIST 40 ára gomul kvinna ynskir sam- band við mann ca. 40-45 ár. Tú skal vera stabilur, vita hvat tú vil, hava eitt lætt sinni og vera ein góður dansipartnari. Avgerandi er, at tú er góður við børn. Send eina mynd og nakrar reglur og tú fær svar. Bill. mrk. 1251-1 Sjavs SJAVSKAPPING Almenn sjavskapping verður á Kafé Blákross týsdagin 8. jan. kl. 19.00. Kafé Blákross SJAVSKAPPING verður á Svangaskarði mánakvøldið 7. jan. kl. 18.30. B68 SJAVSKAPPING verður leygardagin kl. 16.00. N.S.Í. SJAVSKAPPING verður á Strondum sunnudagin 6. jan. kl. 16.00. Leikarar millum 4 tey bestu pørini fáa steyp til ognar. Strálan Súkklur PRUTL TIL SØLU Prutl við tveimum fallhjálmum til sølu fyri 12.500 kr. Tlf. 321340 YAMAHA NEOS SKUTARI árg. 10/2000 er í góðum standi. Fá nærri at vita um skutaran við at ringja tlf. 311950 ella 211950 SCOOTARI Brúktur scootari ynskist til keyps. Tlf. 252127 - 315910 TIL SØLU Svartur scootari av merkinum Honda SFX, í sera góðum standi, lítið brúktur, til sølu. Tlf. 443131 ella 220931 MOTORSÚKKLA Yamaha 650 cc, árg. 85, koyrir væl, til sølu. Tlf. 213491 Teldur TELDA TIL SØLU Intel Pentium II 400 Mhz, 20 Gb IBM Harddisk, CD-ROM drev, Matrox G400, Dualhead grafikkort (møguleiki fyri tveimum skíggjum), Soundblaster Live ljóðkort, 256 Mb Ram. K56 Lasat modem, 19" Nokia Monitor. Kostnaður 7.800 kr. Tlf. 223478 NÝGGJ FARTELDA Fujitsu Siemens Amilo fartelda, 1 mðr. gomul, onki brúkt. 750 Mhz celeron, 10 GH harddisk, 192 MB RAM, 12,1 TFT skerm, innbygd modem, netkort, 4MB Silicon 3D grafikkort. Taska fylgir við. Nýprísur: 19.000 kr. Til sølu fyri 16.000 kr. Tlf. 312137 ella 250837 PLAYSTATION SPØL In cold blood, Parasite, Eve 3 við fleiri til sølu fyri 100 kr. stk. Tlf. 448097 TELDA TIL SØLU Pentium 166 Mhz MMX, 32 MB ram, 6,4 GB harðdisk, CD-Rom drev, ljóðkort, 3COM modem, 15” skerm, til sølu fyri 2500,- kr. Tlf. 422364 Tónleikur BANG OG OLUFSEN YNSKIST TIL KEYPS. Um tú skuldi átt ein brúktan fløguspælara ella/og kasettuspælara av merkinum B&O 6000 ella 8000 ella harumleið, sum tú kundi hugsað tær at selt, ger so væl at ringja 213356/313356 DALI 909 Brúktir Dali 909 hátalarar, 500 watt, frá 98, til sølu. Ring 224791 ella 312185, Mariann Ymiskt NOKIA 6210 uml. 1/2 ára gomul, til sølu fyri 2.200 kr. Tlf. 26210188 FARTELEFON Nokia 8210 við etui, ladara, haldara til bil við mikrofon til sølu fyri 1.800 kr. Tlf. 223478 TIL SØLU Inni oljutangi, 1.500 ltr., til sølu fyri 2.000 kr. JÄMÄ oljufýrketil, árg. 98, til sølu fyri 3.000 kr. Tlf. 212358 TIL SØLU 6 kvm. laminat (kirsuber), ikki upppakkað, til sølu fyri 500 kr. Tlf. 447616 YNSKIST Snowboard ynskist til keyps. Tlf. 315851 NOKIA 9210 3. mðr. gomul, Dk-software upp- daterað við nýggjasta, til sølu fyri 6.800 kr. Tlf. 253950 TIL SØLU Ein telefonsvarari Connexion til sølu fyri 150 kr. – er nýggjur. Tlf. 255279 Framhald av síðu 19 Fjølmiðlarnir Einki er at ivast í at partar av fjølmiðlunum eru ógvu- liga »svangir« og serliga í hesum førinum hava ført eina eirindaleysa, einsíðuga og eftir okkara tykki ógvu- liga óetiska kampagnu, til frama fyri nakrar sjúkra- systrar, har argumentini fyri tað mesta hava koyrt uppá kenslur og ikki uppá sakligheit. Tað skal hervið verða sagt at tað ikki eru øll fjølmiðlafólk, sum hava verið við í hesum, men serliga Sjónvarp Føroya hevur víst seg heskið. Sjúkrahúsleiðslan hevur í fleiri førum heitt á Sjón- varp Føroya um ikki at taka myndir upp inni á Lands- sjúkrahúsinum, uttan loyvi frá sjúkrahúsleiðsluni, tí sjúkrahúsleiðslan metir hesar upptøkur vera órógv- andi bæði fyri sjúklingarn- ar og fyri arbeiðið á sjúkra- húsinum. Eisini er virksemi inni á Landssjúkrahúsinum umfatað av tagnaðarskyldu. Hóast hetta hevur Sjón- varp Føroya, uttan at spyrja eftir fleiri ferðir verið inni á Landssjúkrahúsnium og gjørt sokallað »happe- nings«, møguliga fyri at leggja trýst á myndugleik- arnar. Politiski mynduleikin Politiski myndugleikin hev- ur í hesum málið verið stinnur og hevur ikki bland- að seg uppí innanhýsis mál á Landssjúkrahúsinum hóast stórt trýst frá um- verðini. Hetta má sigast at vera gott og er ein avgjørd treyt fyri at leiðlsan á einum stovni kann virka nøktandi. Sjúkrahúsleiðslan Út frá greinini kann ein fáa tað fatan, at ávísir limir í sjúkrahúsleiðsluni eru beinleiðis umboð fyri ávís- ar fakbólkar. Hetta er ikki rætt. Sjúkrahúsleiðslan er ein trímannað leiðlsa fyri alt Landssjúkrahúsið, sam- ansett av einum læknastóra, einum sjúkrarøktarstjóra og einum sjúkrahúsleiðara hvør við sínum fakliga inn- liti. Støðan á Landssjúkrahúsinum Um vit hyggja at fysisku rammunum á Landssjúkra- húsinum er eingin, sum ivast í at her skal eitt megn- artak gerast um teir skulu koma uppá eitt virðuligt støði. Her kann tó sigast at vera gongd í málinum og sjónliga prógvið uppá hetta er nýbygningurin sum nú er í ger. Hesin nøktar ikki allar funktiónir á Lands- sjúkrahúsinum og tí verður í løtuni arbeitt við, at fyri- reika projektering av eini umbygging, sum hevur til endamáls at nøkta tørvin á resterandi funktiónum. Her ræður tí um, at hava tol, tí tað er gongd í málinum. Átrokandi arbeiðir verða eisini gjørd so hvørt tørvur er á tí og sum fíggjarligi karmurin loyvir. Í ár 2001 eru t.d. allir køkarnir á Landssjúkrahúsinum settir í stand, svarandi til krøv frá Heilsufrøðiligu starvstov- uni. Harafturat er íløga gjørd fyri at seta handvask upp á D7 eftir tilmæli frá hygiejnunevndini. Netsam- band og teldur eru fingin til vega til allar deildir. Hetta er bert nøkur dømi. Hvat viðvíkur tólaparkini kann sigast, at medicotekn- isku tólini og nú eisini sjúkrabilarnir eru á einum støði, sum ikki er til at skammast yvir. Haraftur- ímóti er hjálpiútgerðin til røktarstarvsfólki afturút- sigld, her kann m.a. nevnast sengur og koyristólar. Hetta verður tí eitt av raðfestu økjunum í 2002 og frameft- ir- var avgjørt og byrja mitt í 2001. Viðvíkjandi tí um starvs- fólkaorkan svarar til tað virksemi, sum er á Lands- sjúkrahúsinum, so er at siga, at man koyrir við rammujáttan har leiðslurn- ar, í tann mun tað letur seg gera, kunnu stýra virksem- inum innanfyri. Er tørvurin á virksemi størri enn tann ramman loyvir, er tað upp- gávan hjá ymisku leiðslun- um (deildar, depils- og sjúkrahúsleiðslu), at fáa játtandi myndugleikan sannførdan um, at meiri peningur skal til og at greiða frá hvørjar avleið- ingar tað fær um peningur ikki verður tilførdur. Áðr- enn hetta verður gjørt er tó neyðugt, at royna allar møguleikar fyri rationalis- ering og umskipan, sum kunnu viðføra betri gagn- nýtan av m.a. starvsfólkun- um. Út fra viðgerðini av aktu- ella málinum í fjølmiðlun- um, kundi man fingið tað uppfatan at sjúkrahúsleiðsl- an ikki ynskir at tað verða tilførdur peningur til Landssjúkrahúsið. Til hetta hava vit tað viðmerking, at sjúkrahúsleiðslan til figgj- arlógina 2002, bert hevur fingið ca. 10% av tí um- søkta; Hetta er soleiðis tann politiska avgerðin. Sjálvtøkuborð Tygum stilla nakrar spurn- ingar til sjúkrahúsleiðsluna, sum eru endurgivnir nið- anfyri. 1. Er tað í lagi við kollekt- ivum ella kollektivlíkn- andi uppsagnum? 2. Er tað í lagi at brúka fjølmiðlar til at kroysta leiðsluna til at taka av- gerðir til fyrimunar fyri ávísar bólkar og øki á Landssjúkrahúsinum? 3. Er tað í lagi, at fakfeløg eru hjástødd, tá játtan og normering á deildum skal viðgerast í leiðsl- uni? 4. Og um so er, eru hesi viðurskifti galdandi fyri allar bólkar og øki á Landssjúkrahúsinum? Sjúkrahúsleiðslan hevur fylgjandi svar uppá spurn- ingarnar: Ad 1) Tað er ikki í lagi við kollektivum uppsøgnum, tí hesar eftir okkara tykki eru ólógligar. Um uppsagnirnar eru at uppfata sum kollekt- ivt kampstig er til dómstól- in at avgerða. Ad 2) At brúka fjølmiðl- arnar at kroysta leiðsluna er heldur ikki rætt eftir okkara tykki. Hetta verður mett at vera illoyalt og undirgrav- andi fyri leiðsluna á stovn- inum. Ad 3) Tað er ikki í lagi, at fakfeløg eru við tá játtan og normering á deildunum skulu viðgerast í leiðsluni, tí hetta er ein reinur leiðslu- spurningur. At Sjúkra- systrafelag Føroya var við hesum serliga føri, var tí tær høvdu boðið seg fram sum part í semingsroynd- unum ímillum leiðsluna og sjúkrasystrarnar á B6. Ad 4) Sum tað framgongur av svarunum omanfyri so eru hesi viðurskifti ikki galdandi fyri nakran bólk ella øki á Landssjúkrahús- inum. At enda vónar sjúkrahús- leiðslan ikki framyvir at fara at uppliva líknandi mál, men at viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum fram- yvir verða viðgjørd innan- hýsis, har loysnirnar skulu finnast. HUGNAKVØLDIÐ á Keldu í Skálavík við føroyskum dansi, dansispølum gamlamannadansi verður 12. jan. kl. 20.00. Tilmelding áðrenn mikudagin kl. 18.00 á tlf. 361362, 361164, 361254 ella 361359. Sí annars uppsløgini í handlunum. Dansifeløgini í oynni. TIL SØLU Sproytikabina, 7 kw motor, til sølu. Tlf. 443131 ella 220931 RÁGLAS RÚTUR 115 cm høgur, 51 cm breiður, til sølu fyri 300 kr. Tlf. 213491 OLJUTANGI TIL SØLU Góður 1500 l. úti oljutangi selist bíliga. Tlf. 222513 Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri Marin Vang, røktarfakligur stjóri HEILSANIR Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« Góðu tit bæði Hjartaliga tillukku við silvurbrúdleypsdegnum, ið var 1. januar. Vit ynskja tykkum nógv góð ár í framtíðini. Heilsan, vit norði í Sundinum Góða, fitta Sólvá Hjartaliga tillukku við 7 ára føðingardegnum í dag. Jesus pápi signi framtíð tína. Bestu heilsanir frá Angelu, Heidi, babba og mammu Góða, elskaða Sigrið Hjartaliga tillukku við 3 ára føðingardegnum 7. januar. Mamma og babba Góði Búi Hjartaliga tillukku við 6 ára degnum ynskja omman og Janus Tillukku frøken Myllham- ar við teimum 21. Tú rigg- ar væl at selja pizza á Sjómansheiminum. Lítla systir Jórun Góði Jón Hjartaliga tillukku við 1 ára degnum í dag. Heilsan, omma, Dia og Daniel Góði, elskaði Jón! Hjartaliga tillukku við 1 ára deg- num í dag, 5. januar. Jesus signi framtíð tína. Vit elska teg. Mamma og babba Góði, elskaði Jón Hjartaliga tillukku á 1 ára degnum ynskja omma, abbi og Ari gubbi C M Y K 27 26