mikudagur 31. mars 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 63 · 31. mars 2010
21
VIKUSKIFTI
páska
áður hava sæð innan føroyska list.
»Yvir høvur haldi eg, at tey ungu lista
fólkini eru nógv meira persónlig í teirra
list í mun til tey eldru. Veit ikki hví so
er, men tað er hvørfall sera spenn andi.
Kanska tí vit eru meira frí? Tað tykist,
sum føroysk listafólk hava arbeitt við
teimum somu motivunum nú í eini
hundrað ár. Sigast skal tó, at fram sýn
ingin Svart og Reytt, sum eg var til í
Steinprenti í síðstu viku var góð og øðr
vísi, so okkurt gott er…«
Onki umhvørvi
Á einum sera viðkomandi fundi um
list, ið var fyri kortum í Miðlahúsinum,
greiddi Inger Smærup Sørensen í
áhugaverdari framløgu frá, at tað
stendur illa til við føroysku listini. Til
dømis um vit hyggja eftir, hvar tey
ungu listafólkini búleikast, tí tað er
ein sannroynd, at ógvuliga fá búgva í
Føroyum. Eg havi ikki tølini, men vóni,
at lesarin fær høvið at kanna tey, tá
okkurt av okkara bløðum ella tíðarritum
raðfestir listina so frægt, at tey gjalda
uppleggshaldaranum fyri at skriva eina
grein um evnið. Hvussu er og ikki, eru
tølini ófrættakend, so eg spyrji Heiðrik
á Heygum um hann er partur av einum
listarligum umhvørvi í Føroyum.
Hann svarar eitt sindur ørkymlaður:
»Um tað er nakað listarligt umhvørvi
í Før oyum, so veit eg ikki av tí. Mítt
listar liga umhvørvi havi eg saman við
vin fólkum, ið hava somu áhugamál
sum eg. Eri helst eitt av teimum mest
ópolitisku menniskjunum í verðini. Eg
hvørki hyggi í sjónvarp ella lesi bløðini,
so ein politiskur listamaður trúgvi eg
ikki, at eg nakrantíð verði«
Sterkt silki
Heiðrik er, sum áður nevnt, ómetaliga
fjøltáttaður listamaður og hevur gjørt
fløguhúsar, scenografi og annað um
framt myndlist, tónleik og film. Í øll um,
sum hann ger, er Heiðrik superestet
ikari og tí var tað við serligum spenn
ingi, eg hugdi at filminum »Aldur«,
sum filmsliga er ein stuttur, poetiskur
dokumentarfilmur, ið er settur saman av
óvanliga væl komponeraðum mynd um.
Undirritaða er sjálv so mikið tón leika
liga og myndaliga hugaður per sónur, at
eg í fyrstu syftu ikki fekk ta fantastisku,
lívsjáttandi søguna um svimji ommuna
við. Og hetta var ikki, tí søgan var
torskild ella illa frágreidd. Tað vóru
frálíku meditativu tónar Brynjolfs á
Heygum og sjálvar myndirnar, ið hug
tóku og sótu eftir í sinninum. Myndir,
sum eru skaptar av einum mynd lista
manni, ið hvar hann hyggur, fær eyga
á stórbæran vakurleika. Á nógvum
av myndunum sæst, at Heiðrik hevur
ein forkærleika fyri symmetri og
monumentaliteti, eins og myndirnar úr
filminum eru so tilfarsliga sterkar, at tú
sum áskoðari veruliga følir teg kínda
av mjúka silkinum í fína borðdúkinum
hjá svimjiommuni, eins og tú fært nøtr
andi gásarhold, tá konan traðkar út í
ísa kalda sjógvin.
Myndirnar hjá Heiðrik eru ofta trý
býttar í bygnaði, eins og hann ofta nýtir
eina sonevnda pyra midu kompositión í
myndum sínum. Á tí økinum eru hans
ara myndir ikki so fjarar frá jarðarferð
Mikinesar, sum ein skuldi hildið. Serligi
myndabygnaðurin hevur við sær javn
vág og autoritet og ein næstan religi
øsan dám í myndum, sum geva huga
sam band við náttúrureligiøsa hug lagið
í myndunum hjá gamla týska ro mantik
aranum Caspar David Friedrich
Heiðrik greiðir sjálvur frá, at hansara
mál við filminum var at vísa, hvussu
hann sær ommu sínu: »Eitt portett,
sum eg haldi ongin annar kann gera,
tí tey ikki kenna hana persónliga. So
tað var faktiskt bara vakurleikin, eg
var áhugaður í: Vakurleikin í, hvussu
hon hevur livað sítt lív og vakurleikin í,
hvussu hon yvirlivir. Filmurin snýr seg
ikki um eina gamla konu, sum svimur
á sjónum hvønn dag, men um trúgv
og yvirlivilsi. Nakað, ið vit øll kunnu
relatera til…«
Tá undirritaða at enda spyr typiska
endaspurningin um framtíðarætlanir,
kemur eitt ljódligt suff frá lista mann
inum, sum sigur, at framtíðin er farin
at ørkymla eitt lítið sindur. Men fyrst
skal ein fløga gevast út, og síðan er tað
listaframsýningin í summar, ið skal
fyrireikast. Vit ynskja Heiðrik góðan
byr og eru so smátt farin at spíska blý
antar, meðan vit gleða okkum til aldur
dómin.
Føroysku listakvinnurnar eru meir kenslubornar
enn menninir, sum bara mála landsløg
Um nakað listarligt umhvørvi er í
Føroyum, so veit eg ikki av tí
mynd: privat
Eg hvørki hyggi í sjónvarp ella
lesi bløðini, so ein politiskur
listamaður trúgvi eg ikki,
at eg nakrantíð verði
Aldur
Dømi um vælkomponeraðar
myndir í filminum »Aldur«