Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 63 - 31. mars 2010 lýsingartilfar Við teimum røttu loysnunum ber til at hugna sær uttandura, hóast veðrið ikki er av tí besta, siga teir báðir Oluf Mortensen og Martin Berg frá Fa. FOREKS, ið hava spesialiserað seg í markisum og tilhoyri til endamálið Frítíð Hóast markisur ofta verða settar í samband við summ­ ar og sól, er hetta nakað, sum fólk hava gleði av alt árið, siga teir báðir FOREKS­menninir, sum seinastu seks árini hava spesialiserað seg í loysnum til teirra, ið ynskja sær eitt hugnaligt uttanduraum­ hvørvi við t.d. markisum og terassuhitarum. Vit koma ikki uttanum, at veðurlagið hjá okkum stundum er meira óstøðugt og annarleiðis enn so nógva aðrastaðni. Markisurnar eru í veruleikanum eitt flytbart tak, ið ómakaleyst kann koyrast út­ og inn, alt eftir tørvi, eitt nú í sambandi við nógva sól, regn ella eitt lot. FOREKS hevur í samstarv við framleiðaran, REX­ verk smiðjuna í Norra síðan byrjan av marknaðar­før­ ingini í Føroyum fyri 5­6 árum síðani, gjørt betringar og tillagingar til føroyska veðurlagið. Sum dømi kann her nevnast, at tað í 2010 fæst ein nýggjur frontur/ fram kantur til allar markis­ ur, eins og allar skrúvur verða viðgjørdar móti tering. Markisur kunnu brúkast alla staðni, til sethúsini, frítíðarstaðið og á arbeiðs­ plássinum. Tær verða m.a. nýttar til altanir, terassur og til framsýningarvindeygu. Markisurnar eru lættar at koyra út ella at leggja saman. Møguleikarnir eru fleiri, bæði manuelt og elektroniskt og eisini við fjarstýring. Mong eru dømini í Føroyum longu nú, har fólk hava fingið munandi størri gleði av terassuni við markisum og hitarum. Umframt markisurnar, um ­ boðar FOREKS eisini ensku Tansun el­terassu hit­ ararnar, sum verða keyptir beinleiðis frá verksmiðjuni í Onglandi og kunnu tí seljast í Føroyum undir van liga norðurlendska kostn aðarstøði. Talan er um stuttbylgjuhitarar við halo­ gen lampum, og er hetta uttan samanbering besta hitaloysnin til føroysk við­ ur skifti. Hesir hitarar fáast í fleiri sniðum og styrkjum, og sum eykaútgerð ber til at keypa regulator við fjar­ stýring, ið ger at hitin og elnýtslan kann tillagast júst eftir aktuella tørvinum. Við hesum regulatorum ber til at spara upp til 70 prosent av elnýtsluni. Nevnast kann, at um rætt verður farið fram, kostar tað einans millum tvær og tríggjar krón ur um tíman at nýta ein el­hitara í mun til ein gass­ hitara, sum kostar uml. 20 krónur um tíman at nýta. Tansun el­terassuhitarar dálka ikki umhvørvið við tað talan er um rætnings­ stýrdan stráluhita, ið bert hitar tað hann rakar – og ikki luftina ímillum. Alt eftir hvat kundin ynskir, fæst ein sonevnd pakka­ loysn, tvs. – markisa, hitarar og kanska ein grill frá fyri millum kr. 10 – 30 túsund, alt eftir stødd og hentleikum, siga FOREKS­menninir, sum leggja afturat, at tað sum kundin fær við í keyp­ inum, er at vit eru altíð til reiðar at vegleiða og hjálpa. Vit satsa upp á holla veg­ leiðing og góða tænastu. Er nakað ivamál er kundin altíð vælkomin at venda sær til okkum. Telefon­ numm arið hjá FOREKS er 225840 ella 225841, teldupostadressan: markisur@gmail.com. Heimasíðan: www.markisur.fo mg Uttandura hugni – alt árið Uttandura hugni í Føroyum við markisum, terassuhitara og grill Mynd: Jens Kristian Vang