Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 63 · 31. mars 2010 22 VIKUSKIFTI páska Páskaminnir úr London í 1990 Fyri 20 árum síðani var greinaskrivarin í einari jødiskari sýnagogu í London páskadag. men tað var ein løta, har tankarnir av óvart komu at leita heim til Føroya páskaminnir Heri simonsen heris@sosialurin.fo Mongum dámar betri páskahøgtíðina, enn jólini. Frídagarnir á páskum eru altíð »tryggir«. Skírisdagur er altíð ein hósdag, og 2. páskadagur er altíð ein mánadag. Jóladagarnir eru meira sum eitt lottarí í so máta. Ein kann verða heppin, og jólini fella á mánadag, týs­ dag og mikudag, og ein kann verða óheppin, og jólini fella á fríggjadag, leygardag og sunnudag. Páskirnar liggja eisini í einari betri árstíð, har tað er væl ljósari og várið sæst aftur í øllum lutum. Í søguni hjá summum londum, hava eisini verið minniligir páskadagar. Í írsku søguni hava páskirnar eisini ein serligan lut. Tað varð á páskum í 1916, at írskir frælsisstríðsmenn gjørdu vápnaðan uppreistur ímóti bretska yvirvaldinum í Dublin. Hetta stríðið bar á mál í 1922, tá Írland gjørdist ein frístatur, og seinni eitt lýðveldi. Tí er »The Easter Rising« kendasta hending í írsku søguni. Langafríggjadagur í 1997 er søguligur í bæði írsku, norðurírsku og bretsku søguni, tí tá skrivaðu teir stríðandi partarnir í Norður­Írlandi, og tann bretska og tann írska stjórnin undir »The Good Friday Agreement«, sum slóðaði fyri friði í Norður­Írlandi, aftaná 30 ár við blóðigum saman­ brestum. Fyri einstaklingin eru tað eis ini nøkur páskaminnir, ið standa framm aliga í huganum. Í London í 1990 Fyri júst 20 árum síðani var eg á málskúla í Bournemouth. Eg arbeiddi tá á almenna stovninum, Postverki Føroya, sum nú er farin í søguna. Eg hevði savnað mær frígongu og summarferiu, so eg kundi fara á ein enskan málskúla í tveir mánaðir, ein íløga, sum eg mangan havi verið glaður fyri. Tá sum nú, var eg í tí hepnu støðu, at eg átti skyldfólk í Elstree í Norður­ London. Ikki bara eitt systkinabarn hjá mammu, og nakrar hálvføroyskar trímenningar, men trímenningar, sum eru gýðingar – enskir jødar. Maðurin hjá skyldkonuni er ættaður frá litaviskum jødum, sum megnaðu í tøkum tíma at flýggja til Onglands. Tað vóru annars ikki nógvir jødar búsettir í Litava, sum yvirlivdu seinna veraldarbardaga. Hetta merkir so, at eg eigi tríggjar enskar, jødiskar trímenningar, sum eru hálvir føroyingar, og teir eru fegnir um sín margfalda jødiska, enska, litaviska og føroyska uppruna. Familjan Needlestone bjóðaði mær at halda páskir í heimi teirra í Norður­ London í tí Harrans ári 1990, og eg tók gleðiliga túrin úr Bournemouth og upp til London. Í sýnagoguni Blíðskapurin var stórur, og tey tóku meg runt til øll tey kendu støðini í London, sum eru eitt »must« fyrstu ferð ein ferðamaður vitjar í London. Tað er tó eitt sum stendur sterkt í huganum, nú 20 ár seinni, og tað var tað, sum eg upplivdi páskamorgun í 1990. Maður skyldkonu mína beyð mær at koma við til »Pass over«­hátíðarhaldið, sum var páskamorgun í sýnagogu teirra. Jødar halda páskir fyri at minnast, at fólk teirra vóru sett í frælsið, aftaná at hava verið trælir hjá egyptum í øldir. Talan var ikki um eina ortodoksa sýna­ gogu, men eina heldur meira nýmótans sýnagogu, men mennirnir høvdu kort­ ini kalott undir hesum Pass Over­ hátíðarhaldinum. »The Faroes« Øll vit sum vóru í sýnagoguni fingu hvør sína bók, sum minti um eina lestrar­ bók, har teksturin stóð á hebraiskum vinstrumegin, og so var ein ensk týðing høgrumegin. Øll blaðaðu upp til partin, har tey mintust, tá jødarnir í Egyptalandi á sinni vóru settir í frælsið. Tað var sera hugtakandi og rørandi at eygleiða. Maður skyldkonu mína vísir mær so hvørt, nær vit skulu blaða á næstu síðu í hesari sermerktu hebraisku/ensku lestrarbókini. So er tað, at eg má bíta tennirnir saman fyri ikki at bresta út í látur. Ein ensk týðing fangar eyga mítt: »Thanks to God who delivered us from Faroe«. Tá jødiska páskahátíðarhaldið var liðugt fóru vit at heilsa uppá fólk. Fólkini spyrja: – Where are you from young man, og eg svari: – From the Faroes! Onkur gjørdist eitt sindur smáskakkur um svarið. Tann bleiki maðurin við teimum bláu eygunum sá ikki serliga egyptiskur út í teirra eygum. Men so kundu hesir ensku jødarnir anda lættan, tí tey fingu útgreinað, at tann tá 22 ára gamli maðurin var úr ... Føroyum. mynd: tilvildarlig