mikudagur 31. mars 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 63 · 31. mars 2010
25
VIKUSKIFTI
páska
Føroyar
1965
Útvarp Føroya:
Hvítabjørnin
Tann mest tiltikna aprílsøgan av øllum mundi vera,
tá Niels Juel Arge kunngjørdi, at ein hvítabjørn
var rikin inn á Havnarvág á einum ísfjalli, sum
var sagt at vera so stórt sum hálv Lítla Dìmun.
Veturin hevði verið óvanliga kaldur við nógvum ísi
í íslandi. Tað fór maður av húsi oman á kaiina fyri
at síggja hvítabjørnina. Hetta mundi vera fyrstuferð,
at ein føroyskur miðil lokkaði fólk apríl. Henda
aprílsøgan var tó ikki meiri ósonn enn so, at eitt
skip, nevnt Hvítabjørnin, júst varð blivið sleipað
inn á Havnarvág tann morgunin. So fólk sóu eina
Hvítabjørn, um enn hon ikki var livandi.
1976
Útvarp Føroya:
Postverkshald á Vaglinum
Í sambandi við at Postverk Føroya var yvirtikið og
fekk eitt veðrahorn til búðmerki boðaði útvarpið frá,
at tað skuldi vera stórt tiltak á Vaglinum. Millum
annað skuldi Finnbogi Ìsaksson, landstýrismaður,
skeinkja sterkt úr einum veðrahorni, sum hann
fingið í tanngávu frá gubba sínum á Trøllanesi.
Harumframt skuldu allir løgtingsmenn ganga
skrúðgongu. (Tað vóru nógvar tystar sálir, sum til
fánýtis leitaðu sær oman á Vaglið hendan dagin,
eftir at hava hoyrt lýsingina í útvarpinum, og
onkur løgtingsmaður varð eisini purraður út av eini
ørkymlaðari konu, sum helt, at maðurin nú var ov
seinur til skrúðgonguna)
2007
Sjónvarp Føroya:
Kirkjugóðs á danskar hendur
Sjónvarpið hevði eina samrøðu við Hera Joensen,
prest, í sambandi við at fólkakirkjan skuldi
yvirtakast. Ført var fram, at danski staturin kravdi
alt kirkjugóðsið, um kirkjan skuldi á føroyskar
hendur. Bæði stakar, altardúkar og alt, sum føroysku
kirkjurnar áttu, skuldi sendast til Danmarkar. Heri
Joensen var sera álvarsamur og vónaði, at hann fekk
stungið okkurt silvur til viks, áðrenn danir komu
eftir tí. Nógv fólk gjørdust í øðini, og hetta var eisini,
bensin á logan hjá fleiri tjóðveldissálum.
2007
Portalurin:
Eingi egg á páskum
Yvirskriftin á Portalinum ”Eingi egg á páskum”
fekk fólk at kima sølustøðini niður fyri at leggja
sær egg til síðis. Orsøkin til eggjatrotið segðist vera
verkfall á donskum høsnagørðunum. Bæði stjórin
í Keypsamtøkuni og í Miklagarði ”úttalaðu” seg, og
søgdu seg harmast, at teir ikki høvdu fingið hendur
á eggum aðrastaðni frá. – Vit vera helst í uppisetri
av eggum langt fyri páskirnar, søgdu teir báðir, og
harmaðust um, at børn í Føroyum ikki sluppu at
rulla páskaregg tað árið.
DanmarK
1946
DR:
Síggja allan heimin?
Nei, tað má vera apríl!
Ein uppfinnari hevur nú uppfunnið eitt tól, sum
kann síggja eitt og hvørt stað á klótuni.
1983
DR:
Livandi páskaregg
Ein sjokolátaframleiðari er nú farin at gera
páskaregg við livandi høsnarungum innaní. (Ikki er
neyðugt at siga, at hetta fekk øði í djóravinir í øllum
Danmark)
1985
DR:
Parabolir til øll
Ein uppfinnari hevur av tilvild funnið útav, at
tað ikki er neyðugt at keypa sær parabol. Tað ber
nevniliga til at nýta eina vanliga steikipannu, sum
er klødd við staniol, og har antennuleidningurin er
vundin um pannuskaftið. (Tølini vístu, at sølan av
stanniol var methøg eftir hesi tíðindi)
2001
Internettænastan Opasia:
Internetið steingir
Opasia bar tey tíðindi, at handlar á internetinum nú
skuldu fylgja somu afturlatingarlóg, sum vanligir
handlar. Hetta fyri at forða ójavnari kapping.
2009
Tv2:
Títt egna gøtunavn
Tv2 syd greiddi frá, at fyri at fáa fólk at flyta til
býin og kenna seg heima, fingu tilflytarar í Horsens
møguleika at at fáa eina gøtu ella eitt torg uppkallað
eftir sær. Eisini var ein samrøða við ein asiata, sum
hevði fingið eitt stórt pláss frammanfyri Teatrinum
uppkallað eftir sær. Hetta fekk fólk, sum vóru fødd
og uppvaksin í Horsens at mótmæla.
onnUr lonD
1962
svenska sjónvarpið, Svøríki:
Frá svørt/hvítum til litir
Bert ein kanal var í Svøríki um hetta mundi, og
hon var svørt/hvít. 1. apríl kom tekniski leiðarin á
skíggjan og greiddi frá, at nýggj tøkni hevði við sær,
at øll nú kundu síggja litsjónvarp. Tað einasta, sum
kravdist var, at tey smoygdu ein nylonsokk yvir
sjónvarpið. (Eitt túsundtal av svenskarum hoppaðu
uppá tað og royndu seg við nylonsokkum).
1975
This Day Tonight news, Australia:
Nýggj tíðarskipan
Tíðindini vildu vera við, at Australia skuldi skifta
til metriska tíð. Tað merkti, at tað vóru 100 sekund
í hvørjum minutti, 100 minuttir í hvørjum tíma og
dagurin skuldi bert vera 20 tímar. Sekund skuldu nú
eita millidagar, minuttir skuldu eita sentidagar og
tímar skuldu eita desidagar. (Tað var ein stormur av
frustreraðum borgarum, sum kærdu sína neyð um
nýggju skipanina, og ein vildi vita, hvar hann kundi
fáa pening aftur fyri tað nýggja digitala urið, hann
júst hevði keypt fyri nógvan pening, men sum nú
ikki kundi nýtast longur.)
1976
BBC, Ongland:
Sveimandi kensla
Bretski stjørnuserfrøðingurin, Patrick Moore,
kunngjørdi á BBC Radio2, at eitt heilt serligt
astronomiskt fyribrigdi fór at henda, sum lurtarar
eisini kundu uppliva heima. Hann greiddi frá, at
Pluto fór at ferðast aftanfyri Jupiter, at at tað fór at
minka um tyngdikraftina á jørðini eina løtu. Um fólk
hoppaðu júst kl 9:47, so fóru tey at sveima. (BBC
fekk í hundraðtal av uppringum frá fólki, ið greiddu
frá, at tey høvdu upplivað tað. Ein kvinna greiddi
enntá frá, at hon og 11 av hennara vinfólki vóru
drigin upp av stólunum og høvdu sveimað runt í
stovuni.)
1994
PC Magazine, USA:
Antin alkohol ella internet
Blaðið hevði hesa søguna 1. apríl: Senator Edward
Kennedy hevur lagt eitt uppskot fyri kongressina,
sum skal gera tað ólógligt at nýta internetið, um man
er ávirkaður av rúsdrekka. Heldur ikki verður loyvt
at kjakast um ting, ið hoyra kynslívinum til, á øðrum
almennum kjaktorgum. Uppskotið gevur FBI loyvi
avlurta telefonirnar hjá teimum, ið nýta internetið
ávirkað. Uppskotið fer við vissu at verða samtykt, tí
hvør politikari vil stuðla drykkjuskapi og teldusex?
(Greinin fekk øði í so nógvar amerikanarar, sum
ringdu til Senator Edward Kennedy, at hann mátti
standa fram alment og avsanna, at hann átti nakað
slíkt uppskot)
1998
Burger King, USA:
Burgari til lámar kundar
Burger King hevði eina heilsíðulýsing í USA Today,
har teir presenteraðu whopparan til lám fólk,
sum var serliga framleiddur til teir 32 milliónir
amerikanarnar, sum nýta vinstru hond. Whopparin
til lám var gjørdur úr sama tilfari, sum tann vanligi
whopparin, men alt, sum var í, var snarað 180 stig
til fyrimun fyri tey lámu. Dagin eftir kunngjørdi
Burger King, at tað bert var ein aprílsøga, men
teir søgdu frá túsindavís av fólki, sum høvdu
spurt eftir whopparanum til lám. Eisini vóru
fleiri, ið úttrykkiliga høvdu biðið um tann vanliga
whopparan til høgrahandað.