Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 tíðindi Nr. 63 - 31. mars 2010 – Lív mítt fór totalt í svart, tá eg fekk boð­ ini um at eg aldrin fekk ta fullu sjón ina aftur, sigur vest menn­ ingurin Olvin Klein Olsen. Hann er nú komin fyri seg aftur, og úrslitið hoyrist á nýggju fløguni »Tilbage til livet« sum kom út í farna mánaði. Allir teir 14 sangirnir eru tiknir úr egnum barmi Vitjan Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Vejen, Danmark: Hetta var ein vanligur dagur í mai mánaði 2006. Árstíðin bjóðaði til sól, hita og ljós, men soleiðis var ikki hjá Ovin, sum hev­ ur búð í Danmark í mong ár. – Eg vaknaði henda morg unin, tendraði sjón­ varpið fyri at vita hvat nýtt stóð á tekstvarpinum. Men eg legði tá merki til, at eg sá næstan einki. – Nei, hjá mær var alt grátt í grátt, greiðir hann frá. Støðan hjá honum gjørd­ ist ikki betri av, at læknarnir søgdu honum at sjónin fór ikki at gerast betri við tíð­ ini. Heldur hinvegin: Ovin fekk nevniliga at vita, at hann mátti fyrireika seg uppá eitt lív sum sjón­ veikur, har sjónin ein dag kundi hvørva heilt. – Ja, hetta kom sum eitt sjokk fyri meg. Eg fór totalt niður í kolkjallaran. Trupul morgunstund Ovin Klein Olsen hevði nóg mikið at takast við hesa tíðina, sum leiðari av eini matstovu. – Her gekk eg og trúði, at lívið sum sum krógv­ eigari skuldi vara við, heilt til eg ikki orkaði at tyggja smør meiri. Men eg fekk annað at síggja, leggur hann dent á. Eftir einari lítlari morg­ unstund varð lív hansara broytt fullkomuliga. Frá at hava verið sera virkin í fyri­ tøkuni, til eitt heilt annað lív, har hann varð 100 pro­ sent bundin av hjálp frá øðrum. – Ja, eg kom so langt út, at eg setti spurnartekin við um hetta lívið var vert at liva. Tíbetur broytti hann hugs an. Og við hjálp av næstringum sínum fann hann lívið aftur, sum hann tekur til. – Eg havi altíð elskað tón leik. Og hann varð bjarg ingin hjá mær, tí eg byrjaði faktiskt at skriva sangir um støðuna hjá mær. – Hetta hjálpti mær, tá eg var longst niðri, sigur Ovin, sum kann fegnast um at fløga hansara hevur fingið góða móttøku í Danmark. 150 km/t Á fløguni eru 14 sangir sum hann nú ynskir at luta saman við øðrum. Hvør einasti sangur hevur sína søgu, sum hevur hjálpt hon­ um í teirri ávísu støðuni. – Sangirnir eru skrivaðir við einum einasta endamáli: At fáa onnur at hugsa eitt sindur meiri um lívið og ikki koyra avstað við 150 km/t. – Júst hetta evnið snýr tann eini sangurin seg um ­ hetta at hugsa um lívið á lívsins vegi, sigur Ovin Klein Olsen. Hann ynskir tí fegin at koma út til onnur at siga frá sangum sínum og framføra teir. Tí, sum hann sigur: ­ Um eg bert fekk ein persón at hugsa meiri um seg sjálvan, sítt egna lív og sína egnu familju, so var tað ikki til fánýtis. Hann vendir sær eisini til manligu lurtarar sínar, og sum hava trupult við at lurta eftir ávaringunum, sum kropp urin og umhvørvið senda teimum. – Hetta hevði eg eisini trup ult við, og tí siti eg í dag sum ein »kvart grøn­ sag«, sum hann brosandi tekur til. Eins og undanfarin ár skipar FRÍKIRKJAN OASAN fyri stórari páskastevnu. Høvuðs­ talararnir verða Stephan og Anne Christiansen úr Noregi, eins og fleiri føroyingar Hjúnini Stephan og Anne koma at tala á kvøld møt­ unum skírishósdag, langa fríggjadag, páskaaftan og páskadag, umframt eisini á ungdómstiltakinum sum verður langafríggjadag. Hetta er aðru ferð, tey koma til Føroya í samband við páskastevnu. Tey vóru høvuðstalarar í Kelduni á páskastevnuni í 2007. Virkin hjún Stephan Christiansen er norskur kristniboðari. Frá ungum árum av hevði hann eina visión um at boða evangeliið til ungdómin. Avleiðingin av hesum bleiv stovnanin av næminga­ og studentafelagsskapinum Ny Generasjon, sum í 1993 byrjaði sum evangeli ser­ ings arbeiði millum stu dent­ ar á universitetinum í Oslo. Hetta tiltakið er eitt tvør­ kristiligt næminga­ og studentaarbeiði, ið hevur til endamáls, at næmingar og studentar skulu boða evangeliið á øllum skúlum og læriplássum í Noregi. Í 1998 bleiv Ny Generasjon stovnað í Danmark, og í 1999 í Íslandi, og er nú ann ars í mongum øðrum londum. Hjúnini bæði hava eisini verið við til at stovna fe ­ lags skapin Jesus Revolu­ tion, ið er ein kristin ung­ dómsrørsla, sum byrjaði í Noregi í 1997, og hevur sum endamál at boða evan­ geliið til europeiska ung­ dómin. Anne Christiansen byrj­ aði annars felagsskapin JesusKvinnur í 2003 undir eini stevnu í Oslo. Saman við manni sínum er hon leiðari í JesusChurch í Oslo. Á heysti 2005 vitjaði Anne Christiansen í Før oy­ um, og skipaði hon tá fyri einari JesusKvinnu­stevnu í Oasuni. sb. Ovin fann lívið aftur Virkin hjún vitja Oasuna Vitjar Føroyar Í hesum døgum vitjar Ovin Klein Olsen í Føroyum. Hesar dagarnar fer hann at hava framførslur á ymiskum støðum. Skráin hjá honum er henda: 3. apríl kl. 16 á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna 7. apríl kl. 19 í Hoyvíkar kirkju 9. apríl kl. 19 í Gøtu kirkju 10. apríl kl. 19 í Kollafjarðar missiónshúsi 11. apríl kl. 17 í Sørvágs missiónshúsi 12. apríl kl. 19 í Christianskirkjuni Klaksvík Ovin Klein Olsen soleiðis sum vit kenna hann - við guittarinum. – Tónleikurin bjargaði lívi mínum, sigur tann nærum blindi tónleikarin og guittarlærarin ” Sangirnir eru skrivaðir við einum einasta endamáli: At fáa onnur at hugsa eitt sindur meiri um lívið og ikki koyra avstað við 150 km/t. Oasan skipar aftur í ár fyri páskastevnu, hesaferð við norskum hjúnum sum høvuðstalarum Fimti hvør arbeiðsleysur Tað stendur einki serligt til innan byggivinnuna í Danmark, og sambært boersen.dk er fimti hvør innan vinnuna arbeiðsleysur. Sambært hagtølunum er arbeiðsloysið uppi á 20,9% í viku sjey. – Sjálvt um arbeiðsloysið er hækkað munandi á landsstøði, er tað einki aftur ímóti økingini innan byggivinnuna, sigur fíggjarligi ráðgevi hjá Dansk Byggeri, Andreas Fernstrøm. Tað stinga seg ikki nógvir nýggir bygningar upp í hesum døgum. Øll byggivinnan er hart rakt av kreppuni, men serliga nýbygging liggur still í løtuni. Meðan tað í 2006 vórðu bygd 33.000 nýggj hús verður bert roknað við 10.000 í 2010. Nýggj tøl frá Danmarks Statestik vísa, at arbeiðsloysi í februar fall niður á 4,1% og tað merkir, at arbeiðsloysið í byggivinnuni er sera høgt. – Ein stórur partur av mununin kemst av, at byggivinnan ikki er tillagað vertíð, men tað broytir ikki upp á tann veruleika, at arbeiðsloysið í byggivinnuni er munandi hægri enn í øðrum vinnum, sigur Andreas Fernstrøm við heimasíðuna boersen.dk.