Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 63 · 31. mars 2010 26 VIKUSKIFTI páska Vil ikki eta Til brævkassan Herfyri var ein frálík sjónvarpssending um matavnar hjá børnum og ungum. Her heima hava vit eitt øgiligt matpakkastríð. Hvønn morgun smyrja eg og maðurin matpakkar til okkara, sum skulu heimanifrá. Men 13 ára gamli sonurin sigur kortanei at hava matpakka við í skúla. Vit hava roynt ymsar snildir við at gera matpakkan meira spennandi, men sama ger. Hann vil ikki hava hann. Líka sum fleiri onnur í flokkinum hevur sonur okkara eisini fleiri ferðir keypt vinarbreyð og sodavatn, tá hann hevur átt pengar. Men vit geva honum ikki pengar, tí hann skal ikki vinna hetta stríðið. Hann er so treiskur, at hann heldur gongur svangur ein heilan dag enn at taka ímóti matpakkanum. Tað er ikki gott, tí eitt svangt barn lærir ikki líka væl sum hini. Hevur tú nøkur góð ráð at geva okkum? Heilsan Sigrid Góða Sigrid Eg skilji væl, at tú ert ørkymlað um sonin, um hann onki etur allan skúladagin, tí tað gongur heilt vist út yvir evnini at læra. Vinarbreyð, fransbreyð og sodavatn fær blóðsukrið og orkuna at flúgva upp í topp. Men tað dalar akkurát líka skjótt aftur, og endar langt undir mark og verður avloyst av djúpum maktaloysi. Sostatt svingar orkustøðið millum at vera uppi undir loftinum og niðri á botni fleiri ferðir dagliga – also ikki tað besta fyri lærdóm og fordjúpilsi. Mítt ráð til tín er í tveimum: Í fyrsta lagi skalt tú taka málið upp við skúlan. Er mentanin í flokkinum tann, at lærari situr hjá og etur saman við børnunum, verður matarsteðgurin ein friðarlig og hugnalig løta í flokkinum – ein løta, sum børnini, eisini tey 13 ára gomlu, gleða seg til. Øll eta í senn og ongin fer út ella upp at geila, fyrr enn øll eru liðug. Tað er umráðandi, at skúlin boðar heimunum frá, at ØLL skulu hava matpakka við hvønn dag. Í øðrum lagi skulu tú og sonurin fara á bókasavnið ella á internetið, fyri at fáa hugskot til mat, sum honum dámar. Tak hann eisini við til handils, har hann sleppur at velja nøkur ting, sum hann kundi hugsað sær at fingið við í skúla. Lunkaðir breyðbitar kunnu taka matarlistin frá sjálvt tí besta. Møguleikarnir fyri góðum og lekrum mati eru mangir, so sum pastasalat, turkað frukt og nøtir, nudlir, sandwish, pizzabitar, høsnarungalør, rækjusalat, ostastengur, jogurt… ja, møguleikarnir eru óendaligir. Tú sigur í brævinum, at tit ongantíð geva soninum pengar. Her skulu tit líka hugsa um, at ung, sum ongantíð hava pengar uppi á sær, lættliga verða freistað at stjala í handlum og kioskum. v. rigmor Skal eg tiga ella tala? Hey Rigmor Maður mín kom heim ein dagin og fortaldi mær, at ein av okkara bestu vinum er ótrúgvur móti konu síni. Vinurin hevði fortalt manni mínum hetta í trúnaði, men maður mín var so skelkaður, at hann fortaldi mær tað. Nú standi eg í einari løgnari støðu, tí konan er ein av mínum bestu vinkonum, so sjálvandi føli eg meg noydda at fortelja henni tað. Serliga tí maðurin hevur verið við skøkjum uttanlands, so hon kann fáa sjúkur frá manninum. Maður mín vil sjálvandi ikki, at eg fortelji nakað, tí so svíkur hann vinmannin. Eg veit ikki míni livandi ráð. Hvat hevði tú gjørt? Blíðar heilsur F.J. Góða F.J. Eg eri samd við tær í, at konan átti at verði kunnað um, at maður hennara gongur í skøkjuhúsi, ið sum kunnugt kann elva til sjúkur. Men eg haldi eisini, at hasir mennirnir eru nakrir kloddar, at teir fortelja slíkt, sum ikki má fara víðari. Tí skalt tú fara aftur til mannin hjá tær og krevja, at hann fær handan skøkjubrúkandi húsbóndan at fortelja konuni tað. Annars gjørt tú tað sjálv innan eina ávísa tíðarfreist. v. rigmor Avhaldsbrúdleyp ella ikki Góða Rigmor Sjeikurin og eg umhugsa at gifta okkum. Men vit eru komin í eitt ”serføroyskt” dilemma, tí familjur okkara eru so ymiskar. Í mínari familju drekka tey, men hjá sjeikinum eru næstan øll avhaldsfólk. Sjálvi drekka vit bæði eitt sindur av og á, so vit eru ikki fanatisk. Men sjeikurin er eitt sindur bangin fyri at skeinkja í brúdleypinum, tí kanska verður onkur gestur fullur og tað hevði ikki dámt hansara familju. Hvat heldur tú, vit eiga at gera? Heilsan Lukkan Góða Lukkan Tú sigur, at tit bæði eru ikki fanatisk. So tað eiga gestir tykkara heldur ikki at vera. Tey, sum ikki drekka kunnu jú bara lata vera. Fyri at tálma drykkiskapinum, kunnu tit velja ikki at skonkja sterkt. Bjóða tit øl, sodavatn og vín, verða fólk neyvan full - men hugnalig. v. rigmor Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan SpyrSt So livSt Redaktiónin loyvir sær at velja og vraka millum innsendu spurningarnar Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði, so send spurningin til: Sosialurin SpyrSt So livSt postboks 76 Fo-100 tórshavn ella teldupost til rigmor@sosialurin.fo RigmoR Dam Spurningur til Málstrikuna: Hvat er betri at siga á føroyskum: Hon er pedagogur, ella: Hon er námsfrøðingur? Svar: Navnorðið ‘nám’, sum er skylt við ‘at nema’, verður nú av summum brúkt til heilt ymiskar merkingar. Tað verður sagt og skrivað um eina kolaminu, at hon er eitt nám; um lærdóm verður sagt, at vit hava miðnám, og fólk, sum hava hug til at arbeiða í einum barnagarði, fara á pedagogskúla at læra seg námsfrøði. Men her, so segði Oddvør, fer ketan av: Er ein námsfrøðingur ein minukønur, ein málmminuingeniørur, ella er hann ein blíð og hjálpsom kona/genta í einum barnagarði? Er ein námsfrøðingur ein, sum spreingir seg inn í fjallið við dynamitti og sovorðnum harðligum greiðum, ella er talan um ein persón, sum snýsir smábørnum, gevur teimum at eta og troystar og uggar, tá ið mótgangur er hjá teimum smáu? Best er at halda seg til fólksins mál. Ein kolamina í Hvalba er einki nám. Ein mina er ein mina. Orðið hevur eisini týdningin spreingiknøttur, sum okkurt bannsett hervald hevur sett út í havið at skaða medmenniskjur við. Og ein minuarbeiðari er ein minuarbeiðari og ikki ein námsverkamaður, og teir, sum hava borað trongar og lívsfarligar kolaminur í Kina og aðrastaðni, eru vánaligir frøðingar. Vit hava altíð kallað tær blíðu kvinnurnar í barnagørðunum fyri pedagogar. Tað eiga vit eisini at gera í framtíðini. At gera tær til námsfrøðingar er at halda fakið fyri gjøldur. Tey, sum hetta gera, eru ikki góðir psykologar; kanska heldur demagogar. GoGar verða komm føroysk ð punktum Málstrikan MÁLFELAGIÐ ð