Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 63 · 31. mars 2010 27 VIKUSKIFTI páska Kvinnur stressa mest kl 07.25 Strongd Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com Bretar eru nú komnir við eini nýggj ari kanning, sum hevur kortlagt strongdina hjá kvinnum. Og úrslitið er greitt. Kvinnur hava størstu strongdina um morgunin, langt áðrenn tær eru komnar til arbeiðis. Vekjarin ringir og so byrjar resið: børnini skulu vakjast, greiðast og latast í, so tey eru pen og nosslig, matpakkar skulu smyrjast, børnini skulu hava morgunmat, tú sjálv skalt undir brúsu, latast í og smyrjast, hárið skal setast, skúlatingini skulu tjekkast, so allar bøkur og penalhús koma við í skúla, tú skalt sjálv eta morgunmat og syrgja fyri, at tíni ting eru í lagið, børnini streyka og eru ómøgulig, og síðani skulu øll koyrast runt til dagstovnar og skúlar í herviligum morguntrafikki, áðrenn tú sjálv kemur stunandi til arbeiðis kl 8. Kanska 10 minuttir ov seint, um trafikkurin ikki er til vildar. Kennir tú teg aftur? Tað er ikki so løgið, tí ein nýggj bretsk kanning hevur kortlagt, hvussu og nær kvinnur kenna seg strongdar. Og eitt ógvuliga markant mynstur hevur víst seg. Arbeiðstrýst og barnaføðingardagar eru einki afturímóti tí strongd, kvinnur kenna um morgunin, áðrenn tær koma til arbeiðis. Meiri neyvt júst klokkan 7.25 um morgunin. Tá kókar yvir hjá teimum flestu. Kanningin vísir nevniliga har­ umframt, at heili 42% av kvinnunum skelda børnini út um morgunin, uttan mun til, um tey skikka sær illa ella ikki. So um tú ert ein av teimum, sum suffar og ikki reiðiliga skilir hvat hini meina við, tá tey tosa um idylliskar og róligar morgnar, so ert tú, sæmbart hesi bretsku kanningini, sanniliga ikki einsamøll. Mín bESta uppSkrift er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift, saman við mynd av rættinum og navni á kokkinum. Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki hava verið almannakunngjørdar áður. Send tína bestu uppskrift til: Sosialurin Postboks 76 FO-110 Tórshavn mrk. uppskrift Ella til post@sosialurin.fo. lagt tIl rættIs: Inna Törnroos UppsKrIft: Anna Jacobsen Uppskriftin, sum verður prentað í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,- frá Thomas Dam búnýti tórShavn Niels Finsensgøta 18 tel. 36 30 00 Saltangará Heiðavegur 56 tel. 44 76 04 24 stk. 3 eggjahvítar 1 tsk av sitrónsaft 4 dl av florsukri 25 dropar av gulari fruktfarvu Prýði: Appilsingult pappír Silvurkúlu Set ein reinan stálbolla oman á eina grýtu av kókandi vatni. Blanda hvítan og sitrónsaftina í bollan og sálda floursukri í. Píska varliga til alt er væl blandað. Píska til tað er 50-60 hitastig. Tá skal marengsmassin vera kremkendur og lættur at forma. Tak bollan av grýtuni og blanda fruktfarvu í. Píska eina løtu til tað er kølnað. Ger soleiðis: Fyll ein sproytiposa við marengsmassanum. Forma ein kropp sum eitt dropaskap, og set ein lítlan bolla oman á sum høvd. Baka á 125 hitastigum í umleið tríggjar tímar. Pynta: Klipp nevini úr appilsingulum pappíri og brúka silvurkúlur til eygu. Marengs høsnarungar