týsdagur 6. apríl 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Týsdagur 6. apríl 2010
10
Sosialurin
Landsve
við at mis
tamarhaL
Áki Bertholdsen
Oyvindur Brimnes, stjóri á
Landsverki rópar aftur nú
varskó.
Játtanin til Landsverk
er minkað so nógv síð ani
kreppuna fyrst í níti árunum,
at tey hava ikki ráð til at
halda hvørki vegir, tunlar,
ella brýr á einum støði, sum
er nøktandi.
Tí forferst okkara vega
net og Landsverk sigur, at
støðan er so álvarslig, at tey
kunnu skjótt enda við at
missa tamarhaldið á henni.
Tá ið hann tosar um, at
veganetið forfellur, hugsar
hann bæð um asfaltering,
vantandi og niðurslitnar
bilaverjur, skráar, tvør rennur
og veitir.
Til fánýtis
Hann hevur gjørt vart við
støðuna ár um ár, men hig ar
til hevur tað verið til fánýtis.
Tað
er
heldur
tvørt
ur ímóti. Og nú játtanar
karmurin fyri næsta ár
er lagt fyri Løgtingið, er
lagt upp til, at játtanin til
landsverk skal lækka góðar
tríggjar milliónir afturat.
Játtanin er minkað so
nógv, at bara fyri at halda
stand, hava vit ein akuttan
tørv á at fáa 200400 milliónir
til um vælingarbeiði á vegum,
tunlum og brúm, sigur stjór
in á Landsverki.
Hetta er tað, sum átti at
verðið játtað til umvælingar
og ábøtur tey næstu fáu árini
fyri at fáa vegakervið upp
eitt støði, har vit kunnu siga,
at viðlíkahaldið hevur verið
nøktandi.
Men harafturat tí kemur
so tann vanliga, árliga játt
anin til vegakervið, sum átti
at verðið tvífaldað fyri at
kunna varðveita støðið.
– So langt eru vit aftur
úr við umvælingum, sigur
hann.
Hann leggur afturat, at
tann akutti tørvurin veksur
skjótari og skjótari, tess
longri drálað verður við at
lyfta vegakervið upp aftur á
eitt nøktandi støði.
Minkað niður í helvt
Oyvindur Brimnes sigur, at í
kreppuni í nítiárunum varð
játtanin
skorin
rættiliga
nógv, men trupuleikin er, at
hækkingarnar síðani hava
verri enn so staðið mát við
príshækkingar og tað øktu
ferðsluna sum er.
Hann sigur, at í 1996 var
játtanin til samferðslukervið
tilsamans
60,9
milliónir
krónur. Við príshækkingum
hesi árini hevði hetta talið
svarað
til
85,6
millónir
krónur í dag.
Men í veruleikanum er
játtanin ikki meiri enn 50,5
milliónir krónur, ella stívliga
10 milliónir krónur lægri enn
í 1996.
Verður so økt slit orsakað
av vaksandi ferðslu, roknað
uppí, skuldi játtanin nú
verið upp á 103,6 milliónum
krónum, vissi hon skuldi
samsvara við játtanina í
1996.
Sostatt er játtanin í
veruleikanum minkað 53,1
milliónir krónur, sum svarar
til heili 51%.
aki@sosialurin.fo
Vit hava ein akuttan
tørv á at fáa 200-400
milliónir til um væl-
ing ar arbeiði á vegum,
tunlum og brúm
Landsvegir Vegirnir í Føroyum eru nú so illa røktir, at Landsverk stúrir fyri at missa
tamarhaldið á støðuni. Sum støðan er nú, eigur landið at bíða at gera fleiri vegir og tunlar
og heldur at brúka pengarnar upp á at forða fyri, at vegakervið, vit hava, forfellur heilt