Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Týsdagur 6. apríl 2010 Sosialurin rk sa dið Gera meira fyri minni Áki Bertholdsen Umframt samferðslukervið á landi, fevnir virksemi hjá Landsverki eisini um rakstur og viðlíkahald av havnum, bygningum og tyrlupallum og øðrum. Eisini játtanin til tey endamálini er nógv skerd. – Í 1996 var samlaða játtanin 75 milliónir krón­ ur og í 2009 var hon 68 mió. krónur, ella sjey milliónir krónur lægri, sigur Oy­ vindur Brimnes. – Verður lagt upp fyri prísvøkstri og øðrum, skuldi játtanin nú verið 107 milliónir, vissi hon skuldi verið á sama støði sum í 1996. Í prosentum er sostatt talan um, at játtanin er lækk að heili 35% til hesi endamálini Og hóast játtanin til Landsverk er munandi lækk að hesi árini, hevur stovn urin síðani fingið eina týðandi uppgávu afturat og tað er at umsita allar bygn­ ingar hjá landinum. Brúka bara helvtina Í Føroyum er játtanin til at halda vegakervið hjá land inum viðlíka, góðar 108 krónur fyri meturin av vegi. Í Danmark er játtanin 225 krónur til 2­breytaðar vegir, sum líkast okkara og í Noregi er játtanin 203 krónur fyri meturin Landsverk sigur, at Noreg tað landið, vit best kunnu samanbera okkum við. Ein byrjan til at end ur­ reisa vegakervið í Føroyum, kundi verið at økt játtanina minst 12 milliónir krónur um árið til tunlar og brýr. Har afturat má syrgjast fyri, at vegakervið ikki fram haldandi forfellur, og tí mæla vit til, at játtanin til viðlíkahald eisini verður hækkað 14 milliónir krónur um árið aki@sosialurin.fo landsverk Hóast játtanin til Lands ­ verk er munandi minkað, hevur stovn urin fingið fleiri týð andi upp gávur afturat krevjandi Landsverk skal gera meira fyri minni Ein byrjan til at end ur reisa vegakervið, kundi verið at økt játtanina minst 12 milliónir krónur um árið til tunlar og brýr niÐUrsliTiÐ Verður vegakervið ikki røkt og skaðar umvældir so hvørt, versnar skaðin og kostnaðurin verður nógvar ferðir størri. Sum støðan er nú við nógv avmarkaðari játtan, mælir Landsverk tískil til at halda aftur við at gera nýggjar vegir og heldur raðfesta játtanina til at røkja tað vegakervið, vit longu hava, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki Mynd: Jens Kristian Vang Tá ið kreppan var í nítí­ árunum og játt an in varð mun andi lækkað, legði Lands verkfrøðingurin tann taktikk, at brúka sum mest av pengum til at asfaltera fyri, so at fólk ikki skuldi leggja so væl merki til kreppuna, til játtanin hækkaði aft­ ur. – Trupulleikin er bara, at játtanin hækkaði ongantíð aftur síðani tá og tí eru vit vit so langt afturút í at røkja vegir, tunlar og brýr, at støðan er sera álvarslig, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki. aki@sosialurin.fo 30 ár ímillum hvørja asfaltering Áki Bertholdsen Í árunum frá 1989 til 1999 vóru einir 40 kilometrar av vegi endurasfalteraðir um árið. Tað eru 9% av samlaðu vegalongdini, sum er einar 450 kilometrar. Bara fyri at halda stand og varðveita vegirnar á einum nøktandi støði, skulu vit asfaltera minst 30 kilometrar av landsvegi um ári. Men játtanin er so lág, at vit klára bara at asfaltera einar 15 kilometrar um árið. Tað er ikki meiri enn 3% av samlaðu vegalongdini. – Skilligt er, at við hesi játtan verða í miðal 30 ár ímillum, at vegir verða asfalteraðir. Men livitíðin fyri asfalt er bara eini 15­ 20 ár og tí forfellur vegakervið skjótt, sigur Landsverk. Hendur onki munagott nú, fer tørvurin á as­ falter ing at e±ksplodera tey næstu fimm árini og avleiðingin kann skjóttt verða, at vegirnir verða í so vánaligum standi, at vit verða noydd til at mæla til, at hámarksferðin verður sett niður á ávísum teinum av trygdarávum. aki@sosialurin.fo asfalTering Landsverk megnar bert at asfaltera helvtina av tí, sum er neyðugt á hvørjum ári Valdu at asfaltera