Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Týsdagur 6. apríl 2010 12 Sosialurin Kjak Uppgávan er alt annað enn løtt, sum politiska mynd­ ugleikin í løtuni stríðist við, og tí er serliga stórur vandi fyri, at politikarar velja at leypa upp um garðin, har hann er lægstur, heldur enn at taka tarvin við horn­ unum. Menniskjaliga og kenslu­ liga kann ein skilja, at politik­ arar lata seg lokka til at hækka skattir og gjøld meira, heldur enn at gera neyðugar skerjingar í útreiðslunum hjá tí almenna, tí tað krevur styrki, men búskaparliga er tað ikki forsvarligt at lata tað almenna halda fram at vaksa upp um eina stødd, sum okkara samfelag orkar at bera og so bara senda rokn ingar uppá 100 mió. kr til tað privata og vinnuna. Tað má verða sam­ an hangur Verandi ósemja millum sam­ gonguflokkarnar er ógvuliga prinsippiell. Á aðrari síðuni hevur vit Javnaðarflokkin, sum góð ­ tekur, at tann almenni rakst­ urin verður verandi tann sami ella heldur fram at vaksa, og fyri at fáa tann politikkin at hanga saman, mugu enn fleiri rokningar sendast pri ­ vatu húsarhaldunum og vinnulívinum, sum framm­ anundan hava nóg mikið av rokningum at gjalda. Á hinari síðuni heldur Fólkaflokkurin fast um, at tað er neyðugt at halda meira aftur í almennu út­ reiðslunum, tí annars verða rokningarnar til tað privata og vinnulívið alt ov stórar, og tað hongur heldur ikki saman at senda rokningar til hini, fyri sjálvur at sleppa undan at gera neyðugar spar­ ingar. Fólkaflokkurin er gingin við til eitt kompromis, sum er, at skulu fleiri rokningar sendast út til tað privata, so má tað almenna samstundis bera sín part, við sjálvt at spara minst líka nógv í sínum rakstri. Skilagóðar sparingar Tað verður skotið Fólka­ flokkinum í skógvarnar, at vit ynskja at gera náðileysar sparingar, sum fara at oyði­ leggja samfelagið, men slíkir pástandir hava púrt einki samband við veruleikan og hava bert til endamáls at seta fólkaflokkin í ringt ljós og at flyta focus. Fólkaflokkurin hevur ongar ætlanir um, at spar­ ingarnar innan tað almenna skulu raka tær primeru heilsu tænasturnar, tí flokk­ urin ynskir ikki, at tey veiku og tey sum hava brúk fyri heilsu bót verða rakt av neyð­ ugu skerjingunum. Men flokkurin hevur víst á, at vit sleppa ikki und an at gera skerjingar í almenna rakstrinum, fyri at sleppa burtur úr tí stóra hall inum á fíggjarlógini, og tí er neyðugt at vit sum sita við ábyrgd – um vit vilja tað ella ikki – at fara inn og hyggja at rakstrinum av okkara almennu stovnum og fyrisitingum. At bíða við sparing ­ tað er eirindaleyst Velur politiski mynduleikin at stinga høvdið í sandin og bíða við neyðugum al­ mennum sparingum, so er nevniliga størri vandi fyri at føroyska samfelagið verður niðurlagað, tí tá verður tað privata í enn størri vanda fyri at hoykna undan av stóru eykarokningunum frá landskassanum. Hórar vinnu lívið ikki undan verður svang ligt í samfelag okkara. Renna vit nú undan ábyrgd ini at minka almenna raksturin og ístaðin senda enn størri rokningar til tað privata og vinnuna, so útseta vit eina pínu, sum okkara samfelag kortini ikki sleppur undan, tí øll vita, at privatu húsarhaldini og stórur part­ ur av vinnuni hava ikki ráð til at gjalda meira skatt. Taka vit ikki neyðugar avgerðir nú, verða tað onnur sum taka avgerðirnar fyri okkum seinni og tað verða ikki mjúkir kostir! Antin skil á búskapin nú – ella eina enn verri upptøku seinni Renna vit nú undan ábyrgdini at minka almenna raksturin og ístaðin senda enn størri rokningar til tað privata og vinnuna, so útseta vit eina pínu, sum okkara samfelag kortini ikki sleppur undan, men upptøkan verður bara uppaftur størri seinni. Um vit skulu verja ella varð­ veita okkara móðurmál, so skulu vit gevast við at kjakast um paria bókstavir, sum koma úr »ónda« im periinum, Rómverjaríki. Vit skulu eis­ ini nýta nógv minni orku uppá at deila hvønn Hanus og Janus fyri nakrar hissini danismur og stavivillur; hes­ um eigur fólkaskúlin at hava syrgt fyri. Um vit vilja gera nakað munagott viðvíkjandi varðveitslu av málinum, so mugu vit hugsa um børnini og ungdómin hjá okkum og hugsa minni um, hvussu vaks in orða seg, hóast tað eisini hevur týdning. Cartoon Network o.t. Eg hoyri míni børn og vin­ fólk teirra spæla hvønn dag, og mangan hoyri eg tey nýta donsk orð og danskar setningar mitt í øllum spæl­ inum. Eg var í hasum aldri­ num fyri 25­30 árum síðan, og tá var danskt eitt mál, sum vit bert lósu í skúlanum og í teknirøðum. Onkur barna­ sending var á donskum, men teir vælumtóktu Dis­ ney teknifilmarnir vóru á enskum. Vinfólkini hjá mær og eg brúktu ongantíð dansk­ ar setningar ella vendingar, men tað gera børnini í heilum í dag. Hetta er heilt einfalt tí, at børnini hyggja nógv meira í sjónvarp, enn vit gjørdu, og oman á tað spæla tey bæði telduspøl og onnur elektronisk spøl, sum antin eru á enskum ella donskum. Cartoon Network og Dis­ ney Channel verða valdar við danskari talu, tí at børnini skilja betur danskt enn enskt. »Anders And« og flest aðrar teknirøðir eru á donskum; undirhaldssendingar sum t. d. »X­factor« og »Paradise Hotel« eru allar á donskum og snúgva seg um danir í danskari ella aðrari mentan. Hvør gevur pláss fyri okkara máli og mentan? Kringvarpið gevur ikki nógv pláss til hetta – fjórða hvørt lag í útvarpinum er danskt, hóast meginparturin av hesum løgum ikki eru góð ella hava altjóða áhuga. Okkara børn fáa danskt inn gjøgnum oyru og eygu hvønn dag, so ei undur í, at børnini spæla á donskum við hvørt, men tað er sera skaðiligt fyri føroyska málið; nógv meira skaðiligt enn c, q, z, x og w – ella eitt burturvilst »ð«. Ein loysn Eg var so heppin at hoyra ein fyrilestur hjá Jonhardi Mikkelsen eitt vikuskifti um februar/mars mánað, og hann segði, at ein kanning í Noregi hevði víst, at norðmenn hyggja í sjónvarp 2­3 tímar hvønn dag, og at um tær sendingar og filmar, sum tey síggja, høvdu fingið norskan undirtekst, svarar hetta til, at tey árliga lesa 10 skaldsøgur av undirteksti. Tað hevði óivað gjørt góðan mun, um okkara børn og ungdómar, ja og vaksin, lósu eini 10 skaldsøgur av føroyskum undirteksti árliga. Um politiskur vilji er til tess í Føroyum ber eisini til at teksta fleiri filmar og sendingar. Vit áttu at víst barnaundirhald á upp runa­ máli við føroyskum teksti ella talað yvir á føroyskum; og her hugsi eg serstakliga um Cartoon Network og Disney Channel. Tað kostar, men tað skapar eisini arbeiði; og tað er týdningarmikið at varð veita føroyska málið. Spurningurin er, hvat vit vilja og ikki um pengar, tí um seting av teksti er ikki so dýr heldur. Eg veit ikki, hvat pengarnir hjá »SVF« fara til, tí har eru fáar føroyskar sendingar. Tað er danskt sjónvarp úr enda í annan, ið bert er ein tíma aftan fyri DR – sera pínligt, vánaligt og skuffandi fyri tann prís vit gjalda. Jákup Mikkelsen løgtingslimur Okkara børn fáa danskt inn gjøgnum oyru og eygu hvønn dag Skulu vit verja móðurmálið? Dávid Isfeld Hósvík