Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Týsdagur 6. apríl 2010 Sosialurin Hetta er heitið á einum bólki á facebook ið hevur yvir 900 limir. Endamálið við hesum bólki er at varpa ljós á, at vit øll hava krav uppá eina trygga farleið tá ið vit skulu koyra til arbeiðis ella í skúla o.a. Trygg farleið til og frá Viðareiði Vit hoyra dag og dagliga, hesa tíðina av árinum, at nú er omanlop á Viðar­ eiðis vegnum og tíbetur at ongin mannskaði er hend­ ur enn. Spurningurin er bara, hvussu longi skulu vit ið búgva á Viðareiði liva við hesi óvissuni og hesum ótryggleika. Hvat skal til fyri at okkurt skal henda, fyrr enn politikararnir vakna og gera okkurt við hetta álvarsmál. Í ár eru smávegis ábøtur gjørdar á Viðareiðisvegin. Allur bati bøtur, men hóast tað so er alt ov lítið gjørt. Vit vita at tað tekur fleiri ár innan vit fáa eina tunnil til Viðareiðis ella tunlar norð um fjall. Tí kann tað ikki vera rætt, at ikki alt ið kann gerast verður gjørt fyri at tryggja Viðareiðisvegin so omanlop ikki framvegis eru næstan dagligur kost­ ur fyri okkum. Tað er alt ov vánaligt bert at sita hendir í favn og bíða eftir eini tunnilsloysn. Hana vilja vit fegin hava men vit vilja samstundis sleppa undan hesum ótryggleika ið vit nú liva við. Vónandi er tunnilin til Viðareiðis á skránni í komandi árið. At tryggja Viðareiðisvegin, er ein neyðloysn, ið eigur at verða framd her og nú. Tí skal mín áheitan á allar politikarar verða, takið tykkum saman og seti eina upphædd, ið munar av, til at tryggja Viðareiðisvegin her og nú, so eisini borgararnir á Viðareiði fáa eina trygga farleið Við trygdarkvøðu. Í vikuni var Annika Olsen, landsstýriskvinna, í Degi og Viku og boðaði frá, at hon í komandi fíggjarárum fer at seta milliónaupphæddir av til ein nýggjan veg úr Tórshavn, sum verður sagdur at vera alneyðugur at gera, nú Skálafjarðartunnilin ætl­ ast settur í gongd. Skálafjarðatunnilin elvir til aðrar íløgur Útsøgnin hjá landsstýris­ kvinnuni avdúkar nakað, sum var væntandi, nevniliga, at Skálafjarðartunnilin, sum sigst vera uttan kostnað fyri landskassan, fer at krevja fleiri avleiddar íløgur av landinum, tí landsveganetið uttan um hendan ætlaða tunnil má lagast til nýggju ferðsluna, og hendan nýggja íbindingin í Havnina er tann fyrsta av óivað fleiri slíkum íløgum, sum nú brádliga fáa stóran skund at gera. Tí eru allar orsøkir til at rópa varskó, tí tað kann ikki koma upp á tal, at okk ara hart kroysti lands­ kassi nú skal byrja upp á nýggjar vegaíløgur, áðrenn vandamiklar farleiðir kring landið, sum hava bíðað leingi, verða gjørdar. Tað kann ikki koma upp á tal, at landsstýriskvinnan fær loyvi til at raðfesta so ­ leiðis, samstundis sum und an taksstøða er á fleiri vega strekkj um, eitt nú her í Norð oyggj um og ikki minst í Leirvík, har fleiri sera álv­ arsamar hóttanir hanga í luftini. Viðareiðisvegin áðrenn ringvegin Tað er hugstoytt at hoyra eina landsstýriskvinnu, sum jú skal hugsa um alt land ið, vera so spenta eftir at gera ein nýggjan ringveg uttan um Havnina, tí nú skulu vit í skundi hava enn ein undirsjóvartunnil, sam ­ stundis sum Viðareiðis veg­ urin, sum í áravís hevur bíðað eftir játtan frá landsstýri og løgtingi, ikki verður tikin upp á tungu, og heldur ikki tunlarnir norður um fjall, sum fyri nógvum árum síðan gjørdust ótíðarhóskandi og í dag als ikki liva upp til tey krøv, sum dagsins samfelag krevur. Slík raðfesting er uttan fyri alt mark. Tað má tí vera eitt av gjørt krav frá okkum, fólka valdu kring landið alt, at lands­ stýrið ikki nú tekur vega­ íløgur, sum kunnu bíða, fram um aðrar vegir, har omanlop og leysir klettar eru ein daglig hóttan, sum kann fáa álvarsamar avleiðingar. Leirvíksvegin áðrenn Skálafjarðartunnilin Tað var longu í apríl 2006, at Norðoyatunnilin varð tikin alment í brúk, og tá hevði tann verkætlanin verið í gongd í eitt áramál. Nú skriva vit 2010, og kort ini er ein týðandi og avgerandi partur av hes­ um projekti framvegis ikki gjørdur, nevniliga ein part­ ur, sum landsstýrið og løg­ tingið hava ábyrgina av: Leir­ víksvegurin! Tí er tað púra burturvið, at avvarðandi landstýriskvinna, sum framvegis ikki hevur fingið greiðu á hesum veg ­ num, sum hoyrir til Norð oya­ tunnilin frá 2006, longu nú tosar um at seta millióna upp­ hæddir av til ein veg í Havn, sum hoyrir til ein nýggjan undirsjóvartunnil, ið enn ikki er komin nakran veg. Her haltar álvarsliga við logikkinum. Hví slíkan skund við nýggjum projektum? Mín staðiliga áheitan á all­ ar landspolitikarar skal tí vera: Bíðið við at seta nýggj tunnils­ og vegaprojekt í gongd, til verandi vegir og tunlar, sum í dag eru ein hóttan, eru gjørdir í tíðarhóskandi stand! Ovast á hesum lista eru eitt nú viðareiðisvegurin, leirvíksvegurin og tunlarnir norður um fjall, sum allir í dag eru ein hóttan og ein forðing fyri mannsømiligum korum fyri tað fólk, sum búleikast á hesum leiðum. Hvussu leingi skulu tunl ­ ar nir norður um fjall bíða, samstundis sum nýggj ar verkætlanir verða settar í verk? Og hví hava slíkan skund við nýggj um pro­ jektum, so sum Skála fjarð ar ­ tunlinum, tá ið vit framm an­ undan hava eitt væl útbygt vega­, brúgva­ og tunnils­ sam band millum nevndu lands partar? Hóttandi vegir mugu takast fram um nýggj vegaprojekt Tað er púra burturvið, um landsstýrið nú ætlar í holt við nýggjar vegagerðir, samstundis sum hóttandi vegastrekki sum viðareiðisvegurin, leirvíksvegurin og tunlarnir norður um fjall verða gloymd. Tað kann ikki koma upp á tal, at okk ara hart kroysti lands kassi nú skal byrja upp á nýggjar vegaíløgur Elisabeth Nybo Viðareiði Gunvá við Keldu Borgarstjóri