týsdagur 6. apríl 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Týsdagur 6. apríl 2010
14
Sosialurin
Kjak
Fari at skriva eitt sindur
hvørt um annað – viðvíkjadi
politikk-, stjóra- og leið-
arauppgávu.
Havi hug til at hugleiða og
seta fokus á ‘biologiskar fak-
torar’, sum kunnu vera ein av
orsøkunum, og geva uppskot
um nýhugsan í arbeiðshátti
og –tilrættaleggjan .
Hugsa vit um kappingar
yvirhøvur – (veit, at tað ikki
altíð kann generaliserast,
tá tosað verður um mann
og
kvinnu,
men
sum
gjøgnumgangandi)
Ítróttarmyndin!
Maður vil vinna – í leiki, í
ítrótti – óansæð støði. T.v.s.
um menn íðka motiónsítrótt
í spølni, so ‘geva teir alt tað
teir eiga’ – tað ‘gjeldur’ um
at vinna. Kvinnur tíma ikki
eingang at telja, hjá teimum
er tað mest motiónin og
samveran sum er týðandi.
Og tí vil eg her draga para-
lellir við t.d. eina løgtingslim
tilgongd.
Er tað sporturin, spenn -
ingurin,
dysturin,
sig urs-
rúsurin, statusið, sam sýn-
ing in, sum er incitamentið
og sum eggjar manninum til
politiska leiklutin ella er tað
hjartasakin, eldsálin og tað
at gera mun í samfelagnum.
Eg loyvi mær at ivast – tí
vit hoyra so ofta um ‘breyð-
politikkarar’, t.v.s. tá málið
líkasum er horvið og ‘man
situr og trekkir løn sum tað
einasta’.
Hoyrdi eisini fyri kort-
um Magna Laksáfoss siga, at
tingarbeiðið var so ør kyml-
andi, tí tað vísti seg ofta sum
málið var at finna semjur
og koma víðari. Útfallið av
semjuni kom í aðru rekkju,
og vigaði ikki so tungt hjá tí
einstaka liminum.
Hetta kann vera ein fak-
torur sum ávirkar, í hvønn
mun kvinnur eru við – at
kvinnan ikki reiðuliga kemur
í kappingarrúsin ella við í
kapprenningina – tí tað í
sjálvum sær ikki er málið.
Harafturímóti síggja vit
leiklutin hjá kvinnuni sum
stríðandi fyri tí smáa og
heimliga.
Man tað í flestu førum
ikki vera kvinnan, ið tekur
samband við barnagarð ella
skúla, tá ið barnið ikki trívist?
Og hvussu er javnstøðan
í foreldrabólkunum ? – Í
skúla flokkinum hjá dóttur
okkara eru tað 6 kvinnur, íð
umboða foreldrini. Hví eru
menninir ikki her? Hvør fer
upp á barrikadurnar og tosar
sakina hjá teim gomlu? Hvør
tosar um børn við serligum
tørvi? og soleiðis allan veg
in ígjøgnum – Vit síggja
kvinnurnar her og nú, tá mál
av hesum slagi stinga seg
upp – sum beinleiðis ávirka
lívsdygdina hjá tí einstaka
menniskjanum.
Kantinumyndin!
Fara vit inn í kantinurnar
á størri arbeiðsplássum, so
síggja vit eina mynd, sum
vísir nattúrligar saman sett -
ar samskiftis- og sam veru-
hættir. Tað er ikki álagt fólki
hvar og hvussu tey skulu sita
í kantinuni.
Í flestu førum finnur
mann borð við monnum og
borð við kvinnum. T.v.s. at
kvinnu dámar best at práta
við kvinnu og maður prátar
við mann. Víðari kann eg
siga, at menn tosa um ítrótt
(kanska eitt sindur politikk)
og kvinnur tosa um familju,
børn og hvat tær hava sæð í
sjónvarpi – øgiliga stutt og
groft uppsett, men soleiðis
haldi eg at myndin er gjøg-
numgangandi.
Hetta vil so aftur siga,
at tá ið menn í flestu føru
hava leiðaramaktina, so vil
leiðaravegurin og tað ar-
beiðssamskiftið víðari eisini
nattúrliga fella á mannin og
av hesum úttrykkið “menn
síggja menn”.
Síðani kemur hin síðan
av sakini – at dugnaligar
kvinn ur sum leiðarar eisini
nattúrliga halda seg burtur.
Hava tær hug til tætta
samskiftið við mann fólka-
hópin – og í flestu førum ar -
beiða eftir hugburði, regl um
og virðum, sum tær møgu-
liga ikki sjálvar kunnu taka
undir við ella standa inni
fyri? Í øllum føri blívur hetta
samskiftið og hesin leik lut-
urin saman við monnunum
ofta ørkymlandi og slítandi
fyri kvinnuna.
Lønarskalar
Eitt annað – sum er áhuga-
vert og kundi bøtt um skeiv-
fordeilinga ella kvinnuliga
undirmanninga í leiðsluhøpi
eru lønarskalar/samsýningar
og samansetingin ov job-
profilum.
Ovastu trinini á karri-
eru stiganum
eru
leiðari
og stjóri. Og fyri at koma
aftur til kappingarandan og
mannliga incitamentið, so
eru tað ofta menn, sum antin
eru við í kapprenningini á
hesum støði ella verða head-
huntaðir av monnum.
Henda
leiðarauppgáva
krevur bæði fakligt dugna-
semi, men eisini evni at leiða
– t.v.s. at inspirera, involvera
og informera, fyri at motivera
starvsfólkini.
Sjálvdan hevur leiðarin
báðar hesar eginleikarnar
og tí skuldi ein jobprofilur,
lønarskali og toppskali verði
fyri fakligt dugnasemi eins og
fyri fólkaleiðsludugnasemi
– T.v.s. at 2 fólk mynda upp-
gávuna, ella man finnur
leiðslubygnaðir, har bæði
viðurskiftini hava líka høga
raðfesting.
Hetta
hevði
gjørt, at tað vóru færri
‘skeiv ir leiðarar’ sæð við
starvs fólkaeygum, og færri
feilsetanir, har ‘skeivi leiðarin’
setir skeiv fólk undir sær,
orsaka av manglandi innliti í
starvsfólkaviðurskifti.
Rokni við at kvinnurnar
her meira høvdu kunna
gjørt seg galdandi, og fing -
ið
ávirkan
sum
starvs-
fólka leiðarar á stjóra- og
deild arstøði og væntandi
ávirkað
arbeiðsumstøður
og
–umhvørvi
eisini
til
fyri munar fyri kvinnuna
Hesin leiðslutankin er óivað
eisini orsøkin til, at mann
ídag í professionellum fyri -
tøkum í Danmark og aðra-
staðni setir ein HR ovasta
(Human Ressource) í ov astu
leiðslu, tí man sær týdn-
ingin í málrættaðari starvs-
fólkaleiðslu á hægsta stigi.
Her til eru vit ikki komin í
Føroyum.
Her verða leiðarar ofta
settir við fakligum egin leik-
um, fyri síðani aftaná at
byrja at útbúgva seg sum
starvsfólkaleiðari. Tað er,
eftir mínum tykki, ov seint
– eginleikin má vera har frá
degi 1, tí ella verða ov nógvir
leiðslufeilir gjørdir ta fyrstu
tíðina, orsaka av manglandi
fólkaleiðsluinnliti – og seinni
finnur viðkomandi møgu-
liga útav – at tað at hava
við starvsfólk at gera, var
ikki tað hann brendi fyri. So
virðing fyri, at tað fakliga
og tað starvsfólkaleiðsluliga
eru hvør sítt slag av leið-
ara uppgávu og báðar upp -
gávurnar mugu hava eins
stóra
raðfesting
beinan-
vegin!
Arbeiðsumstøður!
Og tí komi eg nú til ar beiðs-
umstøðurnar sum lyklaorðið
– fyra at økja um kvinnuliga
ávirkanarleiklutin í samfelag-
num.
Tað verður so ofta tosað
um, at um kvinnan skal fram,
so skal hon arbeiða nógv
meira enn vanligt – hví tað?
Skulu tankar, vitan, hugskot,
sparring, engagement o.l inn
í ávísan dagligan tíðarkarm?
Tøkniliga
framgongdin
hevur fleiri alternativ til
samskifti - har kvinnan kann
vera fleiri staðir ísenn.
Í
nýggja
vitanarsam-
felag num er tíðarfaktorurin
- tímar á einum arbeiðsstóli-
sum avgerandi fyri ‘output
og dygd sekunderur’. Her
er tað vitan og fjølbroytni
sum setur dagsskrá, og tað
sum fólk einstaksvís kunnu
‘bidraga’ við.-
Tað verður tosað um
at skipa tingini betur, so
pápin er meira virkin á
heimafrontinum og mamm-
an kann verða meira burturi
heimanífrá – nei! Mamman
vil eisini mussa og klemma
barnið áðrenn tað fer til
songar! Tú kanst ikki bara
organisera teg burtur frá
sakni og kenslum. Øll ting
skulu passa saman. Tað er
ikki neyðugt at geva avkall
uppá familjuna, um tú skalt
hava eina arbeiðskarrieru
við ávirkan.
Og tað er hetta slagi av
broytingum ið skulu til – um
kvinnan veruliga ynskir at
vera við og hava ávirkan, tí
nú umboðar arbeiðslívið og
arbeiðstilboðið eisini kvinn-
una og kvinnuverðina, - fak-
ið, arbeiðsfjølbroytni, vís-
dóm, bleytu virðini v.m.
Vit fáa ikki broytt ar -
beiðs umstøðurnar
fyrr
enn vit eru fleiri kvinnur í
felag, sum arbeiða saman
við
monnunum,
soleiðis
at
arbeiðsumstøðurnar
verða fyri bæði kynini. Sum
minnilutar koma vit ‘bara til
kort og slíta okkum upp’.
So mítt ynski er, at ar-
beiðsfokus um javnstøðu
framyvir verður:
•
At læra kvinnur kapp
renningina
•
At fáa HR og bleyt virði
at hava hægri raðfesting
á arbeiðsplássum- ikki
bara sum eitt eiti- men
pro fessionelt.
•
At betra um arbeiðs um
hvørvi, so uppgávan talar
til kvinnuna
(her kundu fakfeløgini eisini
hjálpt til og flutt fokus – frá
samsýningum til -lívsdygd og
arbeiðsumhvørvi fyri bæði
kynini).
Haldi sjálv at javnstøðu-
arbeiðið og kjakið í almenna
rúminum skuldi verið minni
aggressivt frá kvinnunum –
mótvegis monnunum.
Haldi tað hevði verið betri
og meira konstruktivt við
sakligheit, grundgevingum
og góðum samstarvsanda.
Hvussu, og undir hvørjum umstøðum
ynskir kvinnan at hava ávirkan!
Hví so fáar kvinnur? – Kappingarinstinktið - maður sær mann – lønarskalar – og arbeiðsumstøður.
Fari her at hugleiða eitt sindur øðrvísi og vísa á nakrar dagligar myndir, sum vísa munir millum
mann og kvinnu sum heild, og sum kann vera munurin í kapprenningini um ábyrgdaruppgávur.
Bergun Kass
Bergun.kass@gmail.com
Javnstøðu arbeiðið og kjakið í almenna
rúminum skuldi verið minni aggressivt
frá kvinnunum – mótvegis monnunum