Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Týsdagur 6. apríl 2010 Sosialurin Nøvn Tíðindablaðið Sosialurin skrivar 2. apríl 1985 at Kazuo­ mi Enomoto á Mjólkarvirki Búnaðarmanna hevur gjørt ein uppfinning, sum helst er eindømi í øllum heiminum. Talan er mjólkarpakkar, sum eru gjørdir soleiðis at blind fólk við at nerta við pakkarnar beinanvegin vita um talan er um vanliga, hálvskúmaða, skúmaða ella súrgaða mjólk, sum er í pakkunum. Tað er Kazuomi Enomoto á Mjólkarvirkinum, ið hevur uppfunnið og gjørt maskinuna, sum ger at tey blindu kunnu merkja hvussu nógvar sonevndar holustrik­ ur pakkin hevur, og harvið vita tey, hvat slag mjólkin er. Mjólkarpakkarnir eru gjørdir í samráð við Blindafelagið. Ása í Dímun, formaður í Blindafelagnum, sigur, at tey eru sera væl nøgd við hetta tiltak. Blaðið skrivar m.a. eisini, at Vágoyggin er á gosi um valið av Ivan Johannesen í SEV­stýrið fyri Vágar, og at Petur Sigurd Rasmussen heldur fram sum skúlastjóri í Vági til summarfrítíðina. Kelda: Tíðindablaðið Sosialurin 2. apríl 1985 Mjólkarpakkarnir við sonevndu holustrikunum Kazuomi Enomoto á Mjólkarvirki Búnaðarmanna Andlát Dánjal Niclasen, bóndi á Velbastað, vanliga nevndur dánjal á Mýrini, andaðist í heiminum annan páskamorgun, 80 ára gamal. Jarðarferðin verður hósdagin 8. apríl kl. 14.00 úr Kirkjubøar kirkju. Andlát Kæra kona, mamma, vermóðir, omma og langomma okkara, Irena Johansen, Strendur, andaðist 2. páskadag 79 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Stranda kirkju hósdagin 8. apríl kl. 14.00 Martin, Súsan, Dánial og Jórun Andlát Kunngjørt verður at okkara elskaði maður, pápi og abbi, Mikkjal Joensen, Maskinmeistari í Klaksvík, andaðist á Ríkissjúkrahúsinum fyrsta páskadag 61 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni fríggjadagin 9. apríl kl. 13. tey, ið ynskja at lata blómur ella krans, kunnu í staðin lata eina peningagávu til Javna, konta í peningastovnunum. Lissan, Jóhanna og Ási við familjum Annan páskadag 5. apríl fylti Signhild Danielsen í Havn 95 ár. Signhild er ættað av Skála. Foreldrini vóru: Rakul, f. Joensen, ættað av Skælingi, og Palli Rasmussen, sum vanliga varð nevndur Skála­ Palli, eftir at tey vóru flutt til Havnar at búgva. Sum 16 ára gomul kom Signhild til Havnar, har hon hevði húspláss. Hon giftist við Petur Danielsen, ættaður av Hvítanesi. Petur og Signhild búðu á Abbatrøð tey fyrstu árini, til tey fluttu í nýggj hús úti í Grønlandi. Petur tók setiskiparaprógv sum ungur, og sigldi til hann varð 60 ára gamal, tá hann mátti gevast, tí eyguni vór farin at bila. Hann var eisini ein av eigarunum av trolarunum Hvítanes, sum vóru tríggir í tali. Signhild var ein góður stuðul hjá Peturi, bæði tá hann sigldi, og ikki minst tá hann bleiv blindur. Signhild og Petur fingu børnini: Dánjal Pauli, Regin, Jana og Petur. Dánjal Pauli andaðist í november 1994, 57 ára gamal, og Petur andaðist í mai 1995, 46 ár gamal. Í fleiri ár búðu Signhild og Petur á Eldrasambýlinum Oman Hoydalar í Hoyvík. Petur andaðist í 2006, 92 ára gamal. Signhild býr í dag á Lágargarði. -red Signhild Danielsen 95 ár Dagurin 6. apríl. Sixtus. Pávi. Hann hevði hetta starv í umleið 10 ár. Deyður ár 126. Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008 Fyri 25 árum síðan: Heimsins fyrstu mjólkarpakkar fyri blind Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo