Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Týsdagur 6. apríl 2010 16 Sosialurin Barbara Holm Størsta realitystjørnan í danska kongaríkinum, Sid­ ney Lee, verður leysur í havn ar gøtum 16. og 17. apríl, har hann verður gestur í Hvonn Live og í REX. Hann telist millum tey fáu fólkini í heiminum, sum eru vorðin landskend bara upp á sína persónligheit, og hann er typan, sum fólk elska at hata. Ósmæðin hevur hann ferð eftir ferð víst síni viku­ ligu skoriritualir í lands dekk­ andi sjónvarpi, og tað er ikki av ongum, at hann verð ur róptur »sjálvbrúni krígs­ maðurin«. Einamest er hann kendur frá realitysendirøðini »Single liv«, har hann viku aftan á viku hevur víst donskum monn um, hvussu teir skulu skora kvinnur. Danska útgávan av Paris Hilton Sidney Lee hevur sligið met í Danmark fyri at hava lut­ tikið í flestum sendirøðum í donskum sjónvarpi, allar so­ kall aðar reality­sendirøðir. Hann sigur seg verða eitt »miðlafenomen« og er púra avgjørdur um, at hann er danska útgávan av Paris Hilton. Hann er ógvuliga hugtikin av amerikanska málinum, og hansara danska mál er nógv merkt at amerikonskum »slang orðum«. Miseydnað roynd sum pornostjørna Fyri umleið einum ári síðani fekk danski slatur miðil­ in, Se og Hør, fatur á pornom yndum við reality stjørnuni. Hann hevði eftir øll um at døma eisini roynt seg í porno ídnaðinum, men vant a ndi góðska á filminum var or søk­ in til, at tað ikki eydn­ aðist honum at gerast tað stóra nýggja navnið inn an hendan heimin. Við Se og Hør segði danski pornoinstruktørurin, Allan Andersen, at Sid ney Lee dugdi ikki til porno­ heimin, og tí bleiv bara ein up ptøka gjørd við honum. Leysur í Føroyum Tey flestu mugu vita, hvat realitystjørnan tekst við um vikuskiftini í Keyp­ mannahavn, og spenn andi verður at síggja, hvat sjálv­ brúni krígsmaðurin finnur uppá, tá ið hann verður leys­ ur á havnargøtum 16. og 17. apríl. Við vissu kann so stað­ festast, at Sidney Lee verður gesta barrvørður í REX fríggja kvøldið 16. apríl, og leygar kvøldið 17. apríl verður hann gestur í sendingini hjá Rás2, Hvonn Live. barbara@sosialurin.fo Planet Sidney Lee leysur í Føroyum Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Reality Brúni krígsmaðurin Sidney Lee verður leysur í havnargøtum um 10 dagar