Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 4 - 8. januar 2002 Nr. 4 - 8. januar 2002 3 Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum gjørdu 70 ára føðingardagin so hugnaligan. Tøkk fyri vitjan og gávur, blómur og telegramm. Gott nýggjár øll somul. Thor Jacobsen Vestís Seafood arbeiðir í tøttum samstarvi við Norðís Seafood á Eiði og saltfiskavirkið, Sammut, í Klaksvík FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Sørvágur: Tey, sum ar- beiða á lítla saltfiskavirk- inum, Vestís Seafood í Sørvági, eru ikki arbeiðs- leys hesar fyrstu dagarnar í nýggja árinum. Poli Hansen, virkisleið- ari, sigur, at nógv var at gera uppundir høgtíðina, og tað er hesin fiskurin, sum nú verður pakkaður. Alt verður flakt Á Vestís arbeiða 11 fólk við virkisleiðaranum, 5 mann- fólk og 6 konufólk. Virkið hevur 3-4 mánaðir á baki, og nógv hevur verið at gjørt í hesum tíðarskeiði. – Vit hava eina fleki- maskinu og eina maskinu til flak, men alt, sum higar- til hevur verið virkað, verður flakt. Poli sigur, at høvuðsrá- vøran er toskur og upsi, men tey hava eisini flakt og saltað smáar nøgdir av brosmu. Meginparturin av fiskin- um, sum virkaður verður á Vestís Seafood, verður keyptur á uppboðssølu. Samstarv við Eiði og Klaksvík Tað eru Vesturvón og Maru við Jóhan Páll Joensen og Jóhan David Joensen, sum standa aftan fyri hetta virksemi í Sørvági. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við Norðís Seafood á Eiði og saltfiskavirkið, Sammut, í Klaksvík, sum somu menn eiga og reka. Skrivstovan hjá Vestís Seafood er á Eiði. Poli Hansen, sum hevur verið við í Sørvági síðan byrjanina fyrr í heyst, starvaðist í 5 ár hjá Vað- horn á Strondum. So, hann veit hvat tað er at fáast við saltfisk. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Mánadagin, áðrenn Sosial- urin fór til prentingar, bar tíverri ikki til at fáa ítøkiliga at vita, hvussu sølan hjá Polarhavi og Stjørnuni hevði verið í Hanstholm. Vit høvdu Tummas Justinussen í telefonini mánamorgunin, men tá hevði hann ikki fingið endaligu tølini. Tey skuldi hann ikki fáa fyrr enn eftir døgurða hendan dagin. – Men vit vita tó so mikið, at sølan hevur verið hampiliga góð, sigur hann. Polarhav og Stjørnan fóru nevniliga útaftur longu, 28. desember og gjørdu ein roktúr; teir fingu 340.000 pund av upsa í fýra dagar! Einsamallir á marknaðinum Tummas vísir á, at ein skotskur trolari og tveir norskir, sum skuldu landa í Noregi fríggjadagin, eisini høvdu boðað frá, at teir fóru at senda upsa á danska marknaðin, men sum skilst, var hesin fiskurin ikki frammi í morgun, tá ið veiðan hjá Polarhavi og Stjørnuni varð seld. – So vit vóru einsamallir við upsa í morgun, og tað var heppið fyri søluna hjá okkara trolarum, sigur Tummas Justinussen. Hon skal upplivast í Eydnuni á Oyrar- bakka og í Sjón- leikarhúsinum í Havn SJÓNLEIKUR Tíðindaskriv Komandi vikuskifti fáa onnur enn norðingar møguleikan at síggja vælumtókta skemtileik- in, Mostir Charley, tí tá fer Klaksvíkar Sjónleik- arafelag at ferðast við leikinum. Mostir Charley hevur verið sýndur í Klaksvík 19 ferðir og hevur leik- urin verið sera væl vitj- aður, umleið 1500 fólk hava verið í Atlantis og flent at mostrini. Um- mælini hava verið góð, og fólk hava verið væl nøgd. Nú vera tað fólk í Sundalagnum og í Eyst- uroynni, sum fáa møgu- leikan at síggja mostr- ina, tí fríggjadagin, leygardagin og sunnu- dagin verður Mostir Charley í Eydnuni á Oyrarbakka. Annað vikuskifti verða tað so fólk í høvuðsstaðnum og har um vegir, ið fáa møgu- leikan, tí tá verður leik- urin framførdur í Sjón- leikarhúsinum í Havn. Í stuttum snýr leikurin seg um korini hjá ungari ást í einum strongum moralskum umhvørvi. Hvørji eru ráðini til at taka, tá ið tað ikki sømir seg ungum studentum at fara á fund við ungar gentur, uttan at eitt vaksið konufólk er hjá. So nú eru góð ráð dýr, meiri skal ikki avdúkast her. Hetta er ikki fyrstu ferð, at klaksvíkingar framføra henda vælum- tókta leik, ið Brandon Thomas skrivaði í 1892 og verður mettur, sum ein hin besti skemtileik- ur í heiminum. Hinar framførslurnar vóru ávíkavist í 1913 og í 1957. Við í Mostrini eru 11 leikarar, leikstjórnað hevur Jákup Veyhe og Andrias Justesen hevur týtt leikin. Mostir Charley fer út at ferðast Pakka saltfisk í Sørvági Polarhav og Stjørnan: Hampiliga góð søla í Hanstholm Polarhav og Stjørnan vóru einsamallir á marknaðinum í Hanstholm við upsa mánamorgunin Høvuðsrávøran hjá Vestís Seafood er toskur og upsi, men tey hava eisini flakt og saltað smáar nøgdir av brosmu Arbeiðsbólkurin, sum arbeiðir við tilbúgv- ingarætlanini fyri trygdini í undir- sjóvartunnlinum, hevur orðað seg soleiðis: "Trygdin móti persónsskaða skal ikki vera verri pr. km. tunnil enn pr. km. veg" TRYGD OG TUNNLAR Ingrid Bjarnastein Trygdarviðurskiftini í und- irsjóvartunnlinum byggja á tvey stig. Tað fyrra er útgerð og tað seinna er ein tilbúgvingarætlan, sum er ein avtala millum avvarð- andi partar av tunnlinum. Útgerðin, sum verður í tunnlinum, er í samsvari við norskt tunnilstrygd- arstøði. Í mótsetning til teir vanligu tunnlarnar, kemur undirsjóvartunnilin at hava eldsløkkjarar. Fyri hvørjar 250 metrar verður ein eld- sløkkjari, sum eisini hevur beinleiðis samband við alarmsentralin. Hetta vil siga, at um eldsløkkjarin verður tikin av, er ein kontakt, sum sigur alarmsentralinum frá, hvar í tunnlinum eldsløkkjarin varð tikin burtur. Fyri hvørjar 500 metrar verður ein neyðtelefon, sum eisini hevur beinleiðis samband við alarmsentralin. Tá ringt verður frá eini neyðtelefon, sær alarmsentralurin bein- anvegin, hvar í tunnlinum tú ert staddur. Afturat hesum, so eru vifturnar í dimensioneraðar á tann hátt, at tær kunnu blása roykin burtur, um til dømis eldur skuldi komið í. Hetta ger tað so møguligt hjá sløkkiliðsmonnum og øðrum at koma til hjálpar. Í neyðstøðum kann alarm- sentralurin, við sjálvvirk- andi bummum, steingja tunnilin soleiðis, at fleiri akfør ikki koma upp í óhappið. Tilbúgvingarætlan Vágatunnlin hevur saman við Føroya Landsfúta, Landsverkfrøðinginum, Kvívíkar kommunu og Sandavágskommunu skip- að fyri, at ein tilbúgving- arætlan verður gjørd fyri vágatunnilin; hetta fyri at royna at fyribyrgja og avmarka skaða á fólk, ognir og umhvørvi, skuldi eitt óhapp komið fyri í tunnl- inum. – Í sambandi við til- búgvingarætlanina er settur ein stýrisbólkur, sum so hevur sett ein arbeiðsbólk, greiðir Dávid Reinert Han- sen, stjóri í Vágatunnlinum p/f frá. – Arbeiðsbólkurin skal fyriskipa skal millum ann- að kanna, hvørji óhapp kunnu koma fyri, og hvussu ofta tey kunnu væntast, til dømis, eldur, vanlukkur og uppsteðgaði akfør. Fyriskipast skal, hvussu ein bjarging skal fara fram, og hvat løgregla, sløkkilið, sjúkraflutningstænasta, vegamyndugleiki og tunn- ilseigari skulu gera, tá ið óhapp eru. Við í tilbúgv- ingarætlanini eru eisini brunaumsjónarmenninir frá kommununum báðu megin við, og eisini sýslumenn- inir. Landstýrismaðurin í vinnu- málum, Bjarni Djurholm og danski ministarin innan vísund, tøkni og menning, Helge Sander, undirskriva týsdagin 8. januar 2002 avtalu um yvirtøku av radiogrundaðu neyð- og trygdartænastuni á havin- um (Tórshavn Radio). Føroya Tele røkir upp- gávuna vegna Tele Dan- mark, og fær endurrindað útreiðslurnar fyri tænast- una frá Tele Danmark, sum eru góðar seks milliónir krónur árliga. Tænastan húasast á Telegrafstøðini undir heitinum Thorshavn Radio, og er hon – eins og í Danmark – ein samansjóð- aður partur av stranda- radiotænastuni. Á telegraf- støðini starvast fólk, sum hava neyðugan førleika, sum tænastan krevur sam- bært altjóða ásetingum til at røkja uppgávurnar. Tænastan er av stórum týdningi fyri trygdina hjá manningini á bátum og skipum í føroyskum hav- øki. Føroya Tele fer fram- haldandi, eftir yvirtøkuna, at útynna tænastuna, tó við tí grundleggjandi broyting, at Føroya Tele verður álagt rakstrarábyrgdina av tæn- astuni yvirfyri landsstýr- inum, og at føroyskir myndugleikar hava lóg- gávu- og myndugleika- heimildina og ábyrgdina av tænastuni. Føroya Tele fær endurgoldið útreiðslurnar í sambandi við tænastuni og er á fíggjarlógini 2002 lagt upp fyri hesum. 1. januar 2002 fekk und- irskrivaða yvirtøkuavtalan millum danska KT- og granskingarmálaráðharran Birthe Weiss og landstýris- mannin Bjarna Djurholm um radiofjarskifti gildi. Við einari yvirtøku av radio- grundaðu neyð- og trygdar- tænastuni á havinum eru øll øki innan fjarskifti yvir- tikin. Avtalan fær gildið 1. februar 2002. Vágatunnilin: Eins trygt og á vegnum Dávid Reinert Hansen, stjóri í Vágatunnilin p/f Radiogrundaða neyð- og trygdartænastan á havinum C M Y K 3 2