týsdagur 8. januar 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 4 - 8. januar 2002
Nr. 4 - 8. januar 2002
5
INNBROT
Stefan í Skorini
Náttina til leygardagin var
innbrot umborð á tveimum
partrolarum, ið lógu við
vestari bryggju í Havn.
Tað eydnaðist tó ikki
gerningsmonnunum at fáa
nakað við sær av skipunum,
tí skipararnir hava ikki boð-
að frá, at nakað er horvið.
Fyrst vóru menninir um-
borð á Skansatanga, ið er
ein lítil trolari. Har hava
teir brotið inn á brúnna, har
leitað hevur verið í heili-
vágsskápinum, men einki
var at finna. Síðani eru teir
farnir inn í kamarið hjá
skiparanum, har teir hava
leitað væl og virðiliga í
skuffum og skápum, men
einki hava teir funnið.
Síðani fóru menninir um-
borð á trolaran Research, ið
lá uttanfyri Skansatanga.
Her leitaðu menninir eisini
eftir sterkum heilivági, men
úrtøkan var soltin.
Her hava teir leitað á
brúnni og hava eisini roynt
at sleppa inn í kamarið hjá
skiparanum, men tað eydn-
aðist ikki at fáa hurðina
upp.
Løgreglan sigur, at skip-
arar vanliga taka heilivágin
við sær av skipinum, með-
an tað liggur við bryggju.
Hetta verður gjørt, tí nógv
innbrot eru umborð á bát-
um og skipum. Serliga eru
tað rúsevnismisnýtarar, ið
fremja hesi innbrotini, tí
teir vænta at finna sterkan
heilivág umborð. Fyrr var
eisini vanliga at goyma
heilivág umborð á bjarg-
ingarbátum,
men
hetta
verður heldur ikki gjørt
longur.
SVANAR
Stefan í Skorini
Fríggjadagin seinnapartin
fekk løgreglan í Havn frá-
boðan um ein deyðan svan
í viðarlundini í Havn.
Tað var ein maður, ið
starvast
hjá
Skógrøkt
Landsins, sum rakti við
tann deyða svanin. Hesin lá
fjaldur undir nøkrum trøum
við ovaru tjørnina. Tað
tyktist, sum onkur hevði
roynt at fjala tann stóra
fuglin, ið búleikast í viðar-
lundini.
Løgreglan var á staðnum
og hevur skrivað eina frá-
greiðing
um
málið.
Djóralæknin hevur kannað
fuglin, og hann metir, at
svanurin er deyður av biti
av hundi.
Løgreglan heldur tí, at
eigarin kanska hevur roynt
at goyma svanin.
Fyri nøkrum árum síðani
varð ein svanur skotin til
deyðis við høglbyrsu av
ótangum. Hetta er so aðru
ferð innan stutta tíð, at
svanarnir eru fyri ágangi.
Leitaðu eftir heilivági á trolarum
Fríggjanáttina var innbrot
umborð á partrolarunum
Skansatanga og Research.
Gerningsmenninir hava
leitað eftir heilivági, men
hava einki fingið við sær
Svanur dripin av hundi
– Eg ivist í um eg
hevði gjørt hetta
einaferð afturat, segði
Ingun Gaardbo, álitis-
fólk hjá sjúkrasystr-
unum á B 6 á Lands-
sjúkrahúsinum, tá ið
tær møttu aftur til
arbeiðis í gjár
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Áki Bertholdsen
Eg sigi fyri meg: Eg skuldi
havt gjørt hetta fyri einum
ári síðani.
Tað var ongin angur at
hóma hjá Ingun Gaardbo,
sjukrasystir á B 6 á Lands-
sjúkrahúsinum, tá ið hon
kom aftur til arbeiðis í
gjáramorgunin.
Tá ið hon fór í jólafrí var
annars onki sum bendi á, at
hon fór aftur til arbeiðis á
Landssjúkrahúsinum. Sam-
an við 17 øðrum sjúkra-
systrum á B 6, hevði hon
sagt upp fyri at mótmæla tí
harða
arbeiðstrýstinum.
Men í evstu løtu boygdi
leiðslan á Landssjúkrahús-
inum seg og játtaði at seta
1,8 sjúkrasystir aftur í eina
tíð, ímeðan virksemið á
medisinska deplinum verð-
ur endurskoðað.
Tískil møttu allar aftur til
arbeiðis í gjáramorgunin og
B 6 læt sostatt upp aftur
sum ætlað.
Umframt at vera sjúkra-
systir, er Ingun Gaardbo er
eisini álitisfólk og tals-
kvinna hjá sjúkrasystrunum
á B 6, sum rættiliga hava
sett viðurskiftini á Lands-
sjúkrahúsinum í brenni-
depilin seinastu vikurnar.
– Tá ið vit søgdu upp, var
tað í maktaloysi, tí arbeiðs-
trýstið er alt og hart, sigur
Ingun Gaardbo.
Hon leggur samstundis
dent á, at sjúkrasystrarnar
høvdu ikki avtalað at sagt
upp.
– Hetta var ein avgerð,
sum vit 18 sjúkrasystrar
tóku hvør sær, sigur hon.
Tað er ógvuliga ymiskt,
hvat fólk hava hildið um
støðuna, sum sjúkrasystr-
arnar á B 6 tóku.
Nógv hava stuðlað teim-
um. Prógv um tað fekst tá
ið teir høvdu seinasta ar-
beiðsdagin fyri jól, tí tá
fingu tær bæði blomstur og
annað gott.
Hinvegin
hava
ávísir
læknar verið í øðini. Jákup
Petersen yvirlækni hevur
alment skuldsett sjúkra-
systrarnar fyri at neyðtaka
Landssjúkrahúsið og ein
annar yvirlækni hevur skírt
hetta »talibanmetodur«.
Men hetta rørir ikki
Ingun Gaardbo.
– Eg haldi at hesar skuld-
setingarnar eru ikki annað
enn
ein
avleiðing
av,
hvussu sperd starvsfólkini
á Landssjúkrahúsinum eru,
og so skal tað ganga útyvir
onkran, sigur hon.
Hon sigur, at sjúkrasystr-
arnar á B 6 taka ikki skuld-
setingarnar so tungt.
– Tað, sum hevur nógv
størri týdning fyri okkum,
er, at okkara egni leiðandi
yvirlækni á medisinska
deplinum, Jón á Steig, bað
okkum góðan morgun og
ynskti okkum vælkomnum
aftur og segði, at hann var
glaður fyri at síggja okkum
aftur. Hvat onnur siga,
nervar okkum ikki so nógv.
Tí heldur hon avgjørt ikki,
at hetta fer at birta upp-
undir aftur tær ósemjur,
sum hava verið ímillum
læknar og sjúkrasystrar.
Gjørdu tað rætta
Hon sigur, at sjúkrasystr-
arnar á B 6 halda framveg-
is, at tær gjørdu tað rætta.
– Skal eg siga fyri meg
sjálva, so angri eg, at eg
ikki gjørdi hetta fyri einum
ári síðani, leggur hon aftur-
at.
Hon sigur, at tað var av-
gjørt ikki til stuttleika, at
tær søgdu upp, ein fyri og
onnur eftir.
– Tað er ræðuligt, at tað
skal vera neyðugt at fara so
ógvusliga til verka, áðrenn
nakað hendir, sigur hon.
Men hóast tað eydnaðist
at finna semju, ivast hon í,
um hon hevði gjørt hetta
einaferð afturat – at sagt
upp fyri at leggja trýst á
leiðsluna á Landssjúkra-
húsinum.
– Tað hevur staðið nógv á
til tíðir og í hesi vikuni
høvdu fleiri av okkum
fingið tíð til fund hjá ALS
Semjan ímillum leiðsluna á
Landssjúkrahúsinum ber í
sær, at 1,8 sjúkrasystir
verður sett á B 6 afturat, til
1. juni.
Hetta hálva árið skulu
skal virksemið á medis-
inska deplinum endurskoð-
ast.
Ingun Gaardbo væntar
avgjørt, at hetta verður eitt
arbeiði, sum sjúkrasystr-
arnar fara at taka lut í.
Tó kann hon onki siga,
fyrrenn tær eru kunnaðar
um ætlanirnar hjá leiðsluni.
– Spurningurin er kanska
meiri, hvat sjúkrasystrarnar
á B 7 og á onkologiska
ambulantorii siga, tí eftir,
hvat skilst, skulu bygnað-
arbroytingarnar á B 6 eisini
umfata tær og tað verður
kanska størri broytingar hjá
teimum, enn hjá okkum á B
6.
Sjúkrasystrar á B 6 angra einki
Nú Sjúkrasystrarnar á B 6 á Landssjúkrahúsinum fóru aftur til arbeiðis í gjáramorgunin, gera tær greitt, at tær angra ikki tað, sum
er farið fram seinastu vikurnar. Men álitisfólkið, Ingun Gaardbo, ivast í, um hon hevði gjørt hetta einaferð afturat
– Tá ið skipini fara
aftur á lodnu- og
svartkjaftaveiði um
einar tvær vikur,
vænta vit, at gongd
kemur á aftur í
Fuglafirði, siga tey á
Havsbrún
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Enn gongur helst ein tíð,
áðrenn fyrstu lastirnar av
ídnaðarfiski verða landaðar
til Havsbrún í Fuglafirði.
Øll
nótaskipini
eru
á
makrelveiði, og hesin fisk-
urin verður landaður til
matna í Noregi. Á Havs-
brún rokna tey tó ikki við,
at skipini verða so leingi á
makrelveiði, kanska einar
14 dagar ella so. Tað veldst
tó um, hvussu fiskiskapurin
verður. Síðan fara nøkur
skip at fiska lodnu, onnur
svartkjaft, og tá væntar
Havsbrún, at gongd fer at
koma á aftur í Fuglafirði.
Neyðugur steðgur
Tað kemur tó ikki illa við
hjá ídnaðar-og fóðurvirkin-
um, at skipini eru á makrel-
veiði hesar fyrstu dagarnar
í nýggja árinum, tí virkið
tekur ikki móti ídnaðarfiski
kortini.
– Hetta er einasta tíðin av
árinum, har øll framleiðsl-
an liggur still. Vanliga
verður virkið latið uppaftur
fyri móttøku umleið 10.
januar. Vit hava brúk fyri
hesi tíðini, tí neyðugar
ábøtur og ymisk eftirlit
skulu fremjast.
Í hesum døgum arbeiða
maskinmenn og reperatørar
við at gera virkið klárt aft-
ur, og onkur eftirlitsmaður
hevur eisini verið fram við.
Sýn av dampketlum
Á Havsbrún hevur t.d. verið
ketlasýn. Teir tríggir damp-
ketlarnir, vit brúka í fram-
leiðsluni, eru sýnaðir. Hesir
skulu nevniliga sýnast eina-
ferð um árið, og tað eru
útlendingar, sum taka sær
av hesum.
– Arbeiðseftirlitið hevur
ikki fyritreytir at gera hetta
eftirlitsarbeiði, og tí verður
hetta gjørt at alment góð-
kendum útlendingum, siga
tey á Havsbrún.
Um einar 14 dagar ella
so, vænta tey, at gongd er
komin á aftur framleiðsluna
á virkinum.
Øll nótaskipini á makrelveiði
C
M
Y
K
5
4
SMYRIL LINE
2
fyri1
www.smyril-line.fo
Tel 34 59 00
ferðist tvey - gjaldið fyri ein!
Ferð fyri tvey vaksin við bili
Tórshavn - Hanstholm og aftur
í 2 koyggjukamari við WC/bað
2.990,-
2.990,-
3.350,-
3.350,-
Pakkaferð
við gisting
á hotelli í
1 viku.
Fyri hvønn
við tveimum
ferðandi
í bilinum
4.995,-
4.995,-
Ferð fyri
tvey vaksin
og tvey børn
við bili
Tórshavn -
Hanstholm
og aftur
við uppihaldi
í 1 viku
í DanCenter
summarhúsi
4.995,-
4.995,-
Ferð fyri
tvey vaksin
og tvey børn
við bili
Tórshavn -
Hanstholm
og aftur
við uppihaldi
í 1 viku
á Danland
frítíðardepli
galdandi frá 8. sept. 2001 - 3. mai 2002
team85