Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 4 - 8. januar 2002 Nr. 4 - 8. januar 2002 7 Árliga nýggjárs- konsertin var konsert nummar fimmti hjá Føroya Symfoni- orkestri TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Sunnukvøldið var árliga nýggjárskonsertin hildin í Norðurlandahúsinum. Konsertin við Føroya Symfoniorkestri, kóri og solistum varð varpað bein- leiðis til allar føroyingar bæði í sjónvarpi og útvarpi. Hetta var jubileumskon- sert hjá Føroya Symfoni- orkestri, tí tað tað 50. ferð, teir spældu til konsert. Hes- ar 50 framførslurnar hava verið gjøgnum seinastu sløku 20 árini. Lættur tónleikur Føroya Symfoniorkestur spældi kendan og minni kendan klassiskan tónleik, og endamálið er at bjóða so nógvum fólkum sum gjør- ligt lættan tónleik. Tveir solistar vóru við á konsertini. Annar var før- oyski trombone-spælarin Andrass Olsen, sum gongur á skúla í Onglandi. Hin var songkvinnan Nina Pal- ovski, sum hugtók við síni sterku og góðu rødd. Konsertin var sum van- ligt stórsligin. Nógvir góðir tónleikarar og sangarar góvu føroyingum eitt gott tónlistarligt upplivilsi. Í mikudagsblaðnum hava vit ummæli av nýggjárs- konsertini. Fíggjarmálastýrið ætlar sær ikki at uttan víðari at taka til eftir- tektar eina niður- støðu hjá Løgtingsins Umboðsmanni. Løg- maður heldur, at argumentini skulu vera óvanliga góð, um niðurstøða hjá Um- boðsmanninum ikki skal fylgjast UMBOÐSMAÐUR Eyðun Klakstein Fíggjarmálastýrið ætlar sær ikki uttan víðari at góðtaka eitt álit frá Løgtingsins Umboðsmanni. Fyrst skal álitið viðgerast, og síðani verður støða tikin til, um stýrið skal taka niðurstøð- una hjá Umboðsmanninum fyri fult. Málið snýr seg um ein tænastumann, har Lønar- deildin hjá Fíggjarmála- stýrinum vildi mótrokna pensjónina hjá honum í vanligu lønini, so hann samanlagt skuldi fáa tað, sum svaraði til sáttmálaløn- ina. Hetta kærdi tænastumað- urin, tí hann helt ikki, at Lønardeildin kundi gera hetta. Greið niðurstøða Løgtingsins Umboðsmaður kemur til ta niðurstøðu, at Fíggjarmálastýrið hevur ikki heimild fyri tí, sum tað hevur gjørt mótvegis tæn- astumanninum, og Um- boðsmaðurin heldur, at tað er ein óheppin skipan, sum Fíggjarmálastýrið brúkar í hesum føri. Tí heitir Umboðsmaðurin í sínum áliti frá 6. novem- ber í fjør á Fíggjarmálastýr- ið, um at umhugsa hesa mannagongd. Men hóast niðurstøðan hjá Umboðsmanninum er greið, so ætlar Fíggjar- málastýrið ikki uttan víðari at fylgja áltinum. Tummas Magnussen, leiðari fyri Lønardeildina hjá Fíggjarmálastýrinum, segði fríggjadagin við Dag og Viku, at fyrst skuldi álitið viðgerast, og tað var ikki vist, at tað fór at vera fylgt. Vit royndu í gjár at fáa viðmerking frá Tummas Magnussen, men tað eydn- aðist okkum ikki. Tað bar heldur ikki til at fáa fatur á landsstýrismanninum við fíggjarmálum. Einki formligt vald Skipanin við Løgtingsins Umboðsmannni fór at virka í fjør. Umboðsmaðurin hevur viðgjørt ymsar kær- ur, men hetta er fyrstu ferð, at hann skrivar eitt álit. Summi mál verða av- greidd við einum skrivi, meðan Umboðsmaðurin ætlar sær at gera álit, tá tal- an er um serlig mál. Løgtingsins Umboðs- maður hevur einki formligt vald. Hann kann ikki áleggja nøkrum nakað, og tað stendur einum og hvørj- um frítt at velja, um álitini hjá honum verða tikin í álv- ara. Tað er tó siðvenja í lond- unum uttan um okkum, at niðurstøðurnar hjá Um- boðsmanninum viga tungt og í allarflestu førum verða fylgdar. Skal skipanin virka, er tað eisini umráðandi at um- sitingin er til reiðar at fylgja áltium frá Umboðs- manninum. Væntar at frætta um álitið Jógvan Andreasen, sum er fyrsti umboðsmaður hjá løgtinginum, vil ikki nakra viðmerking til støðuna hjá Fíggjarmálastýrinum. – Tey hava havt úr at gera við lønarsamráðingum, síð- ani eg lat teimum mítt álit, og jólaferia hevur eisini verið. Tí havi eg einki at siga til, at eg einki havi frætt frá teimum enn. Men eg rokni við at fáa at vita, hvat tey gera við mítt álit, sigur Jógvan Andreasen. – Hetta er einki aktuelt mál. Tann, sum kærdi Fíggjarmálastýrið, tók ikki av starvinum, sum hann fekk í boði, tí hann góðtók ikki treytirnar. Løgtingsins Umboðs- maður vil einki siga um, at leiðarin á Lønardeildini fríggjadagin segði við Sjónvarpið, at tey fóru at viðgera álitið hjá honum, áðrenn nøkur støða varð tikin til tað. – Generelt kann eg siga, at um mínar niðurstøður ikki verða fylgdar, so er eingin meining í at hava Løgtingsins Umboðsmann, sigur Jógvan Andreasen. Løgmaður fylgir gongdini Anfinn Kallsberg, løgmað- ur, heldur, at tað er óhepp- ið, um ivi verður sáddur um avgerðir hjá Løgtingsins Umboðsmanni. – Løgtingsins Umboðs- maður skal vera partur av umsitingarligari praksis. Hann tekur støðu í ivamál- um, og hóast hann ikki kann áleggja nakað, skulu tað óvanliga góð argument til fyri at ganga ímóti hon- um, heldur løgmaður. – Eg kenni bara støðuna hjá Fíggjarmálastýrinum frá innslagnum í Degi og Viku, men eg havi sæð álitið hjá Umboðsmannin- um í hesum máli, og tað er sera væl grundað og undir- bygt. Løgmaður ætlar sær ikki at lata sum einki í hesum máli, tí hann heldur, at tað er sera umráðandi, at Um- boðsmaðurin fær eina góða byrjan, so skipanin fær ta virðing og tann týdning, sum ætlanin er. – Eg ælti mær at seta meg inn í hetta málið, og eg ætli mær at spyrja um tað í Fíggjarmálastýrinum. Tað er av týdningi, at niðurstøð- ur hjá Umboðsmanninum verða tiknar í størsta álvara, sigur Anfinn Kallsberg. Umboðsmaðurin skal vigast í Fíggjarmálastýrinum – Um mínar niðurstøður ikki verða fylgdar, so er eingin mein- ing í at hava Løgtingsins Umboðsmann, sigur Jógvan Andreasen Stórsligin nýggjárskonsert Nýggjárskonsertin var jubilemuskonsert hjá Føroya Symfoniorkestri Runavíkar Kommuna fekk einki boð upp á timburarbeiðið, tá tilboðini upp á nýggja barnagarðin við Toftavatn vórðu latin upp BYGGIVINNA Edvard Joensen Einki boð kom upp á timburarbeiðið, tá tilboðini upp á nýggja barnagarðin í Runavík vórðu latin upp. Boðið verður nú út av nýggjum, sigur borgarstjór- in. Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavík, sigur, at hann var rættiliga ovfarin, tá greitt var, at eingin vildi átaka sær at gera timburarbeiðið. – Tað sigur bara, hvussu høg ferðin aftur er í samfelagnum, sigur hann. Samfelagið er farið umkoll. Rodmundur Nielsen sig- ur, at tilboð komu upp á øll hini arbeiðini, boðin vórðu út. Tað, sum hann var mest spentur upp á, var at vita, hvørjum støði tey vóru á, sigur borgarstjórin. Hann sigur, at tilboðini vóru rættiliga væl á leið við tað, hildið var rímiligt. Tá greitt var, at eingin vildi fara undir timbur- arbeiðið, varð gjørt av at bjóða út aftur í innbodnari lisitatión. Fyrru ferðina var tað í almennari lisitatión, sigur Rodmundur Nielsen. Hann sigur, at nakrir timb- urmeistarar hava játtað at vera við í nýggju lisitita- tiónini. Tað er heilt neyðugt at fáa nýggja barnagarðin í Runavík, sigur borgarstjór- in. Tað var Kongshavnar Kvinnufelag, sum í síni tíð tók stig til gamla barna- garðin, sum nú er vorðin so ótíðarhóskandi, at neyðugt er at flyta. Barnagarðurin er sjálvsognarstovnur. Nýggi barnagarðurin verður bygdur við Toftavatn - tá fólk er fingið at gera alt arbeiðið. Eisini er Runavíkar Kommuna í ferð við at gera útibarnagarð í gamla skúla í Lamba. Hann verður klárur til várs. Meðan bíðað verður eftir honum, ganga børnini, sum har skulu, í útibarnagaði í Æðuvík. Tað er alneyðugt at minka veiðuna eftir svartkjafti, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, nú fiskivinnusamráðinga r verða við íslend- ingar í dag SAMRÁÐINGAR Edvard Joensen Tað er alneyðugt, at vit av- marka veiðuna eftir svart- kjafti í Norðuratlantshavi, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiski- vinnumálum. Men hann er ikki samdur við útrokn- ingum, sum fiskifrøðingar hava gjørt. Teirra niður- skurður er ov stórur, heldur landsstýrismaðurin. Tá fiskiveiðusamráðing- arnar við íslendska fiski- málaráðharran verða í dag, verður eitt av høvuðsmál- unum veiðan eftir svart- kjafti, sigur Jørgen Nicla- sen. Eitt annað stórmál er sjálvandi botnfiskakvota føroyinga undir Íslandi. Svartkjafturin Svartkjafturin er sera týdningarmikkil í øllum samráðingum okkara, sigur landsstýrismaðurin. Hann ásannar, at veiðan í fjør var í meira lagi. Tí er alneyðugt at minka hana, metir hann. Svartkjafturin er ikki kvoteraður, og føroyingar og íslendingar hava higartil eisini fiskað frítt inni hjá hvørjum øðrum. Í fjør fisk- aðu vit umleið 50.000 tons í íslendskum sjógvi, meðan íslendingar fiskaðu 145.000 tons hjá okkum sigur Jørgen Niclasen. Fiskifrøðingarnir mæla til at linka hetta trýstið, og tí eru politikararnir eisini samdir við. Men ikki heilt samdir um tølini kortini, sigur Jørgen Niclasen, sum heldur, at frøðingarnir vilja skerja í meira lagi. Samlaða veiðan av svart- kjafti í fjør lá um góða hálvaaðru millión tons. Fiskifrøðingarnir mæla til at hon fer niður um 400.000 tons tilsamans í Norðuratlantshavi. Tað heldur Jørgen Nicla- sen verða í so nógv skorið. Veiðan í føroyskum sjógvi var 430.000 tons í fjør. Men hann sigur kortini, at tað skal ein munandi skerjing gerast. At undirstrika álvaran í hesum vísir hann á, at bæði Noreg og ES hava sett sær sjálvum kvotu av svart- kjafti. Og teir hava skorið hana við 30 prosentum í ár. Uttan at hann vil siga tað nágreiniliga, letur Jørgen Niclasen tí skilja, at hans- ara ynski, nú samráðingar fara at verða, man liggja har á leið. Svartkjafturin er fiskur, sum hevur alstóran týdning fyri samlaðu fiskiveiðina hjá føroyingum. Ikki bara tað vit fiska av sjálvum stovninum. Men so sanni- liga alt tað, vit fáa í býti fyri hann aðrastaðni. Eitt nú flakatrolararnir eystan fyri liva at kalla av hesum býtinum, eins og hann hevur sera stóran týdning fyri bæði nóta- skipini og ídnaðarskipini. Eisini upp til tækjuskipini undir Eysturgrønlandi røkkur svartkjafturi í og við at vit fáa rækjukvotuna frá ES í býti við svartkjaft. Íslandskvotan Botnfiskakvotan undri Ís- landi verður sum vera man eisini eitt stórmál í sam- ráðingunum i dag. Føroyingar fingu í fjør 5.600 tons av rundum frá íslendingum. Umframt 80 tons av kalva. Fyri einki. Vit fiskaðu bara 3.800 tons av hesum. Mest or- sakað av friðingum, íslend- ingar settu í verk á teimum leiðum, har serliga før- oysku línuskipini plagdu at royna á her yviri á Suður- eysturlandinum. Jørgen Niclasen sigur, at hann fer at royna at fáa linkað nakað í hesum frið- ingunum, so føroyingar sleppa at fiska tað, vit fáa frá íslendingum. Hvussu tað verður, fara samráð- ingarnar so at vísa. Men Jørgen Niclasen vísir tó á, at íslendingar hava skorið í egna toskakvotu. Íslendingar hava boðað frá, at teir hugsa um at skerja føroysku kalvakvot- una. Tí fara føroyingar sum frægast at royna at tosa teir frá, sigur landstýrissmað- urin. Annars fáa føroyingar 30.000 tons av lodnu frá íslendingum aftur fyri 1.300 tons av makreli, sum teir fáa frá okkum. Sildaavtalan landanna millum er, at vit kunnu fiska alla kvotuna inni hjá hvørjum øðrum, alt eftir, hvar sildin svimur. Í fjør var hon tó hvørki í ís- lendskum ella føroyskum sjógvi. Eingin vil smíða barnagarðin Svartkjaftaveiðan má minka Grivið er út fyri nýggja barnagarðinum við Toftavatn Mynd: Jens Kristian Vang ...at samráðast við Jørgen Niclasen, landstýrismann við fiskivinnumálum, um millum annað svartkjaft og brosmu Íslendski fiskimálaráðharrin, Árni M. Matthiesen, kom til føroya í gjár.... C M Y K 7 6