týsdagur 8. januar 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 4 - 8. januar 2002
Nr. 4 - 8. januar 2002
9
10,4% fleiri ferðafólk
ferðaðust um
flogvøllin í Vágum í
2001 í mun til 2000.
Serliga eru tað rut-
irnar til Bretlands,
sum hava givið vøkst-
urin. Atlantic Airways
ætlar at halda áfram
við at flúgva til
Aberdeen í vetur
FLOGFERÐSLA/-
HAGTØL
Heri á Rógvi
11. september. Dýrari prís-
ir. Tað tykist ikki sum um,
at tað er nakað, ið kann
halda føroyingum frá at
flúgva. Stjórnirnar bæði í
Sambandsríkinum
og
í
fleiri evropeiskum londum
hava verið noyddar til at
seta umfatandi búskaparlig
átøk í verk fyri at bjarga
teimum afturútsigldu flog-
feløgunum, orsakað av 11.
september. Men soleiðis er
ikki í Føroyum. 10,4%
fleiri ferðafólk ferðaðust
um flogvøllin í Vágum í
2001 í mun til 2000.
Bretland
Samlaða
ferðafólkatalið
fyri 2001 gjørdist 158.056.
Tað er einki yvir at dylja, at
best umtókta flogleiðin er
tann til og úr Kastrup.
128.055 fólk hava hetta
seinasta árið ferðast til og
úr Danmark. Tað er uppgiv-
ið, hvussu stórur partur av
hesum hevur ferðast til
Kastrup, men tað er givið,
at hetta er ein rættiliga
stórur partur.
Vanliga er tað Ísland, ið
er næst mest vitjaðu ferða-
málið hjá føroyingum, men
í 2001 var tað Stóra Bret-
land, sum fekk hetta pláss-
ið, og Ísland mátti taka til
takkar við einum triðja
plássi.
– Ikki bert ferðafólkatal-
ið hevur sett dám á virk-
semi í floghavnini. Fráferð-
irnar og komurnar eru
somuleiðis øktar munandi.
Í fjør vóru 5.869 fráferðir
og komur við flogførum og
tyrlum. Hetta er 21,7%
meiri enn árið fyri, tá til-
samans 4.821 fráferðir og
komur vóru. Størsta øking-
in stavar her frá tyrluflutn-
ingi bæði innanlanda og í
frálandavinnuni.
Innan-
oyggja gjørdu tyrlurnar
1.721 ferðir til og úr Vága
Floghavn, meðan 511 túrar
vóru gjørdir til og frá bori-
pallum í føroyskum sjóøki,
skrivar Vága lufthavn í tíð-
indaskrivi.
Viðvíkjandi
post
og
farmi er tað at siga, at hetta
er um tað sama sum í ár
2000. Posturin er farin at
lítið vet upp, men farmurin
er farin niður.
– Hetta er ikki nøktandi,
men stendst av, at rúm ikki
hevur verið í flogførunum
fyri meira posti og farmi,
skrivar Vága lufthavn.
Til Aberdeen
Tey nógvu ferðandi hevur
sjálvandi eisini merkt støð-
una hjá Atlantic Airways.
Felagið hevur nú í eina tíð
flogið til og úr Aberdeen í
Skotlandi, og hesum ætla
teir eisini at halda áfram.
Ætlanin er at flúgva tvær
ferðir um vikuna til Aber-
deen. Túrarnir verða eftir
ætlan mánadag og hósdag.
Samstarv við oljufeløgini
Agip, Amerada Hess og BP
Amoco hevur ment grund-
arlagið fyri hesi flúgving-
ini, og tí gjørdu vit av at
leingja flúgvingina, so nú
verður flogið alt árið til
Aberdeen.
Annars
var
ætlanin at steðga flúgving-
ini í vetur og taka hana upp
í summar, sigur Magni
Arge, stjóri fyri Atlantic
Airways.
Hóast oljuleitingin við
Føroyar verður minni kom-
andi ár, so vónar og væntar
Atlantic Airways, at tað
framvegis fer at loysa seg
hjá teimum at flúgva til
Aberdeen.
Fyri kortum hendi eitt
óhapp umborð á skipinum
Clare, sum Smyril Line
leigar. Ein maður kom illa
fyri umborð á skipinum.
Maðurin, sum eftir hvat
skilst er úr Litava. Hann er,
sambært fjølmiðlum í Het-
landi, komin so fyri, at
hann er vorðin kleimdur
millum tveir trailarar, og
hann hevur brotið beinið.
Maðurin var fluttur á
sjúkrahús í Hetlandi av
tyrlu. Eftir hvat skilst, so er
hann lagdur undir skurð.
Sambært fjølmiðlum í
Hetlandi, so hendi óheppið
hósmorgunin um níggju
tíðina.
Av Smyril-Line verður
upplýst, at teir í løtuni leiga
skipið frá einum donsku
reiðaríið við manning. Tað
ber ikki til hjá teimum at
siga tað nógva, uttan tað, at
eitt óhapp varð komið fyri.
Tað eydnaðist okkum ikki
at fáa samband við skipar-
an umborð á Clare.
ÚTGÁVA
Heri á Rógvi
– Eftirspurningurin eftir
hesum bóklinginum hevur
verið stórur, so tað er
týðuligt, at tørvur er á upp-
lýsingum av hesum slag,
ikki minst nú áhugi er fyri
kolvetnisframleiðslu
í
Føroyum, skrivar Rasmuss-
en og Weihe í tíðindaskrivi,
nú Business Guide er kom-
in útaftur.
Business Guide er eitt
hefti, skrivað á enskum, við
praktiskum upplýsingum
um Føroyar, mest ætlað
útlendskum vinnufyritøk-
um, ið vilja vita, hvussu
føroyska samfelagið virkar
og, og hvørjar lógir galda
her. Greitt verður frá um
føroyskt vinnulív, peninga-
viðurskifti, skattareglur og
onnur viðurskifti, ið hava
týdning fyri vinnuna.
Hetta er triðju ferð, at
Business Guide verður
givin út. Businesss Guide
fæst við at venda sær til
Rasmussen og Weihe.
Gongur strúkandi við flúgvingini
Tað gongur eftir øllum at døma gott hjá Atlantic Airways og hini, sum flúgva til og úr Føroyum.
Maður skaddur
umborð á Clare
Nýggj útgáva av Business Guide
Hósdagin var ein maður so mikið óheppin, at hann varð
kleimdur millum tveir trailarar og noyddis á sjúkrahús.
Nógv tann mesta
ferðslan er eftir
Norðara Ringvegi.
Tekniska nevnd í
býráðnum arbeiðir
við at útgeva fleiri
parkeringspláss
FERÐSLA
Turið Kjølbro
Ferðsluteljingarnar,
sum
vórðu gjørdar í Havn í fjør,
vísa, at ferðslan er tvífaldað
eftir tveimum árum. Hetta
ger neyvan nakran, sum
dagliga ferðast í býnum,
bilsnan, tí mangan er
ógvuliga trongt at koma
fram í sjálvum miðbýnum,
og nærum ómøguligt at
finna eitt pláss at seta bilin.
Fólk seta tí bilin frá sær alla
staðni, ikki so sjáldan í
túnum hjá fólki, sum býr í
býnum.
Í miðbýnum veksur virk-
semið alsamt, fleiri handlar
lata upp og nógvar um-
byggingar eru í gongd í
senn, men parkeringspláss-
ini verða ikki fleiri. Tey
fimm parkeringsplássini,
sum eru komin afturat í
Tórsgøtu, muna lítið. Og tá
ið alt virksemið hjá Trygg-
ingarfelagnum
Føroyar
verður savnað undir einum
á
Kongabrúnni,
verður
tørvurin á parkeringspláss-
um væl størri. Á Konga-
brúnni kunnu bilar sum er
standa í fýra tímar, men
tekniska nevnd í býráðnum
hevur nú samtykt at broyta
tíðina til ein tíma ístaðin.
– Tað merkir, at starvs-
fólk hjá Tryggingini ikki
fara at seta bilin har og
onnur fólk ístaðin kunnu
brúka hesi plássini, sigur
Sjúrður Olsen, formaður í
teknisku nevnd hjá Tórs-
havnar býráð.
Tekniska nevnd arbeiðir
við at útvega fleiri pláss, og
sum skilst eru stórar ætlanir
í umbúna, sum fara at bøta
væl um parkeringsviður-
skiftini. Hvørjar ætlanirnar
eru, vil formaðurin í tekn-
isku nevnd ikki upplýsa
enn. Talan verður møguliga
um ein parkeringskjallara,
og møguliga eisini at gera
parkeringshús á havnar-
økinum.
– Ferðslan í býnum er
tvífaldað eftir tveimum
árum, vit fylgja við og
royna at nøkta tørvin, men
tað kostar ógvuliga nógv at
gera
parkeringsøki,
og
onnur øki, sum eitt nú
barnaansingin, verða sum
er raðfest hægri. Ynskiligt
hevði verið, at fólk brúktu
meiri
bussarnar,
sigur
Sjúrður Olsen.
Bilar og ferð
Teljingarnar, sum tekniska
nevnd í Tórshavnar býráð
hevur staðið fyri, vísa
greitt, hvar mesta ferðslan
er. Við Shellstøðina við
Ringvegin fara nógv teir
flestu bilarnir. Í juni, tá ið
tann seinasta teljingin var,
fóru 14.300 bilar um døgn-
ið framvið í mun til 9.900
heystið árið fyri. Tá var
Marknagilsvegurin ikki lið-
ugur og tí fór stórur partur
av ferðsluni oman í býin.
Við tyrluplássið Yviri við
Strond koyrdu 4.200 bilar
um døgnið í mai í fjør og
um sama mundið á teinin-
um millum Hoyvíksvegin
og Hvítanesvegin 7.300
bilar um døgnið. Við rund-
koyringina við Ítróttarhøll-
ina á Hálsi koyrdu 9.500
bilar um døgnið í seinastu
viku í juni í fjør, og við
Sápufabrikkina við Eystara
Ringveg koyrdu 8.200 bil-
ar.
Seinastu teljingarnar áðr-
enn árslok vóru vikuna
undan jólum. Í Dr. Dahls-
gøtu koyrdu tá 4.300 bilar
um døgnið, eftir Áarvegn-
um 8.300 og um rundkoyr-
ingina í Havnargøtu 5.800.
Teljingarnar vísa eisini
ferðina á bilinum. Eitt nú
úti á Landavegnum við
bygningin hjá Sev koyrdu
tríggir fjórðingar av bilun-
um undir 60 km um tímar,
20 prosent millum 50 og
60, og eini 4 prosent oman-
fyri 60 km um tíman.
Ferðslan í Havn tvífaldað
Sambært ætlaðu
broytingini í lógini
fyri fólkapensjónir
kunnu pensjónistar
forvinna 44.000
krónur um árið
áðrenn mótroknað
verður í mun til
22.000 krónur, sum er
galdandi í dag
PENSJÓNIR
Turið Kjølbro
Á komandi tingfundi, sum
verður 15. januar, verður
uppskot lagt fyri tingið um
broytingar í lógini um
fólkapensjón. Broytingarn-
ar hava til endamáls at gera
fíggjarstøðuna hjá fólka-
pensjónistum betri. Verður
uppskotið samtykt sum er,
fáa fólkapensjónistar frá 1.
januar í ár, tað vil siga
afturvirkandi,
skattafría
grundupphædd,
botnfrá-
drátturin verður tikin burt-
ur, inntøkumarkið verður
hækkað úr 22.000 kr. í
44.000 krónur, umframt at
viðbøturnar verða hækkað-
ar við 400 krónum um
mánaðin.
-– Hesar broytingarnar,
sum bara verða galdandi
fyri fólkapensjónistar, er
ein munandi bati. Grund-
upphæddin hjá fyritíðar-
pensjónistum verður eisini
prístalsregulerað,
sigur
Sámal Petur í Grund, lands-
stýrismaður í almanna- og
heilsumálum.
Broytingarnar í lógini
kosta 40 milliónir krónur
um árið.
– Alt valskeiðið hevur
landsstýrið bøtt um viður-
skiftini hjá pensjónistun-
um, og arbeitt hevur verið
leingi við hesum broyting-
unum, millum annað hevur
tað tikið tíð at fáa upp á
pláss, hvønn bólk broyting-
arnar skulu raka.
Fólkapensjónistar ein bata
– Broytingarnar í lógini fara
at gera tað hugaligari hjá
fólkapensjónistur at hava
eina inntøku umframt
pensjónina, sigur Sámal
Petur í Grund, landsstýris-
maður í almanna- og
heilsumálum
Eingin útróður hevur
verið á Sandi síðan
fyri jól. Tað hevur
viðrað illa, men tá ið
ein løta verður, fara
bátarnir útaftur
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Sandoy: Á báðum virkjun-
um hjá Sandoy Seafood
hevur arbeiðsfólkið á gólv-
inum havt frí síðan beint
fyri jól, men nú vænta tey,
at gongd skjótt fer at koma
á aftur.
Øll skipini, sum plaga at
landa til virkini, eru úti, og
roknast kann við, at Eystur-
búgvin kemur innaftur ein
av fyrstu døgunum. Teir
fóru útaftur nýggjársdag og
plaga at gera skjótt av. Sum
skilst, hava teir fingið væl
av fiski hesar dagarnar, teir
hava verið úti.
Kolumbus, Nornagestur
og Hoyvíkingur eru eisini
farnir; teir loystu aftur
síðsta fríggjadag.
Útróður hevur eingin
verið síðan fyri jól. Tað
hevur viðrað illa, men tá ið
ein løta verður, fara bátarn-
ir útaftur.
Ábøtur og uppteljing
Jóan Petur Vest sigur, at
meðan fiskaarbeiði hevur
ligið stilt, eru smávegis
ábøtur framdar á virkjun-
um á Sandi og í Skopun, og
serliga eru tað gólvini, ið
hava fingið eina bøtandi
hond. Hugt hevur eisini
verið at maskinunum.
– Krøv verða sett um, at
eitt nú gólvini eru í góðum
standi. Er ov nógv slit á
teimum, eru tey truplari at
halda rein.
Jóan Petur Vest sigur, at
tey eisini hava fingist við at
telja upp vørugoymsluna,
nú farið verður undir eitt
nýtt ár.
Sandoy Seafood:
Væntar Eysturbúgvan
fyrsta dagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Øll skipini, sum plaga at landa til Sandoy Seafood, eru farin
útaftur, og væntandi verður Eysturbúgvin tann fyrsti, sum
kemur innaftur at landa, helst longu tíðliga í hesi vikuni
C
M
Y
K
9
8