Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Týsdagur 6. apríl 2010 18 Sosialurin Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Leingi sá út til, at Terji Petersen úr Klaksvíkar Talvfelag skuldi taka øll á bóli og stinga av við meist ara­ heitinum, og tá bara trý umfør vóru eftir í FM­kappingini í talvi fyri einstaklingar, var hann klárt á odda. Men síðstu trý talvini steðgaði upp hjá honum, og í staðin gjørdist alt, sum mong høvdu væntað framm­ anundan. Olaf Berg úr Havn, sum telvar fyri Sandavágs Talvfelag, er eitt av stóru talentunum í føroyskum talvi, og tað vísti seg eisini, at hann staðfesti sín klassa, tá hann í enda spurtinum kom, sá og sigraði, so nógva telvingin á Gilja nesi á páskum endaði við best hugs­ andi úrslitinum fyri hansara við­ komandi. Hann var annars ein av teimum, ið komu haltandi aftan á Terja, men júst talvið teirra millum bleiv kanska avgerandi fyri, at føroyameistarin og kongurin í føroyskum talvi eitir Olaf og ikki Terji. Olaf satsaði alt og vísti genialitet, tá hann gav frúnna fyr riddara og rók tíðliga í talvinum, men kortini megnaði at vinna. Spurningurin er enntá, um Olaf Berg saman við føroya meist ara­ heitinum hevur skapt sín egna variant, tí serkønir vildu vera við, at henda støða ikki er roynt áður – og so slett ikki í so avgerandi løtu, sum hesari. Kanska er tað ikki so løgið kortini, tí flestu eru á einum máli um, at Olaf er ein hin mest gávaði føroyski telvarin yvirhøvur, so spenn andi verður at síggja, hvussu hann nú gagnnýtir hetta viðrákið. Tá avtornaði, vann Olaf meist­ araheitið við hálvumseynda stigi av níggju møguligum og Terji gjørdist silvurvinnari við hálvumsætta stigi. Unga stjørnuskotið úr Sandavági, bert 12 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen, vann bronsuna við fimm stigum og skrivaði sína egnu talv­ søgu. einslistir@kallnet.fo Olaf er kongurin Talv Av talvkønum var hann roknaður sum krúnprinsurin, ið hesa ferð stóð fyri tørni at strúka avstað við føroya meistaraheitinum í talvi, og Olaf Berg livdi upp til vónirnar, tá hann at enda stóð sum greiður meistari Stóra talenti, Olaf Berg, staðfesti sín klassa, tá hann kom, sá og sigraði í Giljanesi kongurin Olaf Berg satsaði alt í toppdystinum ímóti Terja Petersen og fór síðani allan vegin í endaspurtinum Mynd: Talvsambandið Eg seti eingin krøv. Venj arin ger av, hvar eg spæli Vit hava bæði mist og fingið í teimum báðum fyrstu dystunum Jóan Símun og Newcastle í Premier League Newcastle flutti í gjár upp aftur í Premier League. Hetta gjørdu teir við at vinna 2­1 á Sheffield United. Sostatt gjørdist steðgurin í næstbestu ensku deildini so stuttur sum hann kundi blíva. Jóan Símun Edmundsson var ikki partur av sigrinum í gjár, men hevur í ár spælt á U18­liðnum og eykaliðnum hjá Newcastle. Tað vóru annars Peter Løvenkrands og Kevin Nolan, sum gjørdu málini, ið tryggjaðu liðnum endaligu uppflytingina í bestu ensku fótbóltsdeildina.