týsdagur 6. apríl 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Týsdagur 6. apríl 2010
Sosialurin
Ítróttarblaðið
ítróttarklumman
»Gev okkum
fleiri Giant-
killers«
Hilmar Jan Hansen
Í fleiri mánaðir hevur gingið
sjón fyri søgn, at Neistin var
stórfavorittur at vinna meist
araheitið í manshondbólti í ár,
og páskaaftan eydnaðist tað so,
tá Neistin eisini vann seinnu
finaluna ímóti Kyndli. Í fleiri ár
hevur verið væntandi, at Olaf
Berg fór at roynast drúgvur í
talvi, og páskaaftan tryggjaði
hann sær føroyameistaraheitið
í talvi fyri einstaklingar. Og
neyvan kom tað heldur óvart
á, at Kristian Sune Høgnesen
triðja árið á rað vann føroya
meistaraheitið í billard fyri
ein staklingar.
Sostatt fær niðurstøðan illa
verið onnur, enn at favorittarnir
vinna altíð. Og um ikki altíð, so
vinna teir ofta. Skal heilt illa
vilja til, vinna teir sum oftast.
Men mong søgulig fordømi tala
fyri, at hevur tú leiklutin sum
favorittur, samstundis sum tú
ert gjørdur úr rætta tilfarinum,
ið tolir eitt sindur av hvørjum
– ikki minst onkrum nosi av og
á – vinnur tú.
Samstundis sum vit ferð
eftir ferð síggja, at favorittarnir
røkka málinum undan hinum,
hendir tað tíbetur eisini við
hvørt, at onnur troðka seg inn
ímillum og gera vart við seg, so
tað ikki gongur, sum tey flestu
høvdu væntað. Hjá summum
eydnast tað og hjá øðrum ikki.
Tað sóu vit til dømis í talv
kappingini, har Terji Petersen lá
klárt á odda seint í kappingini,
men kortini ikki fekk staðið
ímóti, tá favoritturin, Olaf Berg,
veruliga setti gongd á enda
spurtin. Men at Terji gjørdi
kappingina
spennandi,
fer
óivað at gera, at hann ikki so
skjótt verður gloymdur, sjálvt
um hann ikki vann.
Annað dømi sóu vit í lands
kappingini í fótbólti, sum fór í
gongd skírisdag. Føroya meist
ararnir í HB høvdu vitjan av
uppflytaraliðnum, FC Suð ur
oy, og meðan onkur fekk ilt
í reyvina av, at onkur annar
helt tað vera at senda apríl, at
tíðindini bórust um, at suður
oyarliðið var á odda ímóti
favorittinum, so kundu øll
stað festa, at tað altso ikki altíð
er so, at favoritturin vinnur.
Einki er minni áhugavert
í ítrótti, enn ein kapping, har
tú næstan heldur teg kenna
úrslitið frammanundan, so tí
er kærkomið at síggja, at favo
rittarnir ikki altíð vinna. Tað
koma vit óivað eisini at síggja
fleiri ferðir aftrat, og tað skal
tað vera, um áhugin skal vera
har. Tí síggja vit fegin fram
til fleiri »giant killers« í fót
bóltinum, eins væl og aðra
staðni!
E.S. Moralurin í tekstinum
omanfyri hevur einki at gera
við eina ávísa spurnarkapping
páskaaftan í einum ávísum
kring varpi, sum endaði við
einum ávísum úrsliti ...
Favorittar
vinna altíð
Favoritt sigur
Neistin megnaði at liva upp til favorittheiti og vinna FM
drotningin
Sára Traber Olsen vant burtur úr øllum dreingjunum, sum bjóðaðu henni av í unglingabólkinum
Mynd: Talvsambandið
Hilmar Jan Hansen
Hóast
fleiri
evnaríkir
ung
lingatelvarar lógu framvið, var
eingin teirra líka stinnur sum 14
ára gamla Sára Traber Olsen úr
Havn, ið helt tørn í oddastríðnum
og setti allar upp á pláss. Fleiri
royndu at standa henni kurl, men
ongum eydnaðist, og tí endaði
hon sum føroya meistari í ung
lingabólkinum.
Hetta er samstundis fyrstu ferð,
at ein kvinnuligur telvari skrivar
sítt navn í søguliga yvirlitið yvir
FMvinnarar hjá unglingum í 40 ár,
og hetta eydnaðist henni framman
fyri Rúna Tindskarð úr Havn og
Heðin Gregersen úr Klaksvík, sum
vunnu ávikavist silvur og bronsu.
Ikki minst er stórformurin hjá
Sáru áhugaverdur, nú hon um eina
góða viku skal umboða Føroyar í
NMkappingini í talvi fyri gentur,
sum verður í Íslandi.
Hinir vinnararnir
Umframt unglingabólkin og lands
liðsbólkin, vóru tveir aðrir bólkar í
kappingini á Giljanesi, 1. bólkur og
almenni bólkurin.
Jónfinn Thomsen, sum er gøtu
maður, men nú telvar fyri Sandavág,
var ovastur í almenna bólkinum
við hálvumsjeynda stigi, og serliga
kappaðist hann við toftamannin,
Andreas Andreassen, um fremsta
plássið. Men Jónfinn royndist
drúgv ari og vann framman fyri
Andreas, sum fekk silvur, og ein
annan í Sandavágs Talvfelag, Jón
Greger sen, sum fór við bronsuni.
Mest sannførandi sigurin av
øllum vann Rógvi Olsen av Toft
um í almenna bólkinum, har tað
eydnaðist honum at vinna við átta
av níggju møguligum stigum, sum
er eitt sera gott avrik. Honum á
baki komu Brandur Højgaard og
Reinhold Isaksen við ávikavíst
silvur og bronsu.
einslistir@kallnet.fo
Sára stinnast
talv Sára Traber Olsen úr Havn vísti stórform í FM-
kappingini hjá unglingunum, tá hon setti allar dreingirnar
upp á pláss og streyk avstað við føroyameistaraheitinum
Bjargaði Silkeborg
Tað líktist einum ósigri til Silkeborg á heimavølli ímóti AaB, til Christian
Lamhauge Holst í yvirtíðini fór um koll og bjargaði liðnum
brotssparkið, ið gav útjavnandi málið. Rajko Lekic var
tryggur frá brotssparksblettinum, og so fekk Silkeborg
við 11 úrslitinum eitt kærkomið stig, liðið er framvegis á
bronsuplássinum. Eftir dystin hevur dúgliga verið kjakast
um, um føroyski landsliðsspælarin filmaði seg til brotssparkið, og
støðan var helst eisini av slíkum slagi, at ikki allir dómarar høvdu blást
í floytuna.